Eyðun Klakstein
Ein vanlukka á Viðareiði hósdagin hevði við sær, at ein smágenta doyði.
2 ára gamla gentan og 3 ára gamli beiggi hennara vóru farin út um húsini, sum standa uppi við Garð á Viðareiði. Onkursvegna datt gentan í ánna, sum rennur nærindis húsini, og hon varð tikin við av streyminum. Nógv vatn var í ánni hósdagin.
Beiggin, sum sá systur sína detta í ánna, fór eftir mammu síni, men hóast mamman leitaði fram við ánni, sá hon ongantíð dóttrina. Mamman rópti á fólk um hjálp, men tá tey fingu eyga á gentuna, fleyt hon á sjónum út fyri Døtlisgjógv.
Gentan var farin við ánni allan vegin út á sjógv, og har áin rennur út av er eitt fall upp á einar 20 metrar. Fólk sluppu í fyrstu atløgu ikki til gentuna, tí tað er torført at sleppa niður í gjónna og ringt var í sjónum.
Ringt varð eftir hjálp úr Klaksvík, haðani sløkkiliðið, løgreglan og sjúkrabilur fóru avstað. Tá hjálpin kom fram, høvdu menn júst fingið fatur á gentuni.
Teir vóru farnir niður við línu. Tað er ein lítil fjøra, har tað bar til at koma niður á, og tað eydnaðist teimum at fáa fatur á gentuni. Men tá var einki at gera, tí hon var deyð.