Frá kollektivari ábyrgd til landsstýrismannaábyrgd

Ein tann mest íðkaða ítróttargreinin í Føroyum man vera tann at klikkja niður á almennu umsitingina. Og tað er bæði høgur og lágur, tey, sum áttu at vita betur og tey, sum ikki hava so góðar fyritreytir fyri at meta um tað, men bert syngja við í kórinum, tí at hini syngja fyri. So løgið tað ljóðar, so eru politikkarar næstan teir ringastu, og niðurlagið er fyri tað mesta, at almenna umsitingin er ov stór og ov dýr, og at fólkini, ið har sita hvørki duga ella tíma at gera nakað til nyttu.

Nýklakti journalisturin Edvard Joensen skrivaði 2. og 4. mars í Sosialinum eina grein um tær bygnaðarbroytingarnar í landsstýrisumsitingini, sum undanfarna landsstýri við Edmundi Joensen sum løgmanni gjøgnumførdi frá 1995.   Hann vísir til, at  ein kostnaðarmeting, sum fyrrverandi fiskimálastjórin Kjartan Hoydal hevur gjørt vísir, at rakstrarkostnaðurin fyri meginfyrisitingina er trífaldaður frá 1995 til 1999.

Sjálvur hevur Kjartan Hoydal eina grein í Dimmalætting 10. mars, har hann m. a. hevur eina tabell, sum vísir tøl burtur úr fíggjarlóg fyri 1995 og uppskoti til fíggjarløgtingslóg 1999.  Har er hann komin til, at í 1995 kostaði meginfyrisitingin 19,5 mió. kr., og í 1998 kostaði hon  næstan 46 mió. kr. Haraftrat vísir hann á, at til flyting av aðalstýrum vórðu nýttar 27 mió. kr. í 2 ár.


Gamla umsitingin primitiv

Nú er at minnast til, at tá ið Kjartan Hoydal enn var úti i landsstýrinum sum ovasti embætismaður fyri sína deild, fiskivinnudeildina, tá høvdu vit eina lutfalsliga primitiva umsitingarskipan í landsfyrisitingini. Tað vóru seks deildir við hvør sínum deildarstjóra og nøkrum fáum fulltrúum undir honum. Haraftrat vóru so nøkur skrivstovufólk, sum røktu m.a. tær týdningarmiklu tvørgangandi funktiónirnar. Tá høvdu vit landsstýri  við landsstýrismonnum, sum høvdu kollektiva ábyrgd, og tað var ein kollektivur trupulleiki, at tað var ein alt ov lítil kapasitetur í umsitingini at fáa vanlig mál málsviðgjørd og avgreidd, fyri ikki at tala um, tá ið lógaruppskot og aðrar fyriskipanir skuldu útarbeiðast. Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at landsstýrismenn mangan kendu seg sum slavupískarar, tá  ið teir hildu seg vera noyddar at ganga hart á teir neyðar fulltrúar, sum vóru ovbyrjaðir frammanundan,  fyri at kroysta teir  til at loysa eina uppgávu, sum politiskt hevði bráðskund. Tí hava allir landsstýrismenn seinastu tjúgu árini ynskt at fáa eina betri virkandi umsiting, og tað merkir m.a. eisini at fáa fleiri fólk at avgreiða ta vaksandi uppgávumongdina.


Skiftið til aðalstýri

Eitt av meginkrøvunum til politikkararnar og serliga til landsstýrismenninar hesi seinastu árini hevur verið, at teir skulu skipa fyri rationaliseringum og effektiviseringum á teirra umsitingarøki. Hetta hevur ikki minst verið eitt krav til almennu fyrisitingina.  Fyrisitingin í Tinganesi hevur síðani nýskipanina í 1948 verið skipað við einum skrivstovustjóra sum ovasta embætismanni , og undir honum komu so nakrir fulltrúar, sum gjørdust serkønir á ávísum økjum, men annars skuldu kunna átaka sær allar møguligar uppgávur. Ein broyting var gjørd mitt í áttatiárunum, tá ið umsitingin varð býtt upp í deildir við einum deildarstjóra á odda. Tíverri varð eingin ovasti leiðari settur í starv, og tessvegna varð opið fyri einum ávísum tendensi, sum vit kenna úr djóraheiminum, at teir við teimum størstu hornunum royna at kradda sær valdið. Hartil er at siga, at viðurskiftini innbjóðaðu heilt einfalt til eina slíka gongd.

Tað landsstýrið, sum tók við um miðan september 1994, var á einum máli um, at neyðugt var at gera nakað við málið, eisini tí, at nýggj stýrisskipanarlóg var komin í gildi, og reglan um landsstýrismannaábyrgd kom í gildi um eitt ár. Málsøkið hoyrdi undir løgmann, og hann legðist ikki á boðini og fór at leita eftir einum, sum skjótt og væl megnaði at koma við einum uppskoti til bygnaðarbroytingar, sum landsstýrið so kundi seta í verk.

Úrslitið kenna øll. Finn Norman Christensen, sum hevði ávísar royndir á økinum fekk uppgávuna litna upp í hendur. Tað má sigast at vera eitt satt bragd, at ein maður, sum var lutfalsliga ókunnugur við føroysk viðurskifti, upp á eitt ár megnaði at fáa eitt so nágreint innlit í føroyska almenna umsiting og síðani koma við eini loysn, sum vit í dag hava umskipað alla almenna fyrisiting eftir.

Tað er væl skiljandi, at ávísir politikkarar hava andøvt ímóti, at ein sambandsløgmaður framdi og enntá bað ein dana standa fyri nýskipanini. Tað er eisini skiljandi, at ávísir høgtstandandi embætismenn  hava ilt við at svølgja umskipanina. Tað snýr seg eisini um høvdingadømi, sum vórðu gjørd til jalladømi. Eg veit ikki, um føroyingar eru serliga seintfatandi, og at teir skulu hava alt inn við skeið, ella um teir bert hava ilt við generelt at góðkenna broytingar, men ákærur um at fáa smoygt niður yvir høvdið, og ikki at vera nóg væl kunnaðir frammanundan, loynivirksemi o.a. er næstan eitt fast niðurlag, tá ið talan er um okkurt nýtt.

Tað sum Finn Norman Christensen gjørdi, var heilt einfalt at sláa departementsfunktiónina (sum var landsstýrisfyrisitingin úti í Tinganesi) og direktoratsfunktiónina (almannastovan, landsskúlafyrisitingin, gjaldstovan, líkningarráð o.s.fr., sum lógu runt í býnum) saman til eitt aðalstýri undir landsstýrismanninum, og harvið skuldu verið framúrskarandi møguleikar fyri rationaliseringum og effektiviseringum.


Talfusk

Útrokningunum hjá Kjartani Hoydal  eru lítið og einki høpi í. Tað má undra mangan annan enn meg, at hesin faðirin at fullveldinum in spe kann hava loyvt sær at fara so óvandaliga um taltilfarið og harvið gera seg sekan í grovum rangsnúgvingum. Tað hevði als ikki verið neyðugt, tí øll vita, at almenna umsitingin virkar mangar ferðir betur enn áður, og at tað eisini skyldast, at fleiri nýggjar funktiónir eru tiknar upp. Og tað kostar.

Til dømis sigur hann, at í undirvísingar- og mentamálum er umsitingin vaksin frá  1,345 mió. kr. í 1995 til 11.507 mió. kr. í 1998. Hetta sær jú ógvuliga dapurt út fyri skipanina hjá Nor-man Christensen. Men sannleikin er tann, at Landsskúlafyrisitingin, sum í 1995 kostaði 8.612 mió. kr. er niðurløgd sum direktorat og løgd til Undirvísingar- og mentamálastýrið og er uppi í teimum góðu 11 milliónunum. Haraftrat eru mentamál eisini komin undir hetta aðalstýrið. Tað vóru tey ikki áður. So hetta er talfusk, so tað forslær.

Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg 1999 stendur um Almanna- og heilsumál m.a.: ?Bygnaðarbroytingarnar innan almanna- og heilsustýrið hava ført við sær, at fleiri funktiónir eru fluttar inn í stýrið. Hetta merkir, at starvsfólk, ið áður hava røkt ávísar uppgávur úti á stovnunum, nú flyta til stýrið. Útreiðslurnar til løn og rakstur eru tí samsvarandi minkaðar á m.a. Sjúkrahússtjóranum, Landssjúkrahúsinum og Almannastovuni og fluttar yvir í stýrið.?  Í uppskotinum fyri 1998 stendur: ?Í samband við nýggju Stýrisskipanarlógina, yvirtekur Almanna- og heilsumálastýrið í 1998 fleiri uppgávur, sum t.d. starvsfólkamál, sum higartil hava ligið hjá Landsskrivstovuni.?

?Nær fór kostnaðurin av umsitingini at vaksa?? spyr Kjartan Hoydal. Við tí talmanipulatión, sum hann nýtir, er ikki ringt at gita, at Edmund Joensen fær skyldina. Nakað heilt annað er, at tað hevur kostnaðurin altíð gjørt; men við teimum nýggju bygnaðarbroytingunum skuldu vit kunnað væntað, at vit fingu eina betri tænastu fyri eina lægri hækking í kostnaðinum. Og tað er júst tað, sum vit longu nú kunnu staðfesta.


Stýrisskipanarlógin

Edmund Joensen vísti á í sínum viðmerkingum til greinina í Sosialinum, at ein orsøkin til vøksturin í almennu umsitingini var nýggja stýrisskipanin. Hetta vísir Kjartan Hoydal aftur og vísir til, at um táverandi løgmaður hevði spurt táverandi umsitingina um henda spurning , høvdu 9 av 10 sagt honum, at stýrisskipanin í sjálvum sær ikki kravdi nakra broyting í umsitingini. Eg eri púra samdur við Kjartan Hoydal, at soleiðis høvdu tey svarað,  men eg hevði aldri í verðini hugsað mær at farið at spurt tey fólkini tann spurningin, sjálvandi høvdu tey ikki sagt, sum í ævintýrinum hjá H. C. Andersen, at tey ikki ?dugdu til sítt embæti?, tí so høvdu tey verið dunkað á búkin. Edvard Joensen loypur við báðum beinum í somu felluna og brúkar tey (annars sera dugnaligu og kompetentu) hægstu embætisfólkini og nakrar  politikkarar sum váttan fyri sínum pástandi um, at nýggja fyrisitingin ikki skal duga.

Tað stendur sjálvandi onga staðni í stýrisskipanarlógini, at hon krevur eina størri umsiting. Men hon sigur fyri tað fyrsta, at løgmaður og landsstýrismenn sita fyri málsøkjum sínum hvør sær, og at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Haraftrat verður sagt, at løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Henda ábyrgdin er nærri ásett í lógini um ábyrgd landsstýrisins. Oman á alt hetta setur løgtingið eina tríggja manna nevnd, landsstýrismálanevndina, at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.

Um tað er rætt, sum Kjartan Hoydal sigur um tey 10 embætisfólkini, at tey skulu hava hildið, at tann gamla umsitingin hevði kunnað tryggjað landsstýrismonnunum nøktandi trygd eftir nýggju fyrisitingarlógini, eftir at tann kollektiva skipanin var avloyst av landsstýrismannaábyrgdini, so átti helst bert eitt av teimum at verið eftir í landsumsitingini. Eg hugsi, at allir landsstýrismenn vóru samdir um, at tá ið tær nýggju reglurnar um  landsstýrismannaábyrgd fóru at koma í gildi (eitt ár eftir, at sjálv lógin kom í gildi á ólavsøku 1995) so var tað teirra politiska lív um at gera, at teir høvdu eina styrkta umsiting, sum kundi ráðgeva teimum á fult nøktandi hátt. Hetta váttar eisini Jóannes Eidesgaard í greinini í Sosialinum.

Sostatt vóru tað júst tær nýggju ásetingarnar í stýrisskipanarlógini, sum gjørdu, at tað varð tvingandi neyðugt at fáa eina broyting í umsitingini.


Eilif Samuelsen

fyrrv. landsstýrismaður