Tók eitt hálvt ár at fáa ein stól til barnið

? Eg føldi meg øgiliga einsamalla í mínum arbeiði, og øll arbeiða hvør í sínum lagi, sigur Ásvør Joensen, sum er stuðul hjá einum brekaðum barni í Havn

?Eg føldi meg øgiliga einsamalla, tí tann sosial og fakligi parturin manglaði. Og hvør arbeiðir í sínum lagi, uttan at tað er samskipað.

Hetta var í stuttum niðurstøðan hjá Ásvør Joensen á økisfundinum hjá Javna mánakvøldið.

Ásvør hevur verið stuðul hjá børnum í Havn í seks ár, hon er ikki pedagogur.

Á fundinum greiddi hon frá, hvussu hon helt, at umstøðunrar hjá stuðlunum vóru og tað skiltist á henni, at tað er nógv, sum kundi verið betri.

Hon hevur verið stuðul hjá illa brekaðum børnum, uttan í tí eina førinum.

Hon byrjaði sum stuðul hjá einum 2 1/2 ára gomlum drongi.

?Í slíkum førum er tað ikki bara barnið, men alt húskið, sum mann má laga seg til.

Ásvør segði, at tað er ringt hjá einum húski at hava fremmant fólk rundan um seg ein part av degnum, tí tey vilja sjálvandi royna at skapa sær ein vanligan gerandisdag so vítt sum tað ber til.

?Men sum stuðul er tað eisini trupult at fara heim til eitt húski og vera har. Mann er noyddur at skapa sær sjálvum og barninum eitt innihald í degnum

Ásvør segði, at drongurin, sum hon nú hevði, hevði hon havt heima hjá sær sjálvum í fleiri ár, saman við hennara egna húski.

? Hann var trý ár tá ið hann byrjaði hjá mær og tað riggaði væl. Hann bleiv ein partur av okkara húski.


Hálvt ár fáa ein stól

Tó ásannaði Ásvør, at hon føldi seg øgiliga einsamalla í arbeiðnum.

?Bæði tann sosiali og fakligi parturin manglaði. ? Eg royndi at geva honum góð upplivilsir. Men tað bæði var, og er ov tungt og ov leingi at fáa tey hjálpitól, sum brúk er fyri.? Eitt nú tók tað eitt hálvt ár at fáa ein innistól til drongin. So antin mátti eg nana honum, ella mátti hann liggja á eini madrassu á gólvinum, greiddi Ásvør frá.


Var ikki tað rætta

Ásvør Joensen segði, at aftaná tvey ár fekk hon hug til at royna okkurt nýtt og tá fekk hon boðið arbeiðið sum stuðul hjá eini seks ára gamlari gentu í barnagarði.

? Tað fekk ikki so gott, tí har fekk eg beinanvegin at vita, at tað ein pedagog, tey høvdu biðið um, so eg var ikki rætta fólkið.

Ásvør sigur, at hetta merkti hon alla tíðina og aftaná tríggjar mánaðir segði hon upp.

? Stutt aftaná fekk hon aftur tilboð um at vera stuðul hjá sama drongi, sum hon hevði havt frammanundan.


Góð hús men ringar umstøður

Stuðulspedagogurin greiddi somuleiðis frá, at 1. september í fjør læt frítíðarskúli upp í Bridgehúsinum í Havn fyri børnum úr 1. og 2. flokki av Sernámsdeplinum.

? Vit eru seks stuðlar og seks børn. Tað er frálíkt at vit hava fingið eitt hús, sum vit kunnu kalla okkara arbeiðspláss og at hava fingið onnur starvsfólk at vera saman við.

? Hølini eru góð til endamálið, tí har eru ongar trappur og nógv gólvpláss, og tað kemur væl við, tí tað- eru nógv børn, sum sita í rullustóli.

?Men vit eru í leigaðum hølum og tað merkir, at vit fáa ikki innrætta okkum, sum vit hava hug til. Hølini verða brúkt til bridge um kvøldið so eftir hvønn arbeiðsdag má alt ruddast burtur og beinast av vegnum. Og tað er er strævið, tí summi børn hava hjálpitól, ið eru tung at fáast við og sum krevja nógv pláss.

Ásvør Joensen vísti á, at nógv ymisk fólk eru knýtt at dronginum, sum hon er stuðul hjá.

Fyri tað fyrsta er hann heima. Men hann er eisini í skúla fyrrapart, og í frítíðarskúlanum seinnapart, har hon hevur hann.

?Harumframt gongur hann til ríðing tvær ferðir um vikuna og til fysioterapi einaferð um vikuna. Og harafturat er hann á Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu eitt vikuskifti um mánaðan, og tá ið tørvur annars er á tí.

? Men tað, sum manglar, er at fáa alt hetta samskipað. ? Tað er ikki samskipað sum er, tí nú arbeiða øll, sum eru um drongin, hvør í sínum lagi.

Hon segði, at hon hevði ynskt, at øll tey, sum hava við drongin at gera, kundu samskipa sítt arbeiði.

?Á henda hátt høvdu vit fingið eina størri heild í arbeiðið og høvdu kunna sæð drongin sum eitt heilt fólk.

Hon segði, at eftir hennara tykki er tað Almannastovan, sum í hesum eigur at samskipa eitt slíkt arbeiði.


Tvær skipanir

Annars vísti Ásvør á, at stuðlarnir arbeiða undir tveimum ymsum skipanum og at tað er rættiliga ørkymlandi.

Í fyrra lagi er tað talan um stuðulsskipanina hjá Tórshavnar Kommunu og í øðrum lagi er tað talan um Almannastovuna.

Sjálv hevði hon arbeitt undir skipanini hjá Tórshavnar Kommunu í tvey og eitt hálvt ár, inntil drongurin, sum hon hevði, fór undir Almannastovuna.

? Hetta er eitt sindur ørkymlandi, tí tað er ymsar og ógreiðar reglar at ganga eftir. Stuðlarnir í Bridgehúsinum eru eisini undir ymsum skipanum, tríggir eru undir kommununi og tríggir undir almannastovuni, segði Ásvør Joensen.