Ein misskiltur skúli

Stjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna heldur, at boðskapurin um, hvør skúlin er, er ikki komin nóg greitt út. Fólk halda, at skúlin er til at læra fólk at fiska og hagreiða fisk umborð á skipi. Men hann er so nógv meira

Tað er bara næstan rætt, tá sagt verður, at talan er um ein fiskivinnuskúla. Hann kundi tað sama itið Matvøruskúlin, tí tað er í grundini tað, alt snýr seg um, sigur Jákup Andreasen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

At skúlin verður nevndur, sum hann verður, kemst av, at tá vit tosa um matvørur og framleiðslu av slíkum í Føroyum, tosa vit at kalla bara um fisk. Av heilt natúrligum orsøkum. Men næmingarnir læra millum annað at kenna mikroorganismur, sum finnast í so mongum øðrum enn fiski. Til dømis í donskum kotelettum ella svenskum høsnarungum.

Tí er tað bara ein hálvur sannleiki, tá sagt og hildið verður, at skúlin er ein fiskivinnuskúli burturav, sigur skúlastjórin.


Ringar umstøður

Tað er ikki tí at umstøðurnar til at kanna kotelettirnar eru nakað at reypa av. Tað eru tær í heila tikið ikki á skúlanum.

Har er trongt og óarbeiðsligt, fyri at siga tað, sum tað er. Tríggir árgangir, sum halda til í hvør sínum húsi. Tað er rætt og slætt ikki nakað, vit kunnu bjóða fólki. Av tí sama verður heldur ikki fingið tað optimala burtur úr tí tilfeingi, sum er.

Tann nógvi ótryggleikin, sum var í byrjanini, við at nú skuldi skúlin flytast, og so skuldi hann kortini ikki , og so framvegis, hevur sanniliga heldur ikki bøtt um støðuna.

Fiskivinnuskúlin í Vestmann er ein yrkisgymnasialur skúli. Tað vil siga ein skúli á sama støði sum hægri handilsskúli og hægri teknisk útbúgving. Men stjórin heldur ikki, at fólk eru rættiliga greið yvir, at støðið er tað, tað er. Fólk hava rætt og slætt lyndi til at undirmeta skúlan, heldur hann. Helst av ókennskapi.

Útbúgvingin frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna gevur ikki beinleiðis atgongd til øll universitet úti í heimi. Tað er rætt. Men hon er rættiliga gott støði undir til dømis eini hægri biologiskari útbúgving. Fleiri universtitet krevja til dømis evna- og støddfrøði á hægsta stigi, og tað kann Fiskivinnuskúlin ikki bjóða í dag. Men so er okkurt universitet í Danmark, sum ikki hevur so strong krøv. Og har er so møguleikin. Sagt verður eisini, at ungdómsárgangirnir í Danmark eru minkandi, og roknast kann tí við, at krøvini fara at linka tilsvarandi.

Eitt annað, sum víst er á, er at útbúgvingin frá Fiskivinnuskúlanum vísir seg at vera ein góð barlast hjá komandi sjúkrasystranæmingum, sigur Jákup Andreasen, stjóri. Sjúkrasystranæmingar, sum hava gingið á Fiskivinnuskúlanum, siga frá, at tann biologiski parturin av fiskivinnuútbúgvingini kemur teimum heilt greitt til góðar, nú lærast skal um sjúkur og tílíkt.


Skúlin og vinnan

Føroyska vinnan hevur ikki gjørt tað brúk av skúlanum, sum hon átti at gjørt, heldur Jákup Andreasen, skúlastjóri.

Hann sigur, at hann saknar, at vinnan býður til samstarv við skúlan. Tí hann metir avgjørt, at tað eru ting, sum samstarvast kann um, og har hvør kann geva øðrum nakað.

Til dømis nevnir hann, at um ein starvsstova varð gjørd á skúlanum, kundi útflutningsvinnan fingið nyttu úr henni. Tí alt, sum útflutt verður til matna, skal hava ymsar váttanir við um, at tað og tað er í lagi. Tað kundi saktans verið gjørt á Fiskivinnuskúlanum, samstundis sum næmingarnir eisini fingu brúkt eina slíka starvsstovu í síni útbúgving.

Sjálvandi kostar ein slík útbygging, men stjórin heldur, at tað saktans hevði borið til at vunnið pengarnar innaftur, um tær kanningar, sum kortini skulu gerast, vórðu gjørdar á skúlanum.

Tað mesta stjórin hevur frætt frá vinnuni er, tá ringt verður á skúlan at spyrja um næmingar at seta í starv, tá teir eru lidnir á skúlanum.


Skeiðvirksemi

Fiskivinnuskúlin hevur í vár hildið skeið fyri fólki í føroysku vinnuni. Bæði flaka- og alivinnuni.

Hesi skeiðini hava verið hildin á Hotel Eiði, og undirtøkan hevur verið rættiliga góð, sigur Jákup Andreasen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Um aliskeiðini sigur stjórin, at miðað verður eftir at geva alarum og teimum, sum annars arbeiða í alivinnuni, eitt neyvari, teoretiskt innlit í tað, tey arbeiða við.

Sama er við flakavirkisfólkunum, sum hava verið á skeiði um innaneftirlit á fiskavirkjunum.

Jákup Andreasen sigur, at teir hava fingið positivar afturmeldingar um skeiðini. Serliga eru fólk væl nøgd við, at tað er rættiliga nógv bíligari at senda fólk á skeið í Føroyum, enn um tey skuldu uttanlands. Og tað ger væl saktans eisini, at fleiri fáa møguleikan.

Jákup Andreasen sigur, at tað er rættiliga neyðugt at hava hesi skeiðini. Tí einki stendur í stað, heldur ikki føroysk vinna. Tú skalt alla tíðina vera klárur at taka í móti tí, sum kemur. Helst áðrenn tað kemur.

Og her hevur skúlastjórin eitt hjartasuff. Hann heldur, at føroyskir politikarar og onnur vænta í meira lagi av skúlanum. Og tí hevur hann heldur einki ímóti. Men tað kostar, og tí tykjast tey, sum sita á pengunum at hava okkurt ímóti.

Skúlin verður ov statiskur, heldur skúlastjórin. Hann vil fegin hava skúlan at vera livandi og mennandi. Men tað kostar pengar, og tað tykist at vera ilt at fáa fólk at skilja.

Ikki tí, sigur Jákup Andreasen. Fiskivinnuskúlin klárar seg væl fíggjarliga, sum er. Men Tað er bara ikki nøktandi, at hava ein skúla, sum væntandi skal standa í stað, meðan allur heimurin annars flytist og broytist.

Annars er áhugin fyri skúlanum ikki tann stóri. Tilmeldingarfreistin til komandi skeið er úti tann 15. mars. Tað vil siga í næstu viku. Men enn hava bara fýra boðað frá luttøku, sigur stjórin Jákup Andreasen. Hann vónar tó, at fleiri fara at boðað frá luttøku um vikuskiftið, sigur hann.