Loysing móti sambandi

POLARISERING. Jógvan og Eivind í Oyndarfirði eru grannar. Men teir eru rúkandi ósamdir um stjórnarligu framtíð landsins. Fyri aðru ferð í lívi teirra verður ein fólkaakvøðu um Føroya framtíð. Men teir báðir politisku mótstøðumennirnir vænta, at tað fer at bera til at tosa saman aftaná

Dánjal Højgaard og Høgni Mohr

Myndir: Jens Kr. Vang


Tað tekur minni enn ein minutt at ganga millum húsini hjá Jógvani og handilin hjá Eivindi. Men politisk eru ljósár millum

teir báðar grannarnar í Oyndarfirði.

Fyrrverandi bóndin á Grunnlendi, 81 ára gamli Jógvan Høgnesen, hevur altíð verið sannførdur sjálvstýrismaður. Og

handilsmaðurin, 72 ár gamli Eivind Petersen, hevur altíð verið minst líka sannførdur sambandsmaður.

Um alt gongur sum ætlað skulu teir báðir grannarnir og politisku mótstøðumennirnir um stutta tíð á fólkaatkvøðu, at avgera framtíðar støðu Føroya. Tá fer annar at standa eftir sum vinnari og hin sum tapari.

Jógvan og Eivind er nóg gamlir til at minnast vrakaðu fólkaatkvøðuna í 1946. Bóndin, sum altíð hevur verið fólkafloksmaður, valdi loysingina. Og handilsmaðurin, sum tá var ov ungur at velja, gjørdist sambandsmaður.

Og har standa teir tann dag í dag.


Dreymur móti ivasemi

Men lat okkum fyrst hoyra hví Jógvan Høgnesen er loysingarmaður og Eivind Petersen sambandsmaður.

Jógvan Høgnesen: -Gamli Gøtutróndur avlegði ein vitnisburð til komandi ættir, og hann ljóðaði soleiðis: Á hesum oyggjum skal einki fremmant vald vera. Tað fólk sum livdi á hesum oyggjum skuldi hava fult ræði yvir oyggjunum.

-Vit føroyingar mugu finna eina form fyri at liva í hesum landinum. Stríðið millum føroyingar er um landshúsarhaldið í Føroyum; um at fáa pengar úr Danmark til mat og drekka. Tað førir til tann reinasta undirgang. Jú meira peningur, ið kemur úr Danmark, jú størri verður neyðin og elendigheitin í Føroyum.

Eivind Petersen:-Vit báðir Jógvan hava altíð verið væl, men hava kortini trætst um ymiskt, ikki minst um politikk. Eg

havi verið sambandsmaður og eri tað enn. Tað haldi eg vera best fyri Føroyar. Eg dugi ikki at síggja, at vit fara at klára

okkum einsamallir. Kunnu vit prógva, at vit kunnu klára okkum, so er í lagi. Men eg fílist á, at teir ikki kunnu vísa á,

hvussu vit skulu klára okkum. Eg haldi, at teir mala bara rundan um.


?Die Dummheit?

Jógvan Høgnesen slær fast, at hansara sjálvstýrishugsjón er viðfødd. Grunnlendismenn hava altíð verið sannførdir sjálvsstýrismenn. Stoltur sigur hann frá, at hann hevur føðingardag 25. apríl - sjálvan flaggdagin. So tað fekk ikki verið øðrvísi.

Hví ert tú loysingarmaður og grannin sambandsmaður?

-Tað er sum týskararnir siga um Hitler-stýrið. Mann tað ikki vera ?Die Dummheit?. Mann hann ikki vera býttur, ha? Tí at liva í tí trúgv, at tú ikki ert førur fyri at liva í hesum landi, tað er højst beklagiligt. Man tað ikki vera av býttheit, ella fyri egnan vinning. Eivind?! Tað er rímiligt. Øll fólkapensjónin, sum kemur úr Danmark, endar í skuffuni hjá honum.

Men hon endar jú eisini í tíni skuffu, Jógvan?

-Ja, men eg skal siga tær, at fólkapensjónin er alt ov høg, og tað havi eg eisini sagt við politikararnar.

-Alt hetta tvætlið hjá javnaðarmonnum og sambandsmonnum um ríkisrættarligu støðuna o.s.fr. Tað er bara fyri at fáa pengar úr danska statskassanum. Tað er tað, sum tað snýr seg um. Skaldið sigur soleiðis: ?Fólkið er í iva sjúkt, einki álit á egnari megi?. Tað hevur einki álit á egnari megi. Tey mugu hava okkurt at stiðja seg til.

Hevur tað nakað við uppaling og ættarbond at gera, hetta við, hvør ið er sambandsmaður og hvør ið er loysingarmaður?

-Ja, tað kann tað hava. Tað eru ymisk hús í bygdini, sum hava verið sjálvstýri og samband. Men pápi Eivind var sjálvstýrismaður...


Klára okkum ikki

Handilsmaðurin Eivind Petersen kann ikki reypa av, at hann er av reinari sambandsrót. Pápin var sjálvsstýrismaður á yngri

árum, men hálsaði um, um tað mundið tá ið fólkaatkvøðan var í 1946. Um hann gjørdist sambandsmaður, veit Eivind ikki.

Men loysingarmaður var hann ið hvussu so er ikki.

-Ja, grunnlendismenn hava altíð verið sjálvstýrismenn, staðfestir Eivind, sum kortini ikki heldur, at tað eina og aleina er familja sum skapar ein sambandsmann:

- Nei, tað haldi eg ikki. Eg dugi at síggja, at vit klára okkum ikki

sjálvir um vit fáa tvey ring fiskiár. Jørðina uppi á landi ber ikki

til at snakka um.

-Høvdu teir víst okkum ítøkiliga, at vit kunnu klára okkum. Men vit hoyra ikki eitt orð um tað. Um teir kundu sett statsstuðulin inn á bók, so var í lagi. Men teir brúka hvørt oyra. Og ikki er so frægt, at teir kunnu halda sjúkrahúsini í lagi, ha? Fyri stuttum varð neyðugt at seta í verk innsavning fyri ein skannara til Landssjúkrahúsið. Og sjúkrahúsið í Klaksvík; tað eigur ikki eina kuvøsu. Kuvøsubørn í

Klaksvík munnu flytast til Havnar, ha. So kunnu vit ikki snakka um at klára okkum sjálvar...


Ólíkir spádómar

Spurningurin føroyingar seta sær í hesum tíðum er hvønn týdning tað fær fyri land og fólk, um Føroyar gerast fullveldisríki. Eivind og Jógvan eru rúkandi ósamdir um avleiðingarnar av einum tílikum stigi

Eivind Petersen: - Tað verður ein ólukka. Tað vænti eg. Sum er, verður tað ein ólukka. Tað verður ein stórur

niðurskurður hjá fólki.

-Tey flestu siga, at tey ikki høvdu klárað tað. Vit hava jú bara fiskin at liva av. Og ring fiskiár koma fyri. Tað taka teir ikki

hædd fyri; teimum ringu árunum! Teir snakka bara um hesi góðu árini.

Jógvan Høgnesen: - Tað var sum Apostulin Paulus segði um seg sjálvan; at hann hevði ikki móttikið nakað frá nøkrum.

Tað, sum likam hansara hevði notið, høvdu hendur hansara arbeitt fyri. Vit koma at liva betri. Vit koma niður á eitt sovorið

stig, at vit kunnu liva sum fólk. Sum nú gongur tað av hundan og til. Vit koma at liva betri sum fólk. Vit vera eydnusamir.

Tí, sum skriftin sigur, tá ið mann hevur nokk fyri munnin hvønn dag, skal mann takka Guði fyri lívið.


Rættir føroyingar

Í kjakinum um fullveldið hevur verið tosa um hvør ið er rættur føroyingum. Spurt hevur verið um sambandsmenn eru eins

góðir føroyingar sum loysingarmenn, tí at teir vilja vera saman við Danmark.

Jógvan Høgnesen: -Jú, tað eru teir - fyri ein part. Burtursæð frá, at teir vilja ikki hava ræði á teirra egna landi. Tað var tað, sum tey fyrr í tíðini róptu uppgávufólk. Tað vóru tey, sum góðu seg upp til ein annan. Sambandsmenn hava ikki  -sum skaldið sigur ? álit á egnari megi. Eg veit onga betri forkláring.

Eivind Petersen: - Betri! Eg sigi bara fyri meg, at eg haldi meg vera betri við Føroyar enn nógvir tjóðveldismenn. Eg

eri góður við Føroyar.

-Eg veit ikki um teir eru so góðir við landið. Eg kann geva tær eitt lítið dømi. Fyri nøkrum árum síðan vóru tveir ídnir tjóðveldismenn her. Teir fóru til Danmarkar at ferðast við familjuni. Teir fóru við Churchill, tí tað var 100 krónur bíligari enn við Norrønu. Eg og konan fóru við Norrønu fyri at stiðja tað føroyska. Bart út. Høvdu teir verið so góðir við Føroyar, so høvdu teir stiðja alt í Føroyum.

Hvør er so munurin á einum sambandsmanni og einum loysingarsinnaðum?

- Ongin í gerandisdegnum. Moralurin er hin sami. Men skal eg vera púra erligur, so haldi eg, at tað sum tjóðveldismenn siga, er tann beri orðavavstur. Onki annað. Eg sakni gerð fyri orð.


Eingin illstøða

Hóast teir eru rúkandi ósamdir um framtíðastøðu Føroya, so hevur illstøða kortini ikki verið millum teir báðar grannarnar í Oyndarfirði av hesum. Tað ber væl til at vera ósamdur um politisk stórmál sum fullveldið og kortini vera góðir grannar, halda teir.

Jógvan Høgnesen: -Ja, ja, tað ber væl til. Eg skal siga tær tað, vit taka tað ikki so tungt. Tað er so deiligt at hava fleiri

meiningar um hesi ymisku tingini.

Aðrastaðni skjóta fólk hvønn annan av tjóðskaparligum áðum. Kundi tað hent hjá okkum?

-Nei, sovorðið fer ongantíð at henda í Føroyum. Vit eru nógv meira avbalanserað. Vit eru meira kultiverað fólk. Hevur tú við ein sjálvstýrismann og ein sambandsmann at gera, so er tað politiska eingin forðing av nøkrum slagi. Tað kemur ikki uppá tal. Tá ið prátið er av er alt sum áðrenn.

Eivind Petersen: - Ja, tað ber væl til at vera ósamdir og kortini góðir grannar. Vit hava hvør sína meining, men vit merkja ikki so nógv til tað. Skal politikkur koma upp í millum fólk, so hava fólk skeiva hugsan. Og eg havi ikki sæð fíggindaskap av politikki her í bygdini.

- Her vóru tvey gomul hjún. Tey fóru á val, arm í arm. Annað valdi sambandið og hitt sjálvstýrið.


Einki nýtt Balkan

Eru allir føroyingar sum Jógvan Høgnesen og Eivind Petersen í Oyndarfirði er eingin vandi fyri, at ósemjan í fullveldismálinum endar í harðligum fíggindaskapi, ið minnir um skilið á Balkan ella í Norðurírlandi. Sambandsmaðurin og loysingarmaðurin eru sannførdir um at taparar og vinnarar fara at kunna semjast eftir eina eina fólkaatkvøðu.

Jógvan Høgnesen: -Tað fer ikki at bila. Føroyingar eru stórir individualistar. Teir hugsa um seg sjálvan fyrst og fremst.

Sambandið millum Føroyar og Danmark snýr seg um milliónirnar, sum vit fáa úr Danmark. At geva avkall upp á hettar her,

tað er ógvuliga hættisligt.

Hvussu fer tað at ávirka tíni viðuskifti við grannan, um úrslitið av eini fólkaatkvøðu gongur ímóti tínum ynskjum?

-Ja, tað blívur ógvuliga keðiligt.Vit standa við eitt vegamót, og at taka málið upp aftur verður trupult.

Fert tú at bera agg til samríkismenninar, um so er, at teir vinna?

-Nei, tað hevði eg ikki gjørt. Tí tað er so nógv, sum hendir úti í verðini. Vit hava havt tveir verðaldarbardagar, men kortini hava fólkasløgini duga at kjakast saman aftaná. Og soleiðis hevði tað ivaleyst eisini verið her hjá okkum. Jú, tað verður lætt at sættast. Tú noyðist at góðtaka tað, sum meiriluti er fyri. Men hví skal tað fara at ganga ímóti sjálvsstýrisrákinum, vit hava jú meirluta á tingi fyri fullveldinum.

Var nakað agg ella fíggindaskapur millum fólk eftir fólkaatkvøðuna í ´46?

-Nei. Ikki tað mista. Fólk góðtóku støðuna sum hon var. Tað var ikki heilt kolldømt kortini. Vit fingu heimastýrislógina, og tað var so frægari enn Færø Amt. Dimmalætting gavst við at vera amtsblað, og Færø Amts Sparekasse bleiv til Føroya Sparikassa.

-Vit livdu víðari. Fólk eru ikki so ovurhonds áhugaði í politikki. So hevur dagligdagurin størri áhuga. Tað vil siga, hvussu tað gongur í gerandisdegnum. Hevur ein bátur verið á útróðri? Hvussu nógv hevur hann fiskað og aðrar smáligheitir, sum hoyra til hetta lívið.

Eivind Petersen:- Tað vænti eg verður lætt. Sum í 1946, fara menn at stinga hvønn annan eitt sindur, men fíggindaskapur verður ongin.

Hvussu fer tað at ávirka teg, um ólkaatkvøðan gongur ímóti tíni sambandshugsjón,?

-So má mann royna at liva við tí. Meirilutin ræður. Tú mást boyggja teg fyri meirilutanum. Og hóast kanska tepur, so er ein meiriluti ein meiriluti. Antin má mann liva við tí, ella má mann rýma. Og eg rými so ikki.

Tú ert góður við títt land?

-Ja, tað eri eg. Tað er vist. Og eg verið líka góður við tað tá.

Verður ikki neyðugt at samstarva betur í framtíðini?

-Eg veit ikki. Somu politikarar, sum vilja loysa, tosa um at leggja

kommunurnar saman, tí tað ikki ber til at liva i so smáum eindum. Tað er løgið. So máttu teir hildið tað sama um lond, ikki so?

Ber til at fáa føroyingar at arbeiða betur saman?

-Tað dugi eg ikki at skoða. Men eitt veit eg, at øvundsjúkan er stór. Gongur einum væl, so verður tað honum øvundað. Men aftur til spurningin. Eg haldi, at tað er gott at vit kunnu hava ymiskar meiningar...Tað er eitt pluss fyri landið, at vit kunnu velja, sum vit vilja.