var sum hevði tú hangandi á tær eitt skelti, ið segði “ Eg klári tað nokk”. Altíð fanst tú eina leið víðari. Góði Martin, tú vart ein kempa. Nógvar eru løturnar at minnast aftur á, tí vit hava upplivað so [...] og tí bera tey arvin víðari við teirra børnum. Og túrarnir á floti – hóast tú seinastu túrarnar mátti góðtaka at draga teir flesu sitandi á toftubekkinum. Altíð var tað spennandi at tosa við teg. Tú kundi [...] finna ein annan vinkul at síggja tingini út frá. Tíni evni at síggja ljóst upp á lívið hjálptu tær eisini, so hvørt heilsan viknaði alt meira. Góði Martin, vit fara at sakna teg. Ein uggi er nú, at tú ikki
minnast á túrin, og hvat hann fortaldi um allar leiðirnar útfyri Sumbiarbygd. Heilsan hjá pabba bleiv bara verri og verri, hann var blivin so vánaligur, at hann bleiv fluttur við tyrlu norður á Landssjúkrahúsið [...] eisini á Norðhavinum í nøkur vár. Um summarið lá hann undir Beinisvørði við snaru eftir lómviga til tað bleiv forboðið. Hann og Sverri fingu einaferð 700 fuglar í tveir dagar, teir lógu nátt inni á Vágseiði [...] bliknar” og ” Á lívshavsins bylgjum” hetta var rørandi, tað má sigast. Hann hevur verið í Frelsurnarherinum, teir dagar hann ikki tókst við okkurt. Teir høvdu eitt tiltak ið kallaðist ”orið á borið”, og hetta
hvar hjálp og uggi vóru at finna. Saman við hinum á liðinum, sum nú telur tvær minni - Dinnu og Heidi, sum andaðist í desember 2001 - vil eg bera eina heilsan til tín, Sjúrð, og til børnini og ommubørnini [...] Nú er longu nakað síðani, at Dinna fór hiðani, men eg ynski at seta nøkur orð á blað um ymist, sum er seti í samband við minnið um Dinnu. Vit starvaðust í somu fyritøku í fleiri ár, og hóast vit ikki sum [...] sum so arbeiddu tætt saman, við tað at fyritøkan er stór, og vit starvaðust á hvør sínari deild, so tosaðu vit mangan saman. Tað eyðkenda við Dinnu var hennara friðarliga, blídliga lyndi, hon leyp ongantíð
uppiá. Góð mynd, hennara deiliga útstráling kom væl til sjóndar á myndini. Tað er løgið, sum lívið formar seg. 14-ára gomul arbeiddi eg á Harenga í Gøtu eina summarferiu, arbeiddi saman við Sólarn. Minnist [...] Gøtu, og báðar búsett seg á Tvøroyri. Tí havi eg tilknýti til bygdina. Tí arbeiddi eg har sum 14-ára gomul, og nógv ár seinni búsetti eg meg eisini í Gøtu í 2 ár, tá eg undirvísti á Kambsdali. Haðani eru Jórun [...] Andrew, Sólarn, Ann, Hannis og Elinborg. Harrin styrki tykkum. Friður veri við Jórun. Ein síðsta heilsan -------- Hanna Vang við familju
i, tá hildu Jytta og Jóhannes at tit vistu, hvat tit skuldu geva mær á mínum runda føðingardegi. Tú ringdi eftir okkum at koma út á Skarðhamar, og tú stóð í hurðini og smíltist, tá vit komu og segði: »Nú [...] øðrumegin ánna, eg hinumegin. Eg minnist tá tú kom til Gráastein at búgva. Tá komu vit aftur at búgva á sama stað. Góða vinalag okkara varð knýtt enn tættari, nú Jytta og eg komu at hava so nógv saman. Eg [...] ímóti heimferð, helt tú Jóhannes at hetta hevði verið ein fínur túrur. Seinni fingu vit okkum summarhús á Viðareiði. Tá komu tit javnan norður at vitja okkum – tú hevði so nógv minni frá hesi lítlu bygd og
tann stundin upprann. Á ver tolin og bið tí Guds himmalska frið skal hin trúfasti fáa í løn Tann ið krossin her ber lívsins krúnu har fær á Guds barn ver tí vakið í bøn. Ein heilsan til tykkum, sum stóðu [...] Gudi, leita tankarnir aftur til farnar dagar. Vit komu at kennast vesturi á Zarepta fyri meira enn 30 árum síðan. Vit vóru leiðarar á barnalegunum hjá dreingjaholdunum fyrstu árini vit vóru saman. Síðan vóru [...] ymiskt annað, sum har til hoyrdi. Hannis og eg vóru saman á hvørjum sumri hesi árini. Tað var ein andaliga góð tíð fyri okkum at vera saman á Zarepta. Man kom at kenna nógv fólk og samfelagið var gott
vit at kennast. Tá Jógvan gavst við sjólívinum, fór hann at arbeiða ymiskt á landi, og var hann í nógv ár hjá Demich og seinni á goymsluni hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Hann var nærlagdur í sínum arbeiði og [...] mangan rætt mær eina hjálpandi hond. Seinnu árini var heilsan farin at bila, og Jógvan gjørdist meir og meir óhjálpin, so í mars í fjør flutti hann inn á Tjarnargarð at búgva. Tjarnargarður liggur beint oman [...] arbeiðssom, og sera trúgv ímóti familju og vinum. Blíðskapurin hevur verið stórur í hugnaliga heiminum á Traðarvegnum, og mangan hava vit sitið væl har til føðingardagar og høgtíðir. Jógvan var vertskapsmaður
góði várdagur var komin, taraskógin kom undan á Borðoyavík - av fyrsta hátrýstinum yvir oyggjarnar í langar tíðir - og líkasum heilsaði Jákupi, nú hann á sístu ferð síni út í Grøv segði Klaksvíkini farvæl [...] Borðoyarvík, har sum Jákup fekk mangt kóki, so minnir vaknandi vár okkum á tað æviga, sum ongantíð doyr. Latið hetta verða uggi tykkara á komandi døgum. Harrin styrki tykkum í sorgini og sakninum, nú ið Jákup [...] øðrum inn til Klaksvíkar at avreiða hýsu. Fryntligir menn at møta, hann og beiggi hansara. At koma inn á Stengurnar í teimum døgum var eitt upplivilsi fyri ein ungan drong hvørja ferð. Har ýddi við lívi
kava og var sera djarvur. Hann, eg og umleið seks aðrir føroyingar hava tikið vinnukavara útbúgving á NYD – Norsk Yrke Dykkerskole, og var hann, eins og vit, sera errin av síni kavaraútbúgving. Eg eri ómetaliga [...] Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Jákup Andreas Hentze og samstundis senda eina heilsan til pápa hansara. Teir vóru so sera tætt knýttir. Og við samkenslu til Olgu og døturnar og alla familjuna
skips. Við skipi undir Íslandi á ungum árum, var Johan fyri tí vanlagnu, at hann misti høgra arm. Ísland og íslendska fólkið kom eftir ta hendingina, at liggja honum tungt á hjarta. Við einum armi var tað [...] tænasta fyri Jesus, stóð greitt fyri honum. Eftir at hava verið á bíbliuskúla, byrjaði Johan sum sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini á heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í Grimsby [...] vinarliga heilsan og eitt Guds orð. Nevnast skal eisini, at tá ið føroysk skip í hópatali fóru til Bretlands at keypa sild síðst í 60-árunum og fyrst í 70-árunum, var Johan um heystarnar í Stornoway á Hebridunum