Minningarorð um Johan Olsen, sjómanstrúboðara:

18. august andaðist fyrrverandi sjómanstrúboðarin, Johan Olsen í Rituvík, áttati ára gamal.

Johan var ein kendur og virdur persónur í kirkju, heimamissións og sjómansmissións samanhangi.
Johan vaks upp í Rituvík, og fór sum flestu javnaldrar til skips. Við skipi undir Íslandi á ungum árum, var Johan fyri tí vanlagnu, at hann misti høgra arm. Ísland og íslendska fólkið kom eftir ta hendingina, at liggja honum tungt á hjarta.
Við einum armi var tað ikki lætt at vera sjómaður, og tí fór hann uppá land at arbeiða.
Johan giftist við Amy í 1951, og fingu tey fýra børn.
At lívið alt, skuldi verða ein tænasta fyri Jesus, stóð greitt fyri honum.
Eftir at hava verið á bíbliuskúla, byrjaði Johan sum sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini á heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í Grimsby, har hann virkaði millum føroyskar sjómenn. Har var hann fleiri heyst á rað. Várið eftir fóru Johan og Amy til Reykjavíkar, fyri at taka við leiðsluni av føroysku Sjómansstovuni. Hetta starv røktu tey trúliga hvørt vár heilt fram til Sjómansheimið Ørkin varð vígt 2. juni 1991.
Arbeiðið í Íslandi, fyrst og fremst millum og fyri føroyingar, men eisini millum íslendingar, var eitt av hjartamálum hansara.
Í stríðnum fyri byggingini av sjómansheiminum Ørkini, var Johan ótroyttiligur.
At verða har, sum føroysku sjómenninir vóru, var Johan upptikin av. Mangur sjómaður og mong heim hava frá honum fingið eina vinarliga heilsan og eitt Guds orð.
Nevnast skal eisini, at tá ið føroysk skip í hópatali fóru til Bretlands at keypa sild síðst í 60-árunum og fyrst í 70-árunum, var Johan um heystarnar í Stornoway á Hebridunum, í Malaigh í Skotlandi og eitt skifti í Lerwich í Hetlandi.
Tá ið nótafiskiskapurin í 70-árunum og í 80-árunum tók seg upp í og út frá Hirtshals, komu nógvir føroyskir sjómenn til Hirtshals. Eisini har vitjaði Johan, og har var eina tíð ein føroyskur sjómanskvinnuringur. Hann vitjaði eisini fleiri ferðir á Bornholm tey árini, tá ið føroysku bátarnir fiskaði í Eystursjónum.
Um vetrarnar var hann íðin í arbeiðinum her heima. Hann vitjaði runt landið og talaði Guds orð. Hann var við til at stovna fleiri sjómanskvinnuringar og var íðin fyri at vitja og stimbra teir. Runavíkar Sjómansheim og missiónshúsið í Rituvík vóru eisini hjartamál hjá honum.
Við Johan er ein Harrans stríðsmaður farin.
Vit takka Gudi fyri Amy og Johan. Samstundis takka vit teimum hjartaliga fyri teirra stóra og trúfasta gerning Guds ríki til frama.
Æra verið minnið um Johan.


Undir krossins merki stóðu gamlir menn,
undir krossins merki standa hetjur enn.
Skulu vit tá svíkja? Nei, vit standa stinn.
Breiðið krossins merki út!

Vegna Sjómansmissiónina

Torleif


Kelda: Trúboðin / Vitin