Minningarorð um Jórun Johannesen

Fødd 23-10-1954 Deyð 03-01-2012

Jórun er farin. Hon er farin til Harran.
Eg bleiv kløkk og illa við týsdagin 3. januar 2012, tá eg hoyrdi, at Jórun var deyð. Tað tekur tíð, áðrenn tað ordiliga gongur upp fyri einum. Tað gekk nokk ikki ordiliga upp fyri mær, fyrr enn eg var til jarðarferð og sá kistuna við mynd av henni uppiá. Góð mynd, hennara deiliga útstráling kom væl til sjóndar á myndini.

Tað er løgið, sum lívið formar seg. 14-ára gomul arbeiddi eg á Harenga í Gøtu eina summarferiu, arbeiddi saman við Sólarn. Minnist tú, Sólarn? Hvør skuldi trúð tá, at eg 15-20 ár seinni skuldi koma at kenna mammu tína, at hon skuldi koma tætt uppá meg og Rúnu? Hon var ein góð hjálp, góður stuðul. Mann merkti beinanvegin, at hon var umsorganarfull, fitt og blíð. Hon var stillfør, ein fjálgur persónur at vera saman við. Hon dugdi væl við Rúnu. Um tíð var til tess, hevði hon ruddað køkin í eini handavending. Gita, um eg var glað? Ja, ordilig og ófør var hon eisini.

Ann, góða, kenni teg frá Miðnámsskúlanum. Sigi tað sama sum við Sólarn, hvør skuldi trúð, at mamma tín skuldi koma tætt uppá meg og mítt lív? Men tað eri glað fyri. Takksom fyri at hava kent mammu tína.

Eg kenni ikki so væl tykkum bæði yngstu, Hannis og Elinborg. Men eitt veit eg, hon snakkaði nógv um tykkum øll 4 og hevði nógva umsorgan fyri tykkum øllum, og sínum ommubørnum ikki at gloyma.

Eftir at Jórun ikki kom heim til mín longur, ikki var stuðul longur, møttust vit ikki so ofta og snakkaðu ikki so nógv saman. Men hon var altíð líka blíð, hon var so blíð við Rúnu altíð. Soleiðis minnist Rúna hana, at hon altíð var so fitt við seg. ”Hon gav mær altíð okkurt slikk, tá vit vóru inni í Magn”, sigur hon t.d.

Eftir eg fekk boðini, at Jórun var deyð, fór eg at hugsa um, at beint áðrenn jól møtti eg henni í Bónus, og vit snakkaðu nógv og leingi. Hvørgin neyvan havt góða tíð at roksa í jólaresinum, men tað gjørdu vit, snakkaðu rættiliga nógv og leingi. Minnist tú, Ann? Tú vart við tann dagin.
Eg eri ómetaliga glað fyri, at eg fekk møguleika at snakka við hana, stutt áðrenn hon fór herfrá. Takksom.

Eg endi við at nevna, at tað er rættiliga spesielt við tilknýtinum millum Gøtu og Tvøroyri. Jórun var úr Gøtu, og mamma mín er eisini úr Gøtu, og báðar búsett seg á Tvøroyri. Tí havi eg tilknýti til bygdina. Tí arbeiddi eg har sum 14-ára gomul, og nógv ár seinni búsetti eg meg eisini í Gøtu í 2 ár, tá eg undirvísti á Kambsdali. Haðani eru Jórun og mamma mín ættaðar, í Gøtu kom eg at kenna Sólarn, og so løgið, sum tað er, so varð tað Jórun, sum kom sum ein eingil, tá eg hevði brúk fyri tí. Takksom.

Til seinast vil eg bara sýna okkara djúpastu samkenslu við tykkum, sum sita eftir, John Andrew, Sólarn, Ann, Hannis og Elinborg. Harrin styrki tykkum.
Friður veri við Jórun.

Ein síðsta heilsan
--------
Hanna Vang við familju