Góði Martin
Tungt er at sita og skriva miningarorð um teg. Hóast vit vistu, at tú stríddist við svára sjúku, so varð tankin um, at vit kundu missa teg, skúgvaður til viks. Vit hava sæð teg í nógvum ringum løtum, men altíð komst tú víðari. Tú gav ongatíð upp. Tú gramdi teg ongantíð. Tað var sum hevði tú hangandi á tær eitt skelti, ið segði “ Eg klári tað nokk”. Altíð fanst tú eina leið víðari. Góði Martin, tú vart ein kempa.
Nógvar eru løturnar at minnast aftur á, tí vit hava upplivað so nógvar vælsignaðar løtur saman. Stuttligir vóru túrarnir um sumrarnar, tá vit saman við Katrini og tær og øllum okkara børnum fóru í leir at liggja í tjaldi. Vit fiskaðu og gingu nógvar trúrar.
Gjørdu bátar av mjólkarpakkum til børnini at sigla kapp við. Og ikki minst, hvussu vit hugnaðu okkum í tjaldinum um kvøldarnar. Har vórðu settir og svaraðir stórir spurningar og loystir líka stórir trupulleikar. Øll børn okkara nutu hugnan, og tí bera tey arvin víðari við teirra børnum. Og túrarnir á floti – hóast tú seinastu túrarnar mátti góðtaka at draga teir flesu sitandi á toftubekkinum.
Altíð var tað spennandi at tosa við teg. Tú kundi altíð finna ein annan vinkul at síggja tingini út frá. Tíni evni at síggja ljóst upp á lívið hjálptu tær eisini, so hvørt heilsan viknaði alt meira. Góði Martin, vit fara at sakna teg. Ein uggi er nú, at tú ikki líðir longur, at tú ert komin til ein betri stað, har eingin pína ella neyð er til.
Góða Katrin, Høgni, Tóra, Edith og Jóan Pauli, tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba. Men tit hava nógv góð og stuttlig minni um hann, ið tit fara at gleðast um.
Má Harrin hjálpa tykkum at finna leið í sorgini á sama hátt, sum Hann hjálpti Martini gjøgnum lívið.
Vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um Martin. Hann verður verandi í minni okkara.
Hans Eli og Birna