Minningarorð um Katrinu Rasmussen, vanliga nevnd Dinna

fødd 13. september 1945 - deyð 27.08.2002

Nú er longu nakað síðani, at Dinna fór hiðani, men eg ynski at seta nøkur orð á blað um ymist, sum er seti í samband við minnið um Dinnu.
Vit starvaðust í somu fyritøku í fleiri ár, og hóast vit ikki sum so arbeiddu tætt saman, við tað at fyritøkan er stór, og vit starvaðust á hvør sínari deild, so tosaðu vit mangan saman.
Tað eyðkenda við Dinnu var hennara friðarliga, blídliga lyndi, hon leyp ongantíð framav, men gav sær stundir at lurta bæði í samskiftinum við starvsfelagar og í sínum arbeiði, og viðskiftafólkini kendu seg væl, tí tey merktu, at hon veruliga tók tey í álvara og ikki gavst, fyrrenn uppgávan var loyst. Hon var álítandi og nærløgd og sera fryntlig at tosa við.
Tað var tó kanska mest í hugnaløtum - kaffipausunum og tiltøkum, sum arbeiðsplássið ella starvsfólkið skipaði fyri til at stuðla upp undir tað sosiala veðurlagið, at eg mest kom at samskifta við Dinnu. Tað blíða og fyrikomandi sermerkti hana ikki minst slíkar løtur, og hon var ein ?veitsluleyva? í positivum týdningi. Tosaði, lurtaði, skemtaði, sang, flenti, dansaði. Tá livdi hon mitt í verðini og gav hvørjari veitslu ella samkomu eitt eyka pift. Hon var so væl uppløgd, ein merkti, hvussu góð hon var við øll, hvussu hon kendi, at øll vóru hennara vinir, og hvussu hon hugnaði sær saman við sínum feløgum.
Vit vóru nakrar á arbeiðsplássinum, sum gjørdust góðar vinkonur, ein kjarni, sum tosaðu serliga væl saman, - Edna, Finngerð, Meinhild, Vivi, Heidi, Bjørg og undirritaða, og saman við okkum var Dinna.
Áðrenn Dinna gjørdist sjúk, var ikki sørt, at vit øvundaðu henni, tí hon als ongar trupulleikar tóktist hava. Hon var vøkur, bar seg væl, klæddi seg væl og tóktist hava ráð til alt. Kanska hevði hon problem, men hon tosaði so ikki um tey. Hon hevði eitt gott bakland, ein mann, sum bar hana á lógvum, børn og ommubørn, sum skikkaðu sær væl og vóru góð við hana, og hon visti ikki alt tað góða, hon skuldi gera fyri tey. Hon hevði eitt gott og hugnaligt heim har í Tjarnardeild og annars alt tað, sum kann skapa eitt trygt og gott lív. Dinna hevði eitt gott lív.
Eg setti stóran prís upp á Dinnu, og eftir at hon var vorðin sjúk, undraðist eg mangan um, hvussu róliga og positivt hon kundi tosa um sjúkuna. Ikki tað at hon bagatelliseraði, men hon greiddi róliga og sinniliga og jarðbundið frá, hvussu hetta ella hitt hevði verið, hvussu tað hevði kenst. So eiðasørt hon gramdi seg. Hevði okkurt verið ringt ella strævið, so segði hon tað við einum gátuførum smíli til at taka broddin av frásøgnini. Hon var mangan burturi, bæði úr arbeiðinum og burturi til kanningar og viðgerðir, men sjálvdan var, at tú ikki hevði hesa sannføringina um, at hon væntaði at gerast frísk aftur.
Vit, vinkonurnar, tosaðu mangan um og undraðust á, hvussu sterk hon var, hvussu viljasterkt og treiskt hon hevði barst ímóti sjúkuni í fleiri ár, hóast hon annars var bæði lítil og nett og ikki var herd av mótgongd.
Eftir at eg sjálv var farin úr starvinum, tosaðu vit ikki so ofta saman, men eg frætti regluliga um hennara støðu - oftast frá Meinhild, sum var hennara serstaka vinkona og var nógv um Dinnu heilt til tað seinasta.
Nakrar ferðir hitti eg hana, hon bjóðaði mær heim at vitja, men hóast ætlanin var góð nokk, varð hetta bert gjørt ta einu ferðina. Dinna var bæði blíð og týð, hevði gjørt okkurt gott til reiðar og vartaði upp, hóast hon orkaði lítið. Vit tosaðu um ymist, komu eisini inn á teir ævigu spurningarnar, og hon segði, at hon hevði sett sær fyri, at hon skuldi í kirkju so leingi, hon orkaði, og so ofta, hon hevði høvi til tað. Hon visti, hvar hjálp og uggi vóru at finna.
Saman við hinum á liðinum, sum nú telur tvær minni - Dinnu og Heidi, sum andaðist í desember 2001 - vil eg bera eina heilsan til tín, Sjúrð, og til børnini og ommubørnini hjá tykkum. Ein kann bara ímynda sær tað stóra, tóma plássið - og drýpa høvur. Dinna var ein kvinna, sum vit høvdu stóra virðing fyri, og sum vit minnast við takksemi. Harrin signi tykkum øll.
????????
Ása