Minningarorð um Jákup Andreas Hentze

19. jan. 1967 - 11. jan. 2012

Altíð eitt smíl, altíð klárur, soleiðis kendi eg Jákup Andreas. Hann elskaði at kava og var sera djarvur. Hann, eg og umleið seks aðrir føroyingar hava tikið vinnukavara útbúgving á NYD – Norsk Yrke Dykkerskole, og var hann, eins og vit, sera errin av síni kavaraútbúgving.
Eg eri ómetaliga keddur av ikki aftur at kunna kava saman við Jákup Andreasi og ikki aftur at vera saman við hesum brosandi og jaliga manni.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Jákup Andreas Hentze og samstundis senda eina heilsan til pápa hansara. Teir vóru so sera tætt knýttir. Og við samkenslu til Olgu og døturnar og alla familjuna.
--------
Ingi Sørensen 13/03-2012