Hann vísir eisini á, at fleiri eldrabýli eru bygd seinastu tíðina, og framrokningar vísa eisini, at eldraøkið ikki fer at dýrka nakað munandi. - Tað eru búplássini, sum kosta at byggja, men nú er tørvurin [...] kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen. Men er feilur í tølunum, vil hann fegin, at kommunurnar vísa á hann. - Eg dugi ikki at síggja, at nakar feilur skal vera í tølunum, tí hetta er tað, sum tað kostar. Tað er [...] Niclasen. Framskrivingarnar vísa, at útreiðslurnar til fólkapensjón fara at vaksa. - Men tað er ein heilt annar spurningur, tí tað verður framvegis landið, sum fer at halda útreiðslurnar til fólkapensjón
í verk, er, at hereftir skulu fakfeløg boða frá í góðari tíð, áðrenn tey fara í verkfall, so at arbeiðsgevarar fáa nóg tíð at fyrireika seg og at arbeiða undan. Einaferð varð tosað um, at fráboðanarfreistin [...] tey halda, at tað eigur at vera ein samráðingarspurningur ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar um nøkur fráboðanarfreist skal verða í sambandi við verkfall. - Tá ið Løgtingið nú ætlar sær at áseta hetta [...] Løgtingið at samtykkja í næstu ella í aðru viku. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Ein broyting, hann ætlar at seta í
tali til at fiska tær nøgdir, ið botnfiskastovnarnir bera. Sjónarmiðið var fleiri ferðir ført fram á Fiskivinnutinginum í vikuni. Búskaparfrøðingurin Kári Petersen er sannførdur um, at neyðugt er at taka óvanlig [...] sjónarhorni, so er neyðugt at taka ógvuslig stig fyri at gera tað liviligt hjá teimum, sum vera eftir í vinnuni, sigur Kári Petersen. Búskaparfrøðingurin skírir politikararnar at hava ført ein sonevndan [...] aftur, sigur Kári Petersen. - Tí er neyðugt at gera eitt annað slag av inntrivi. Tað er neyðugt at keypa nøkur skip burtur úr skipanini fyri á tann hátt at gera tað liviligt hjá teimum, ið eftir eru, sigur
Uppskotið um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, verður lagt fyri Løgtingið í næstum. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon sigur, at endamálið er, at Løgtingið skal fáa høvi at viðgera [...] viðgera málið fyri jól, so at tað kann avgreiðast endaliga stutt eftir nýggjár. Landsstýriskvinnan sigur, at lógirnar um at leggja eldraøkið til kommunurnar eru skrivaðar og í næstu viku verða tær sendar [...] viðkomandi pørtum til hoyringar. Annika Olsen sigur, at uppskotini, sum verða løgd fyri Løgtingið í næstum um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, eru trý í tali. Í fyrsta lagi er talan um eina lóg um
málið. Oddbjørn Joensen sigur, at hetta var ikki síðsta ferðin, at Hans stóð í HB málinum, men harfyri er ikki sagt, at tað sunnudagin ikki verður Teitur M. Gestsson, sum fer at standa í HB málinum. [...] HB ikki at geva AB nakað í Gundadali: – Vit vilja hava bóltin nógv mesta partin av tíðini. Tá liðið er so nógv fremst, sum vit eru, so hava vit ráð at gera mistøk. Tað vita vit, og tí tora vit at spæla við [...] við ávísum vága. Sjálvandi fara vit onkra ferðina at tapa, men vit vita eisini, at tað skal nógv til at vinna á okkum, er boðskapurin hjá HB venjaranum, áðrenn AB kemur í Gundadal. Ímóti B36 2. hvítusunnudag
standast av royking og tey fara eisini at vísa ymiskt tilfar, sum kann hjálpa roykjarum at leggja av. - Eitt endamál við tiltakinum er at eggja foreldrum og lærarum at tosa við børn og ung um vandan við royking [...] við, at tann 31 mai er altjóða tubbaksfríur dagur, men annars er heitið á teknikappingini : Roykja-tað er rotið. Tað verður klokkan 13 í dag, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at avdúkað [...] lætnir. Fólkaheilsuráðið sigur, at tað kemst av, at 2000 árgangurin av børnum er eitt heilt serligt mál hjá Fólkaheilsuráðnum. Endamálið hjá Fólkaheilsuráðnum er nevniliga, at hesin árgangurin skal vera heilt
biðið um at blíva seldur. Í gjár komu so tíðindini, at Sir Alex Ferguson gevst sum venjari hjá Manchester United. Samstundis komu eisini tíðindi um, at Wayne Rooney fyri tveimum vikum síðani bað um at blíva [...] seldur, men at felagið noktar. 27 ára gamli Wayne Rooney bað eisini um at blíva seldur í oktobur 2010. Tá var hann í samráðingum um nýggjan sáttmála, men metti ikki at felagið gjørdi nokk fyri at verða millum [...] og mett verður, at David Moyes, um hann verður nýggjur venjari hjá Manchester United, hevur ein møguleika at yvirtala Wayne Rooney at halda fram. Hetta um Wayne Rooney fær vissu fyri, at hann er ein týðandi
Spinnaríið í býnum Tað hoyrdist sum slatur, at okkum óvanligt fór at henda í sambandi við móttøkuna hjá nýggja handlinum hjá Bónus í Klaksvík týskvøldið. Og so varð. Eftir at hava bjóðað vælkomin og greitt frá [...] heilt víst at fylgja ynskinum hjá gevaranum, og brúka húsið til mentanarlig endamál, segði Jógvan Skorheim. Niels Mortensen sjálvur heldur, at samfelagið í Klaksvík hevur givið Bónus nógv, og at hetta skuldi [...] arbeiðinum av nýggja Bónus handlinum í Klaksvík, læt hann »bumbuna« bresta. Hann boðaði frá, at SMS hevði tikið avgerð um, at lata Klaksvíkar kommunu gamla Spinnaríið, sum nú er nærmasti granni hjá nýggja Bónus
hava funnist at arbeiðsumstøðunum. Eitt nú at ráðið sjálvt hevur skula útvega sær skrivara. Skotið verður upp, at Landsbanki Føroya skal verða skrivstovuumsiting hjá Búskaparráðnum. Umframt, at Búskaparráðið [...] neyðuga fakliga umhvørvið at virka í. Í framtíðini kann hugsast, at Fróðskaparsetrið fer at røkja skrivstovuumsitingina hjá Búskaparráðnum. Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligum v [...] tríggjar. Samstundis verður kravt, at limirnir skulu hava kandidatútbúgving í búskapi. Eingi krøv vera sett til vinnuroyndir, tí vinnan verður hildin at hava fleiri onnur forum at bera síni sjónarmið fram í.
nú greitt, at í ár verður útoyggjastevnan í Mykinesi tann 28. juni. Útoyggjafelagið sigur, at fyrireikingarnar ganga væl og nú verður arbeitt við góðum treysti við at gera alt klárt til at taka ímóti gestum [...] útoyggjarnar og her skulu tey royna at vinna ferðasteypið aftur frá fugloyingum, sum vunnu tað í fjør. Og sjálvandi fara tey eisini at selja mat, so at ongum nýtist at ganga svangur. Tað verður bæði heitur [...] sjálvandi aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum, men av øðrum tiltøkum kunnu nevnast, at listaframsýning verður í kirkjuni og tey fara at vísa gamlar filmar úr Mykinesi. Annars verður bæði ríðing, traktortúrar fyri