Fyri aðru ferð hevur Wayne Rooney sum Manchester United spælari biðið um at blíva seldur.
Í gjár komu so tíðindini, at Sir Alex Ferguson gevst sum venjari hjá Manchester United. Samstundis komu eisini tíðindi um, at Wayne Rooney fyri tveimum vikum síðani bað um at blíva seldur, men at felagið noktar.
27 ára gamli Wayne Rooney bað eisini um at blíva seldur í oktobur 2010. Tá var hann í samráðingum um nýggjan sáttmála, men metti ikki at felagið gjørdi nokk fyri at verða millum tey bestu í heiminum.
Hesa ferð, sambært BBC, er orsøkin at Wayne Rooney ikki kennir seg sum ein týðandi part av liðnum. Millum annað var Danny Welbeck valdur framum Wayne Rooney til seinnu hálvfinaluna í Champion League móti Real Madrid. Helst størsti dysturin í hesum kappingarárinum hjá Manchester United.
Manchester United vil ikki ganga ynskinum á møti og mett verður, at David Moyes, um hann verður nýggjur venjari hjá Manchester United, hevur ein møguleika at yvirtala Wayne Rooney at halda fram. Hetta um Wayne Rooney fær vissu fyri, at hann er ein týðandi partur av framtíðini í Manchester United.
Tað var júst David Moyes, sum gav 16 ára Wayne Rooney debut í Premier League tá við Everton. Hóast tað ikki altíð hevur verið gott millum David Moyes og Wayne Rooney, so hava teir sambært BBC einki útistandandi í dag.
Bretskir miðlar seta Wayne Rooney í samband við Chelsea, Bayern Munchen og PSG.