Hittast til gamans og álvara í Mykinesi

Útoyggjastevnan í ár verður í Mykinesi um eina mánað. Har verður ymiskt á skránni fyri bæði børn og vaksin og nú skulu tey eisini royna at vinna ferðasteypið í togtogan aftur frá fugloyingum

Tað er nú greitt, at í ár verður útoyggjastevnan í Mykinesi tann 28. juni.

Útoyggjafelagið sigur, at fyrireikingarnar ganga væl og nú verður arbeitt við góðum treysti við at gera alt klárt til at taka ímóti gestum.

Felagið sigur, at størsta avbjóðingin verður kanska samferðslan til og frá og tá ið talan er um so avbyrgda oyggj, er veðrið sjálvsagt sera avgerandi.

Skráin er fjølbroytt og tað er okkurt á skránni fyri bæði børn og vaksin og tað eisini bæði til gamans og álvara.

Á stevnuni verður sjálvandi aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum, men av øðrum tiltøkum kunnu nevnast, at listaframsýning verður í kirkjuni og tey fara at vísa gamlar filmar úr Mykinesi.

Annars verður bæði ríðing, traktortúrar fyri børn, tombola, bingo og ymisk spøl, og tað verða eisini fyriskipaðir túrar runt í bygdini, Ein túrur eftir fornum leiðum og ein listarligur túrur.

Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy fer at halda fyrilestur og kjak um fuglaveiði í Mykinesi og annars verður útimøti, fólkafundur og sangur á skránni. Og alt endar við føroyskum og enskum dansi um kvøldið.

Ein kapping er eisini á skránni og tað er afturvendandi togtoganin ímillum útoyggjarnar og her skulu tey royna at vinna ferðasteypið aftur frá fugloyingum, sum vunnu tað í fjør.

Og sjálvandi fara tey eisini at selja mat, so at ongum nýtist at ganga svangur. Tað verður bæði heitur matur, smurt breyð og grillmatur at fáa.

Inntøkurnar av tiltakinum skulu brúkast til vøll og spælipláss í bygdini.