Útlegging: Løgtingið viðgera eldraøkið fyri jól

Samstarvið við kommunurnar um at yvirtaka eldraøkið, gongur væl

Uppskotið um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, verður lagt fyri Løgtingið í næstum.

 

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Hon sigur, at endamálið er, at Løgtingið skal fáa høvi at viðgera málið fyri jól, so at tað kann avgreiðast endaliga stutt eftir nýggjár.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at lógirnar um at leggja eldraøkið til kommunurnar eru skrivaðar og í næstu viku verða tær sendar viðkomandi pørtum til hoyringar.

 

Annika Olsen sigur, at uppskotini, sum verða løgd fyri Løgtingið í næstum um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, eru trý í tali.

 

Í fyrsta lagi er talan um eina lóg um sjálva útleggingina.

 

Í hesari lógini verður ásett, hvørji samstarvsøkini skulu vera.

 

- Eldraøkið verður lagt undir 30 kommunur, men tær skulu skipa seg í samstørv, har kommunurnar fáa rættiliga fríar ræsur innanfyri ávísar karmar, sigur Annika Olsen.

 

Hon vil ikki siga, hvussu landið verður býtt sundur í samstarvsøki, men avtalurnar um samstarv ímillum kommunurnar í teimum ymsu økjunum skulu vera gjørdar í einasta lagi 1. juli.

 

Er tað onkustaðni, har tað ikki ber til at semjast um eitt samstarv, verður tað tikið haðani frá.

 

Talan er eisini um eina tænastulóg sum ásetir, hvørjar tænastur, kommunurnar eiga at veita á eldraøkinum í sambandi við endurmenning, sjálvsavgerðarrætt hjá teimum eldru, endurmenning o.s.fr.

 

Og at enda er talan um ein lóg um starvsfólkaviðurskiftini um, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk í eldraøkinum verða flutt frá landinum undir kommunurnar.

 

Ætlanin er so, at kommunurnar yvirtaka eldraøkið 1. januar 2015.