Skulu boða frá verkfalli 48 tímar áðrenn

Fakfeløg, sum ætlað sær í verkfall, skulu nú boðað alment frá tí minst 48 tímar frammanundan tey kunnu fara í verkfall.

Tað fer Løgtingið at samtykkja í næstu ella í aðru viku.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Ein broyting, hann ætlar at seta í verk, er, at hereftir skulu fakfeløg boða frá í góðari tíð, áðrenn tey fara í verkfall, so at arbeiðsgevarar fáa nóg tíð at fyrireika seg og at arbeiða undan.

Einaferð varð tosað um, at fráboðanarfreistin skuldi vera fimm arbeiðsdagar og seinni varð nevnt, at hon skuldi vera tríggjar arbeiðsdagar.

Men nú vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur havt málið til viðgerðar, er stórur meiriluti fyri at stytta fráboðanarfreistina niður í tveir arbeiðsdagar.

Fakfeløg, sum ætla sær í verkfall, skulu sostatt hereftir boða arbeiðsgevarunum frá minst 48 tímar áðrenn tey kunnu fara í verkfall, sigur meirilutin í nevndini, sum eru øll umboðini fyri samgonguna, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Kristianna Winther Poulsen, umframt uttanflokkatingmaðurin, Janus Rein.

Minnilutin, sum er Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen taka ikki undir við hesum, tí tey halda, at tað eigur at vera ein samráðingarspurningur ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar um nøkur fráboðanarfreist skal verða í sambandi við verkfall.

- Tá ið Løgtingið nú ætlar sær at áseta hetta við lóg, er tað at leggja seg út í frælsa samráðingarrættin, og tað kann ikki góðtakast, siga tey bæði.