Vinnandi børnini verða avdúkað í dag

Í dag verða vinnararnir avdúkaðir í teknikappingini, Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri sum eitt lið í herferðini ímóti royking.

Teknikappingin er í sambandi við, at tann 31 mai er altjóða tubbaksfríur dagur, men annars er heitið á teknikappingini : Roykja-tað er rotið.

Tað verður klokkan 13 í dag, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at avdúkað vinnararnar á Torginum í SMS.

Hesuferð hevur teknikappingin hjá Fólkaheilsuráðnum sett met við tað, at heilar 900 tekningar komu inn.

Børnini eru skipað í tríggjar bólkar, børn undir 7 ár, børn 7- 10 ár og børn frá 11-14 ár, og vinnarar verður funnir í hvørjum bólki.

Vinningarnir eru gávukekkar á 500 krónur, men í elsta aldursbólkinum verða tveir gávukekkar lætnir.

Fólkaheilsuráðið sigur, at tað kemst av, at 2000 árgangurin av børnum er eitt heilt serligt mál hjá Fólkaheilsuráðnum.

Endamálið hjá Fólkaheilsuráðnum er nevniliga, at hesin árgangurin skal vera heilt roykfríur.

Hesi børnini eru 13 ár nú og sostatt eru tey longu í vandabólkinum at gerast roykjarar.

Annars verða allar tekningarnar, sum eru komnar inn, sýndar fram á Torginum.

Í sambandi við at vinnararnir verða avdúkaðir, verða eisini Apotekið, Krabbameinsfelagið og Hjartafelagið til staðar við upplýsing um fyribyrging og sjúkur, sum standast av royking og tey fara eisini at vísa ymiskt tilfar, sum kann hjálpa roykjarum at leggja av.

- Eitt endamál við tiltakinum er at eggja foreldrum og lærarum at tosa við børn og ung um vandan við royking, sigur Fólkaheilsuráðið.