Skipini eru ov nógv í tali til at fiska tær nøgdir, ið botnfiskastovnarnir bera. Sjónarmiðið var fleiri ferðir ført fram á Fiskivinnutinginum í vikuni. Búskaparfrøðingurin Kári Petersen er sannførdur um, at neyðugt er at taka óvanlig stig.
- Sæð úr einum búskaparligum sjónarhorni, so er neyðugt at taka ógvuslig stig fyri at gera tað liviligt hjá teimum, sum vera eftir í vinnuni, sigur Kári Petersen.
Búskaparfrøðingurin skírir politikararnar at hava ført ein sonevndan ”albylpolitikk” seinastu 10-15 árini.
- Tiltøkini hjá landsstýrinum hava verið eins virkin og albyl uppá krabbamein. Tey hava minkað nakað um symptomini, men einki gjørt við sjúkuna, sigur Kári Petersen.
Búskaparfrøðingurin sigur seg snøgt sagt ikki trúgva uppá, at politikarar klára at skapa vinnuni góðar karmar við teimum amboðum, sum vanliga vera brúkt.
- Verður fiskidagatalið minkað so nógv sum tilráðingarnar siga, so fer allur feskfiskaflotin á húsagang. Gongur tað betri og stovnurin veksur, so eru nógvir bátar og skip sum skjótt kunnu fiska stovnin niður aftur, sigur Kári Petersen.
- Tí er neyðugt at gera eitt annað slag av inntrivi. Tað er neyðugt at keypa nøkur skip burtur úr skipanini fyri á tann hátt at gera tað liviligt hjá teimum, ið eftir eru, sigur Kári Petersen, sum tí mælir til upphøggingarstuðul.
Búskaparfrøðingurin skjýtur upp at brúka part av tilfeingisgjaldinum á uppsjóvarfiskiskapin til at keypa nøkur skip burtur úr fiskiskapinum eftir botnfiski.
Les eisini:
Makrelurin ávirkar ikki botnfiskin
Skiljiristin letur upp stongdar upsaleiðir
Makrelurin lokkar svartkalvan hendavegin
Vestergaard setir Fiskivinnutingið










