floksins. Sum fyrsta punkt á skránni stóð, at: Solidaritetsflokkurin verður stovnaður við tí fyri eyga at fáa rættartryd í landinum. Dagfinnur Danbjørg vísir til, at í Gamla Testamenti stendur, at har lógloysi [...] sigur hann, at øll vón er burtur.Og so samanber hann okkum við tað, sum danir siga, stendur yvir portrinum til Helviti: »Her lades alt håb ude.« Sum dømi um lógloysið nevnir Dagfinnur Danbjørg, at føroyskir [...] í ein pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur, er lógloysi. »Tað svarar til, at eg fari inn í Sparikassan
skipað varð soleiðis fyri, at hesi, sum verða slept út í ferðsluna, hava fingið bestu ferðsluuppalingina, og at tey veruliga dugdu at koyra bil, tá tey fingu loyvi at koyra bil. Men vit byrja við forboðum. Vit [...] so forða vit fyri, at sama vanlukka kann henda aftur. Tað vil siga, at um neyðugt, so broyta vit fysisku umstøðurnar soleiðis, at sama vanlukka rætt og slætt ikki kann henda aftur. Sum frálíður vil tað føra [...] barnsbeini av. Tí mugu tit orsaka meg, at eg meti, at peningurin var betur farin til eina koyribreyt enn til at fáa serfrøðingar at fortelja okkum nakað, vit øll eiga at vita frammanundan.
svimjing og gjørdi óivað sítt til, at tað gekk so væl at sleppa upp í part á altjóða stigi. Hugsanin var eisini tá, at torført fór at verða hjá einum so lítlum landi sum Føroyum at koma heilt upp á tindin í l [...] Hatta vóru júst nøkur av teimum orðum, sum vit bíðaðu eftir at hoyra frá landsins myndugleikum. Tað eru teir, sum eiga at taka meginpartin upp á seg í hesum átaki. Annar spurningurin er so, hvussu hetta [...] í einstaklingaítróttum kundi onkur bjørt stjørna úr Føroyum fara at lýsa einaferð. Ikki ligið á gullinum Og Svimjisambandið lá ikki á gullinum. Við fyrsta høvi, sum var at fara til HM kapping, varð teknað
ein bólkur av foreldrum tikið stig til at savna undirskriftir til tess at vísa bygdarráðnum, at tey eru ósamd við raðfestingini hjá Sands Kommunu, sum sigur, at ítróttarhøll skal raðfestast fremri enn [...] børnini ganga. Tey sum hava lagt listarnar út í handlarnar á Sandi, siga, at tey halda tað vera av størri týdningi at byggja nýggjan bygdarskúla á Sandi heldur enn ítróttrhøll. Ein teirra, sum hevur skrivað [...] eisini fram undir, at talan kann vera um politiskt spæl. Han vísir á, at av teimum trimum, hann metir sum stigtakarar, eru í hvussu er tvey, sum hoyra til ávísan politiskan flokk, sum borgarstjórin ikki
uttan at onkur av okkara syrgir fyri, at hann verður fingin av vegnum. Deyðbóltarnir tykjast av álvara at vera vornir ein trupulleiki? ? Ja. Og eg kann ikki siga so nógv annað enn bara at ásanna, at aftur [...] verjuni, sum standa og snorksova, og teir vita væl, at ein sovorðin balónbóltur so langt úti frá, sum hasin bólturin kom, eigur ikki fáa loyvi at koma inn undir málið til einasta mannin, sum teir hava [...] burturúr ongum. Hetta eru áminningar um, at tað kostar at gera mistøk, og at teir liggja so aftarlaga ger, at fremstu menninir hjá okkum fáa ikki teir møguleikarnar, sum teir annars altíð hava fingið. Vit skulu
fer at verða troyttur fult út. Hesa sannroynd koma vit ikki uttanum, og var hon orsøkin til, at undirritaði, sum landsstýrismaður, setti arbeiði í gongd at gera støðuna upp og raðfesta tørvin, sum er á [...] november 1995 er ásett, at løgtingsfíggjarlógin skal javnviga frá og við 1988. Vit hava longu uppnátt at fáa javnvág á fíggjarlógina. Allar framrokningar siga, at vit í inniverandi ári koma at hava eitt fitt avlop [...] nú. Henda møguleika royndi undirritaði at fáa samgongutinglimir til at ganga inn fyri, og fekk tað sum kunnugt fylgir. Um tað er nakar, sum fær vinning burturúr at vit verða afturútsigld, veit eg ikki.
har hevur ongantíð verið nakað at síggja. – Tað er óhugsandi, at fólk hava givið honum at eta, tí har er so bratt, at tað eru bara fólk, sum hava við hagan at gera, sum ganga har, og høvdu tey havt sæð [...] ongin reaktión. – Tá ið tað fór at skýma, var einki at gera, enn at fara til húsar, men beinanvegin í lýsingini dagin eftir fóru vit við báti at leita. Men har var onki at síggja. – Vit vóru eisini fleiri [...] hendi tað ótrúliga at jólamorgun sóu Mikladalsfólk, at ein hundur sat uttanfyri hjá okkum í Mikladali, sigur Karsten Hansen. – Ongin kendist við hann og at tað skuldi vera okkara hundur, sum var afturkomin
tað áhugaverdasta at lesa, heldur ikki tá komið verður fram til verkini: Í myndum hennara kemur fram tann boðskapur, at vit øll eru menniskju, og at vit eru, sum vit eru& Mannalívið, sum tað kemur fram í [...] klassiska tilgongd, eins og tað, at hermaðurin so at siga er druknaður í síni egnu spegilsmynd gevur hugasamband við mytuna um Narcissus, sum druknaði í einum hyli í royndini at fevna sína egnu spegilsmynd [...] ávirkan osfr. Nær og hvussu kend fólk eru, er hinvegin ikki umráðandi at fáa at vita. Vónbrot Sum heild var tað eitt satt vónbrot at lesa katalogið, ið annars sær so fínt út við harðari permu og 50 síðum
tóktist tað eisini sum um, at neistakvinnurnar fullkomuliga høvdu mist sjálvsálitið. Fleiri grundleggjandi tekniskir feilir vóru at síggja, og hetta førdi sjálvandi við sær, at tær so at siga ongantíð fingu [...] enn hann ofta hevur verið, tá hesi bæði liðini tørna saman. Samstundis sum tað tykist sum um, at Neistin ikki hevur somu styrki, sum tær annars hava havt flestu av undanfarnu árum, so hevur VB í ár styrkt [...] til gestirnar. Sum dystargongdin var í fyrra hálvleiki, so var helst eingin ivi, um at VB mundi fara avstað við øllum stigunum. Tær vóru betri og skjótari enn mótstøðuliðið í so at siga øllum støðum.
yrkið sum dómari. Tað er ikki altíð, at dómarin sær alt, sum fyrigongur á vøllinum, men tá ræður um at selja avgerðina. – Fótbóltsspælarar eru sum hundar ið lukta blóð. Fáa teir fyrst illgruna um, at tú ikki [...] fullvísir í, at allir dómarar í Føroyum døma eftir bestu sannføring. Samrøðan er bara nakrar minuttir gomul og Petur Reinert er ikki bangin fyri at siga tingini, sum tey eru. Soleiðis er Petur Reinert sum persónur [...] framvið og sigur; »Eg vóni at tú setur tað í hálsin.« – Tað eru nógv fleiri góð ting við at vera dómari enn tað er keðilig, men tað vísir seg, at fólk halda tey hava rætt at siga alt við teg, sigur Petur