Flóttafólk
Millum mongu framsýnararnar úr Íslandi á ferðavinnustevnuni, sum júst hevur verið í Føroyum, var Hotel Ørkin í Reykjavík – ella føroyska sjómansheimið í Reykjavík, sum tað vanliga verður rópt.
Tey, ið umboðaðu Hotel Ørkina, vóru Símun Hansen, stjóri og Zeljka Krístín Klobucar, ið tekur sær av bíleggingum og øðrum.
Undir vitjanini á básinum fall prátið skjótt yvir á annað álvarsmál enn ferðavinnumál, ið Vestnorden Travel Mart snýr seg um.
Zeljka flóttafólk
Tann 26 ára gamla, fryntliga og sjarmerandi Zeljka Krístín, er flóttafólk úr gamla Jugoslavia. Hon hevði sína søgu at siga um, hvussu hon saman við familju síni í 1995 flýddi úr Kroatia um Bosnia og inn í Serbia, áðrenn familjan kom til Íslands at búgva.
- Vit búðu í serbiskum parti av Kroatia. Pápin var serbi og mamman kroati. Vanliga verða serbar róptir ortodoksir og kroatar katolikkar.
Zeljka sigur, at tá ið politiska stríðið tók seg upp í landspørtunum, sum áður vóru partar av gamla Jugoslavia, var ikki tespiligt at vera serbi í Kroatia.
Rikin burtur
- Kroatar, sum vildu hava sjálvræði, vildu hava okkum serbar út úr landinum. At enda gjørdist støðan hættislig hjá okkum, tí kroatar gjørdu seg beinleiðis inn okkum við skotvápnum, granatum og bumbum.
Hon sigur, at tá ið flestu serbisku familjurnar, sum búðu um teirra leiðir, flýddu úr Kroatia um morgunin – ella vórðu dripin, kundu tey ikki fara, tí pápi hennara stríddist á hermótinum við serbum ímóti kroatum.
- Dagin og náttina fyri, at pápi kom heim aftur til okkara, krógvaðu vit okkum tað mesta av einum samdøgni undir eini betong trappu í húsum okkara. Vit kendu hitan og luktin frá granatunum og bumbum, sum fullu beint við hús okkara. Vit hoyrdu hermenn rópa og skrýggja.
Særdur pápi
Zeljka sigur, at tá ið pápin umsíðir kom aftur, var hann illa særdur av granat splintum, sum høvdu meiðslað bæði bein, armar og høvur.
- Hann var illa særdur og bløddi illa.
Hon sigur, at so skjótt pápin var aftur komin, fóru tey undir flýggjanina, sum tilsamans vardi í 12 dagar – gjøgnum skógarlendi í Kroati, um Bosnia og inn í Serbia.
- Á hesi ferðini stríddust vit fyri lívinum, og vit væntaðu nógvar ferðir, at okkara seinasta løta var komin. Vit møttu herfólki á leiðini, men vit sóu ikki mun á, um hesir vóru kroatar ella serbar. At pápi var serbi, hjálpti okkum, tá vit møttu serbum á vegnum, og tað eydnaðist okkum eisini at sleppa undan kroatunum við lívinum.
Zeljka sigur, at ymsastaðni á vegnum sluppu tey upp í traktorar, og onkur hevði mat, sum tey kunnu fáa.
- Ein gomul kona, sum búði í okkara grannalagi, var eisini í fylgi við okkum, og hon tók sær væl at pápa mínum. Pápi royndi at binda um sárini sum frægast, og á vegnum møttu vit eisini sjúkrasystir, sum hjálpti pápa við sárunum.
Til Íslands
Undir flýggjanini helt pápi Zeljku fyri, at um tey sluppu við lívinum, skuldu tey flyta til eitt land, sum hevur kross í sínum flaggi.
- Vit búðu fyrst í flóttafólkalegu í Serbia og seinni í húsum hjá niðurlendskum fólki, sum vóru í Serbia og hjálptu flóttarfólki.
Zeljka Krístín Klobucar hevur nú búð í Íslandi í fleiri ár, og hon tosar væl íslendskt. Hon hevur arbeitt á Ørkini í hálvt triðja ár.
- Nú umstøðurnar í Kroatia eru broyttar, hava vit vitjað aftur í barnaheimi okkara, sum vit framvegis eiga og brúka sum summarhús. Upp í søguna um Zeljku hoyrir eisini, at hon seinni er gift kroata, sum hon møtti á einum av teirra vitjanum í heimlandinum.
- Pápi helt ikki nógv um sjeikin í byrjanini, tí hann er kroati, men vit eru ikki rasistar, og í dag er alt í fínasta lagi, sigur Zeljka Krístín Klobucar, sum undir vitjanini á Vestnorden Travel Mart er vorðin rættiliga hugtikin av Føroyum og føroyingum, sum hon sjálvsagt eisini kennir úr Íslandi.