Fróði berjist í búri

- Eg eri altíð eitt sindur bangin, tá eg eri komin inn í búrið, og dysturin byrjar, tí tað er altíð kjansur fyri, at tað gongur galið. Tað sigur Fróði Hansen, sum íðkar eina av heimsins harðastu ítróttargreinum.

Hann venur martial arts, kickboksing, ju jutsu, svimur, rennur, súkklar og ger fimleik fleiri ferðir um vikuna. 33-ára gamli Fróði Hansen vil vera í so góðum formi sum yvirhøvur gjørligt, tí er hann ikki væl fyri kropsliga, so kann skjótt enda galið, tá havnarmaðurin skal dystast í búrinum.


Rocky gav íblástur

Fróði, sum býr í Keypmannahavn, hevur altíð havt stóran áhuga fyri ítrótti:

- Sum smádrongur gekk eg til stórt sæð alt, sum eg kundi. Serliga fótbóltur, badminton og tennis fór við nógvari tíð. Men sum hjá so nógvum øðrum, so fall eg frá, tá eg gjørdist tannáringur, fortelur Fróði. Hann hevur búð í Danmark síðani 1992 og lesur í løtuni ítrótt á øðrum ári á universitetinum í Keypmannahavn.

Hóast Fróði var vaksin, áðrenn hann byrjaði at íðka kampítrótt, so hevur áhugin fyri ítrótti innan hesa sjangruna verið til staðar líka frá barnsbeini av:

- Sum smádrongur sá eg filmar við Bruce Lee, Karate Kid og Rocky, og teir hava allarhelst givið íblástur. Tað var ikki møguligt at ganga til kampítrótt av hesum slag í Føroyum, tá eg var lítil, men eg var ótrúliga áhugaður í kampítrótti longu tá, greiðir Fróði frá.

Tað var ikki fyrr enn hann var 26 ár, at hann veruliga slapp sjálvur at royna seg við kampítrótti:

- Tey tvey árini, meðan eg var í danska herinum, royndi eg meg eitt sindur við nevaleiki, men tað var ikki fyrr enn í 2004, at eg byrjaði at venja miðvíst. Tá fekk eg ein brasiliara at venja meg í tí klubbanum, eg hoyrdi til, sigur Fróði, sum beinaveg visti, at hetta var ein ítróttur, ið honum dámdi:

- Brasilski venjarin dugdi ikki enskt, so hann vísti ymisk lás og greb, og eg dugdi tey stórt sæð beinaveg, so mixed martial arts er allarhelst nakað, sum bara liggur til mín, heldur Fróði.


Alt skal planleggjast

Av tí at ítrótturin fer við sera nógvari tíð, er av alstórum týdningi, at hvør vika og dagur verða løgd sera væl til rættis:

- Eg vil siga, at ítrótturin fyllir sera nógv, tí eg venji okkurt so at siga hvønn dag. Áðrenn dystir eri eg í venjingarhølinum eini 10-11 ferðir, og tá eg eisini havi skúlan og ein son, so sigur tað seg sjálvt, at eg ikki havi tíð til so nógv annað, sigur Fróði, sum javnan luttekur í stórum dystum:

- Teir heilt stóru dystirnar havi eg eini fýra ferðir um árið, og tað er vanligt innan hesa ítróttargreinina. Umleið helvtin av teimum heilt stóru dystunum eru uttanlands, og tað dámar mær ótrúliga væl, tí tað er næstan sum eitt ævintýr at sleppa út í heim at dystast.

Hæddarpunktið higartil var seinasta ár, tá hann var í Prag og dystaðist eftir at hava havt steðg frá kappingum í hálvtannað ár:

- Til ta seinastu kappingina bleiv eg knockoutaður, so tá eg skuldi í búrið at berjast hálvtannað ár seinni í Prag, skuldi eg veruliga yvirvinna meg sjálvan, fortelur Fróði, sum stóð seg avbera væl til dystin og vann í aðru rundu.


Etur pitsa og køku

Tað skal nógv orka til, fyri at Fróði skal vera so væl fyri sum yvirhøvur gjørligt bæði kropsliga og sálarliga. Tískil hevur kosturin ein stóra leiklut í gerandisdegnum hjá Fróða. Hóast hetta so heldur hann ikki, at hann etur so nógv øðrvísi enn flest onnur fólk:

- Eg eti allan vanligan mat, men hugsi um at eta ymsar matvørur, og at tað skal vera nøkunlunda heilsugott. Mær dámar væl at eta lættan mat, so um morgunin og dagin eti eg til dømis havragrýn, frukt og ymisk fiskasløg. Um kvøldið eftir venjing eti eg tyngri mat og ofta okkurt kjøt, greiðir Fróði frá. Sjálvt um hann er tilvitaður um at eta heilsugóðan kost dagliga, so dylir hann ikki fyri, at honum eisini dámar ósunnan mat:

- Mær dámar væl pitsa og køku, og eg eti tað eisini av og á. Eg fokuseri uppá at eta gott og sunt hvønn dag, so tað bilar ikki um ein pitsa ella ein køkubiti rúka niðurum onkuntíð. Tað skal bara ikki vera soleiðis, at eg eti ósunt í staðin fyri eina ordiliga máltíð, sigur Fróði.

Tað er tó serliga nakrar dagar áðrenn stórar kappingar, at Fróði veruliga hugsar um kostin, tí tá skal hann ikki viga meir enn eitt ávíst:

- Áðrenn ein stóran dyst kann eg lætna rættiliga nógv upp á fáar dagar. Mánamorgun kann eg viga 85 kilo, og fríggjakvøld eri eg so komin niður á 77 kilo, fortelur Fróði og leggur afturat, at hann hesar dagarnar ikki bert missir feitt, men at ein partur av tí eisini er væta.


Oyruni líkjast blomkáli

Mixed Martial arts er ein ítróttagrein, sum er í stórari framgongd kring allan heimin, og hóast tað mangan sær ógvusligt út, tá dystast verður í búrinum, so eru skaðar ikki so títtir hjá teimum íðkandi:

- Sum oftast henda skaðarnir, tá vit professionellu venja saman við amatørum, so tá eg hendingaferðir venji saman við fólki, ið ikki eru so von við mixed martial arts, ansi eg væl eftir ikki at koma til skaða, greiðir Fróði frá. Sambært honum eru teir mest vanligu skaðarnir sár í andlit og fótlið, sum fara úr lið.

Hann er tó tilvitaður um, at mixed martial arts ikki er ein vandaleys ítróttargrein, hóast skaðar ikki eru so vanligir:

- Eg eri altíð eitt sindur bangin, tá eg eri komin inn í búrið, og dysturin byrjar, tí tað er altíð kjansur fyri, at tað gongur galið. Tað, sum er mest umráðandi, er at halda fokus. Um mann býtir tað upp, so telur tað kropsliga og sálarliga 80 prosent, meðan teknikkurin einans telur 20 prosent, sigur Fróði.

Eitt, sum fylgir við hesi ítróttargrein, er tað, sum millum íðkararnar verður nevnt blomkálsoyru. Tað er ein skaði, ið avdúkar, um ein persónur íðkar mixed martial arts:

- Tá vit dystast er skjótt, at mann situr fastur í ymsum grebum, og oyruni verða ofta kroyst. Tá brotnar bróskið, og blóð setur til. Ofta seta vit bara eina nál í og royna harvið at fáa blóðsamlingina burtur, og aftaná skal ísur á. Tá mann hevur gjørt hetta nakrar ferðir, fara oyruni at líkjast blomkáli, og tí kann mann lætt finna útav, um ein persónur íðkar mixed martial arts, greiðir Fróði frá við einum skálkabrosi.


Vil liva av MMA

Fróði hevur megnað at gerast eitt kent navn innan sína ítróttargrein, og fert tú inn á danskar heimasíður um mixed martial arts og aðrar kampítróttir, er navnið Fróði Hansen fleiri staðni at síggja. Hann hevur vunnið stórar kappingar og bleiv eitt nú í 2010 Danmarksmeistari í grappling, sum er eitt slag av kampítrótti uttan spark og slag. Í løtuni venur hann miðvíst, tí hann kundi hugsað sær at kunna liva av ítróttinum:

- Í løtuni fokuseri eg 100 prosent upp á venjingina. Ynskiligt hevði verið, um eg hevði kunnað livað av hesum, sigur Fróði og leggur afturat:

- Tað ultimativa málið er at fara til USA og einans gera hetta. Sjálvur haldi eg, at allar hurðar eru opnar, men tað, ið forðar mær í løtuni at fara, er, at eg í løtuni eri í ferð við at útbúgva meg á universitetinum, sigur Fróði Hansen.

Spurdur, um hann hevur ætlanir um at koma til Føroya og læra føroyingar mixed martial arts, svarar hann jaliga:

- Um onkur byrjar eitt slag av felagi, so vil eg gjarna koma til Føroya í feriunum og leggja teimum lag á. Tað er longu nú onkur, sum undirvísir í kampítrótti í Føroyum, so tað sær út til, at tað er áhugi fyri hesum ítróttinum, sigur Fróði Hansen.




Hvat er MMA?

Mixed martial arts er ein grein í kampítrótti, har tey luttakandi kappast um at vinna á hvørjum øðrum við at nýta ymsar teknikkir frá fleiri ymsum kampítróttum; tískil eitur tað mixed martial arts. Vanliga inniheldur MMA okkurt frá tei-nevaleiki, vanligum nevaleiki, glíming og brazilian ju-jutsu. Ein dystur, sum fer fram í einum ringi ella búri, verður vunnin, tá dómarin steðgar dystinum, tá hann metir, at mótstøðumaðurin ikki meir kann forsvara seg, um ein av pørtunum missir vitið orsaka av knockout, ella tí hann verður kvaldur. Eisini kann ein av pørtunum geva seg yvir við at banka niður í gólvið ella við at klappa mótstøðumannin á ryggin.

Hesin ítrótturin hevur verið rættiliga umstríddur í fleiri, serliga av tí at ítróttargreinin at byrja við bleiv kend undir navninum “Ultimate Fighting”. Ítrótturin er nú blivin broyttur nakað, millum annað við fleiri reglum, og tað hevur gjørt, at alsamt fleiri fólk taka MMA til sín sum ítróttargrein.