Tit eru lesandi og ikki næmingar

Tit sum byrja her í dag eru ikki longur næmingar, men tit eru lesandi. Tað er nakað tit mugu vera tilvitaði um frá fyrsta degi, segði nýggi rektarin á Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen, millum annað, til samkomu úti á Frælsinum, har skúlaárið hjá teimum lærara- og pedagoglesandi byrjaði í dag

Tað var nýggi rektarin á Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen, sum legði fyri á samkomu í Læraraskúlahøllini, nú lærara- og pedagoglesandi fara undir eitt nýtt ár á Frælsinum.
Síðani var tað Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum kom til orðanna.
Hann byrjaði við at lýsa fakligu og menniskjaligu førleikar rektarans. Jógvan á Lakjuni hugleiddi um tíðina, frá tí at hann og Jóannes Hansen báðir gingu á Føroya Læraraskúla, og vísti millum annað á, at enn var onkur av somu lærarunum eftir á skúlanum, pedellurin var hin sami og eisini onkra kantinudamu kendi hann aftur.
Landsstýrismaðurin greiddi frá, at pedagog- og læraraútbúgvingin hevur ein grundleggjandi og fólkaberandi leiklut, og vónaði hann, at hann kundi vera við at lyfta upp undir pedagog- og læraraútbúgvingina.
Samstundis sum hann vísti á, at útbúgvingin eigur at vera raðfest høgt, nam hann eisini við nýggju pedagog- og læraraútbúgvingina og eggjaði hann næmingunum til at vera við í kjakinum, sum verður í næstum, tá uppskotið um ein øðrvísi bygna av verandi pedagog- og læraraútbúgving verður lagt fram.

Pengar mugu játtast
Jóannes Hansen takkaði síðani Jógvani á Lakjuni fyri bæði røðu og blómurnar hann fekk handaðar, og segði síðani sjálvur nøkur orð.
- Tá ið eg fyrireikaði meg til hesa løtuna, og eg skuldi hugsa um nøkur orð til teirra, sum ganga her á staðnum, so vóru tað hugtøkini pedagognæmingar og læraraskúlanæmingar, sum fyrst duttu fram í hugan. Men eg havi nevnt tykkum lesandi, og tað liggur eitt signal í hesum.
Tit eru ikki næmingar, men tit eru lesandi. Eitt av týdningarmiklu signalunum í hesum er, at nú hava tit sjálvi størri ábyrgd fyri skúlagongdini og innlæringini, enn tit hava havt, tá ið tit gingu í barnaskúla og eisini í miðnámsskúla. Tað er sera týdningarmikið fyri meg og okkum her á staðnum at undirstrika hetta fyri tykkum soleiðis, at tilvitanin um hetta beinanvegin verður stór og vaksandi.
- Traditionelt og ivaleyst ofta framvegis síggja vit læraran sum áfyllara. Nútíðin og framtíðin leggur upp til, at vit síggja læraran sum íblásara og kveikjara. Um lesnaðurin eydnast optimalt, so verða tað tit, sum undrast og reflektera, og tað eigur aftur at bera við sær, at tit seta spurningarnar, sum tit so aftur fara at leita eftir svarinum uppá. Og í tí leitanini uppstanda heilt víst nýggir spurningar og nýggjar reflektiónir og nýggj kritisk støðutakan til spurningarnar, segði nýggi rektarin millum annað í røðu sínari.
Jòannes Hansen greiddi eisini frá smávegis broytingum í gerandisdegnum úti á Frælsinum, og har kom millum annað fram, at farið verður undir at arbeiða við hvussu interna eftirmetingin av lærugreinum, har ongin próvtøka er, skal skipast.
At enda í røðu sínari vendi rektarin sær aftur til starvslýsingina eftir nýggjum rektara, sum stóð í bløðunum á mai. Ein av fyrstu orðingunum í henni var, at rektarin skuldi vera við til at skapa trivna á skúlanum. Tað vil Jóannes Hansen fegin vera við til, og gleddist hann um, at næmingarnir vóru komnir í skúlan nú, tí ongin skapar trivna einsamallur, segði hann.
- Mítt mál er at skapa góðar karmar kring lesnaðin. Tað verið seg sosialt, fakliga og fíggjarliga. Hetta síðsta dugi eg ikki enn at siga so nógv um. Men tað er mín greiða fatan  og hesa heilsanina kann landsstýrismaðurin bera við sær til sítt umsitingarliga og politiska bakland, at sjálvandi skulu teir pengarnir játtast til pedagogútbúgvingina og læraraútbúgvingina, sum tað kostar at gera íløgur í og at reka hetta staðið við útbúgving av pedagogum og lærarum sum mál, segði Jóannes Hansen, sum nú fer undir sítt fyrsta ár sum rektari á Føroya Læraraskúla.
Samkoman endaði við, at tey nýggju lesandi vóru boðin vælkomin av hinum lesandi, sum við sangi og myndum lýstu undan farna ár skúlanum.