i. Hesum søguríka býnum, sum so nógv er hoyrt og lisið um. Rutan er kunngjørd á arki, sum liggur í flogfarinum, og av tí, at eg havi fingið setur við vindeygað, er spennandi at vita, um nakar møguleiki [...] turkisku Miðjarðarhavsstrondini. Men Miðjarðarhavið er sær sjálvum líkt og blinkar blátt og skyggjandi til mín her einar 11 km. uppi í luftini. So alt í einum er Egyptaland undir okkum. Eitt grønt, sera væl velt [...] nýmótans hotel stinga seg upp fram við ánni. Og ferðslan er øgilig. Og larmandi. Eins nógv og ferðslan er, eins fjølbroyt og øðrvísi frá okkara viðurskiftum er hon. Øll vanligu akførini, vit kenna av okkara leiðum
á hvørjum ári. Tað er altíð spennandi og ein fragd at vera til framsýningina hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla. Her er altíð nógv áhugavert at síggja og hoyra, og tað er ikki sørt, at tú á [...] seinasta veturin. Tað er ikki ofta, vit fegnast um ruðulleika, men tað gera vit í hesum førinum, tí troðkanin kring Eysturskúlan er tekin um lív í býnum, og at okkara kvøldskúli er ein livandi skúli við [...] avbjóðandi og fantasifull. Her liggja nógvir tímar aftanfyri alt tað, sum sýnt verður fram, og eg gleði meg eins og øll hini til at skoða øll verkini, ið fyri mær prógva, at kvøldskúlin er ein neyðugur og týðandi
Og hetta er júst tann einasta rætta loysnin at geva musikklærarunum høvi til kombinerað lærara- og musikarastarv, sum er vanligt í øðrum londum, og sum tað enn meira her úti á okkara útskerum er tørvur á [...] ljómandi strúkaraklang, sum er besta eyðkennið fyri gott kamarmusikalskt spæl. Í forhondsumtaluni í bløðunum varð dentur lagdur á tað serliga við hesari konsert, at ungir spælarar her sluppu upp í part at royna [...] tónlistafólk í Íslandi og er seinnu tíðina eisini meira og meira komin fram sum orkesturleiðari eisini í øðrum londum. Nú hevur hann fast tilknýti til okkara tónleikalív, gongur her í túninum millum okkum
taka til okkum. Tað er ikki bara at fara undir eitt tónleikaligt projekt, tí tað er langur vegur frá sangskrivingini, lagsetingini, upptøkunum, mastringini og at lidna úrslitið er borðbart. At meta um [...] ofta fyrr, at tað eg leggi mest í innan tað tónleikaliga og list yvirhøvur er, at eg føli hetta inniliga í framførsluni og tað er nakað Kristel dugir. Hon hevur ikki bara eina super rødd, men leggur út við [...] um hetta við borðberingini er so heldur ikki altíð lættasta uppgávan at koma til, men eitt er at siga um hennara avrik, at tey eru bæði væl frágingin, tí eg føli hesa kensluna av einum sera dugnaligum tónleikara
arbeiða 2000 føroyingar uttanlands og talið er alsamt veksandi. - Myndin er ikki so greið í Havnini, men hon er øgiliga sjónlig á bygd, har støðan nógvastaðni er tann, at stórur partur av mannfólkunum í bygdunum [...] Tað er neyðugt at gera nakað við tann trupulleika, at so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands og ikki rinda skatt í Føroyum. Tað heldur Gudny Langaard, stjóri í Vodafone í Føroyum, sum her er avmyndað [...] fara uttanlands at arbeiða, tí mangan er lønin so mikið góð, at teir hava tað sama eftir tá ið skatturin er goldin, sum teir forvinna í Føroyum, áðrenn skatturin er goldin. - Trupulleikin hjá føroyska
1988. Orsøkin til stjørnuna, sum er viðmerkt aftanfyri er, at Ben Johnson seinni sama dagin bleiv kolldømdur fyri doping. Síggj dokumentarin 9.79* á DR.dk við at trýsta HER Dokumentarurin fylgir teimum átta [...] ndi fekk gullheiðursmerkið. Carl Lewis er ein maður við sterkur meiningum, og er ikki knallaður fyri doping. Hann heldur lítið um atburðin hjá Ben Johnson, ið er hansara kappingarneyti. Dokumentarurin [...] stjørnur. Hetta er ein framúr dokumentarur, sum kemur so væl afturum 100 m finaluna í Seoul í 1988, sum tað ber til. Allir høvðuspersónarnir eru við, uppstingin er framúr og forteljingin er avbera góð. Tað
sigur, at hetta skal takast við einum ávísum fyrivarni. - Her er bara talan um røktarsjúklingar, sum liggja innlangdir á sjúkrahúsi, tí onki pláss er fyri teimum nakrastaðni á ellis- og røktarheimi. Annars [...] røktarheim. Her er talan um fólk úr allari Suðuroy. Men harumframt hevur Suðuroyar ellis- og røktarheim eisini 25 aðrar umsóknir liggjandi frá fólki, sum nokk ikki hava bráðneyðugan tørv at fáa búpláss. Her er [...] Djurhuus. Vilja búgva saman Tað er óvirðiligt, at fólk, sum onki hava við hvørt annað at gera, verða tvingað at búgva saman á tveymannakamari á elliso og røktarheimum. Tað er grundgevingin hjá Rósu Samuelsen
dóm í mun til at tað er hvør einstakur, ið er kristin, og ikki tjóðin. - Eitt nú, eru ikki øll fólkini í einum muhamedanskum landi muhamedanarar. Tað sama er her í Føroyum. Tað er ein kristin tjóð, men [...] - Um tjóðin er kristin er sjálvandi ikki sagt, at hvør einstakur er kristin. Sama støða Tað var brøðrasamkoman í Ebenezer í Havn, ið fekk innbjóðingina frá biskuppi. Í Betestha í Klaksvík er eingin innbjóðing [...] men ikki eru øll kristin her. - Tað sum vit leggja í týdningin av eini kristnari tjóð er, at kristindómurin hevur verið tann berandi átrúnaðurin her á landi. Hetta hevur samstundis fingið stóran ávirkan
at samarbeiði er fingið í lag við Oceaneering, er, at felagið hevur tann neyðuga serkunnleikan á økinum. Felagið skal eisini vera veitari av útgerð hjá Atlantic Diving, tí slík útgerð er sera kostnaðarmikil [...] ásanna, at neyðuga vitanin ikki er í Føroyum í løtuni, og tí er neyðugt við útlendskum samstarvi. Innihaldið í sáttmálanum snýr seg bara um karmarnar, sum arbeiðast skal eftir. Her eru bara ábyrgdir og skyldur [...] eisini at greiða nærri frá, meðan hann er her. Atlantic Diving skipar tí saman við Oceaneering fyri kunnandi fundi á Maskinmeistaraskúlanum týskvøldið kl. 19.30. Her fer Jon Playford at luttaka, og greitt
oyðileggjandi sparingar, er nettupp tann sannroynd, at tað liggur í høvuðsstaðnum. Ikki tí, her skuldu verið nokk av politikarum til at gjørt manngarð um sjúkrahúsið. Men tað er bara sum um, at Landssjúkrahúsið [...] sjúkrahús. Hetta er ikki eitt álop á smærri sjúkrahúsini, men er tað ein politiskur setningur hjá hesum landsstýrinum ikki at játta sjúkrahúsunum tað tey hava tørv á - og tað samtíðis er eitt krav, at vit [...] hvussu er nakað annað, nevniliga at vit hava eitt ambuterað Landssjúkrahús. Kanska er avgerðin hjá leiðsluni á LS ikki so óskiljandi kortini, hóast mannagongdin kundi verið ein onnur, tí hon er ein beinleiðis