Mánadagin kemur Jon Playford frá Oceaneering til Føroyar at undirskriva sáttmálan, sum Atlantic Diving ger við stóru altjóða fyritøkuna Oceaneering. Heimstaðurin hjá Oceaneering í Evropa er í Aberdeen. Annars hevur felagið høvuðsskrivstovu í USA.
Ætlanin við sáttmálanum er, at Atlantic Diving saman við Oceaneering kann bjóða oljufeløgunum, sum fara undir leitingararbeiði við Føroyar, eina ROV-tænastu. ROV stendur fyri Remotely Operated Vehicle, sum er ein ómannaður fjarstýrdur undirvatnsbátur. Hesir bátar verða ofta nýttir til leiting í oljuvinnuni, tá botnurin skal kannast.
Við hesum hevur Atlantic Diving tikið fyrsta stigið út í oljuvinnuna, og tað verður føroyska felagið, sum skal standa fyri uppgávunum í føroyskum øki.
Orsøkin, til at samarbeiði er fingið í lag við Oceaneering, er, at felagið hevur tann neyðuga serkunnleikan á økinum. Felagið skal eisini vera veitari av útgerð hjá Atlantic Diving, tí slík útgerð er sera kostnaðarmikil.
Edvard og Jens ásanna, at neyðuga vitanin ikki er í Føroyum í løtuni, og tí er neyðugt við útlendskum samstarvi.
Innihaldið í sáttmálanum snýr seg bara um karmarnar, sum arbeiðast skal eftir. Her eru bara ábyrgdir og skyldur ásettar. Tá meira ítøkiligar ætlanir liggja á borðinum, verða projektsáttmálar gjørdir.
Tað er felagið Norðcon, sum hevur samskipað samráðingarnar, og tær hava eisini eydnast sera væl, siga teir báðir. Teir settu seg í samband við Oceaneering fyrstu ferð fyri einum lítlum ári síðani.
Føroyingar útbúgvast
Edvard Kjeld og Jens Hansen leggja stóran dent á, at føroyingar vera við í arbeiðnum. Tí hava teir eisini fingið við í sáttmálan, at føroyingar kunnu fáa útbúgving sum ROV-pilotar. Hesum fer Jon Playford eisini at greiða nærri frá, meðan hann er her.
Atlantic Diving skipar tí saman við Oceaneering fyri kunnandi fundi á Maskinmeistaraskúlanum týskvøldið kl. 19.30. Her fer Jon Playford at luttaka, og greitt verður frá um møguleikan hjá føroyingum at útbúgva seg sum ROV-pilotar.
Grundskeiðið er seks vikur í einum simulatori í Stavanger í Noregi. Síðani ber til at taka fleiri yvirbygningar og útbúgva seg víðari.
Tey, sum velja at nema sær útbúgving, fáa møguleika at arbeiða fyri Oceaneering í øðrum pørtum av heiminum umframt Føroyum. Felagið arbeiðir í løtuni í Meksiko, Suður Amerika, Afrika, í Persaraflógvanum og í Norðsjónum. Hetta er tí eitt felag, sum arbeiðir kring allan heim.
Í Føroyum verður mest arbeitt um summarið, og tí er møguleikin hjá føroyingum at fara aðrastaðni at arbeiða í vetrarhálvuni.
Ætlanin er at fara til verka beinanvegin, og teir fyrstu føroysku ROV-pilotarnir skulu vera klárir fyrst í næsta ári.
Bæði Edvard Kjeld og Jens Hansen hava verið kavarar í fleiri ár og hava eisini útbúgving sum kavarar. Eisini hava teir havt kavaraskúla síðan 1982.