Nógv gjørt burturúr 1.000 ára-haldinum fyri kristnani av Føroyum.
Ætlanin er at allir mánaðirnir í ár 2000 skulu verða verða merktir av at umleið 1.000 ár eru liðin síðani Sigmundur kristnaði Føroyar.
- Vit leggja upp til eitt tiltak sum skal vera fyri øll, og at øll umráði í landinum skulu merkjast av hátíðarhaldinum, sigur Poul Jacob Thomsen, sum er formaður í tí fimm mans stóra stýrisbólkinum, sum er settur at samskipa tiltakið.
Kristiligt íslag
Tað var Hans Jákup Joensen, biskupur, ið tók stig til at fáa valt eitt ráð, har allir trúðarbólkar í landinum vóru umboðaðir. Í ráðnum eru 10 persónar, sum bæði umboða kirkjuna, landsstýrið og allar trúðarbólkar í landinum.
- At Jehova Vitnir og Bahai vórðu ikki bodnir við, tí at teir ikki verða roknaðir sum kristnir trúarbólkar, sigur Hans Jákup Joensen.
- Teir verða hinvegin roknaðir at hava kristiligt íslag í sær.
Hvørki Jehova Vitnir og Bahai-rørslan høvdu kortini tikið lut í fyrireikinginum av 1000 ára haldinum.
- Vit eru hinvegin kedd av, at vit ikki verað roknað sum eitt kristið trúarsamfelag, sigur Olav Berg Nielsen frá Jehova Vitnum.
Og Roy Philbrow frá Bahai-rørsluni sigur, at ein ikki kann vera Bahai, um hann ikki trýr á Jesus.
Kirkjuligir felagsskapir
- At eitt nú Heimamissiónin, Kirkljuliga Missiónsfelagið og KFUM & K ikki hava fingið nakra innbjóðing heldur er tí at teir vera roknaðir sum kirkjuligar rørslur, og ein partur av kirkjuni.
Málbrúkið
- At Brøðrasamkoman ikki vildi vera við í tiltakinum, er upp til teir. Teir hava fingið innbjóðingina, men hava valt ikki at tikið við innbjóðingini, sigur Hans Jákup Joensen, Føroya biskupur.
- Grundgeving teirra liggur meir í um týdningin av málbrúkinum um tjóðarkristindóm í mun til at tað er hvør einstakur, ið er kristin, og ikki tjóðin.
- Eitt nú, eru ikki øll fólkini í einum muhamedanskum landi muhamedanarar. Tað sama er her í Føroyum. Tað er ein kristin tjóð, men ikki eru øll kristin her.
- Tað sum vit leggja í týdningin av eini kristnari tjóð er, at kristindómurin hevur verið tann berandi átrúnaðurin her á landi. Hetta hevur samstundis fingið stóran ávirkan á samfelagslívið og lógirnar í landinum.
- Um tjóðin er kristin er sjálvandi ikki sagt, at hvør einstakur er kristin.
Sama støða
Tað var brøðrasamkoman í Ebenezer í Havn, ið fekk innbjóðingina frá biskuppi. Í Betestha í Klaksvík er eingin innbjóðing komin, sigur Páll á Dul, ið situr í elstaráðnum í samkomuni.
- Hinvegin rokni eg við, at okkara støða hevði verið tann sama. Vit vildu ikki tikið lut. Tó, hvat aðrar samkomur í landinum høvdu sagt, veit eg ikki.










