Føroyskar fyritøkur hava ongan møguleika

VINNUDAGUR: Hetta hevur stórar avleiðingar fyri Føroyska samfelagið.

Tað er neyðugt at gera nakað við tann trupulleika, at so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands og ikki rinda skatt í Føroyum.

 

Tað heldur Gudny Langaard, stjóri í Vodafone í Føroyum, sum her er avmyndað á Vinnudegnum, saman við Ben Arabo, stjóra í Altantskolvetni.

 

Eftir upplýsingum, hon hevur fingið, arbeiða 2000 føroyingar uttanlands og talið er alsamt veksandi.

 

- Myndin er ikki so greið í Havnini, men hon er øgiliga sjónlig á bygd, har støðan nógvastaðni er tann, at stórur partur av mannfólkunum í bygdunum arbeiða uttanlands.

 

Hon leggur dent á, at tað ber ikki til at finnast at teimum monnum, sum fara uttanlands at arbeiða, tí mangan er lønin so mikið góð, at teir hava tað sama eftir tá ið skatturin er goldin, sum teir forvinna í Føroyum, áðrenn skatturin er goldin.

 

- Trupulleikin hjá føroyska samfelagnum hevur altíð verið, at tað er ringt at fáa fólk at flyta heima aftur eftir lokna útbúgving. Men nú eru vit í eini støðu, har vit samstundis eggja teimum føroyingum, sum eru her, til at flyta uttanlands at arbeiða.

 

- Og harafturat arbeiða teir fyri so mikið góða løn, at konurnar, sum eru eftir í Føroyum, hava heldur ikki fyri neyðini at arbeiða, men vilja heldur vera heima.

 

- Av avleiðing afturat er so eisini tað, at okkum manglar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum.

 

Gudny Langgaard stúrir fyri, hvussu støðan verður um nøkur ár, tí gongdin stuðlar upp undir eina mentan, har tað er verður eitt slag av einum rætti, at ávísir bólkar ikki skulu rinda skatt í Føroyum.

 

- Spurningurin er, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri føroyska samfelagið um eini 20 ár, at nógv ikki rinda skatt her, samstundis sum at tey brúka allar hentleikar, samfelagið bjóðar og fíggjar við skattakrónum.

Hon sigur, at hetta elvir til stórar trupulleikar hjá føroyskari vinnu.

 

- Nógvar føroyskar fyritøkur hava ongan sum helst møguleika at kappast við lønina, teir fáa uttanlands, tí so skal hon minst tvífaldast.

 

- Samstundis skeiklar tað alt lønarlagið í eini fyritøku, at summi fólk skulu hava tvær ferðir so høga løn, sum annars.

 VINNUDAGUR: Vit eggja fólki at flyta av landinum at arbeiða

Hetta hava tey eisini merkt á Vodafone, har tey hava mist fólk og ongan møguleika hava at fáa tey aftur.

 

- Kappingarførið minkar og vit fáa kanska ikki gjørt tær íløgur, vit annars høvdu ætlað.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at ætlanin er at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Gudny Langaard heldur avgjørt, at tað fer at gera tað lættari at fáa skikkaða arbeiðsmegi.