Ólavur Hátún
Hugaligt var tað at leita sær út í Vesturkirkjuna seinasta sunnudag, har flaggskipið í okkara tónleikalívi Føroya Symfoniorkestur bjóðaði til konsert. Í upplýsandi og greiðum tíðindaskrivi hevði orkestrið boðað frá, hvat ið var í vænti, og sanniliga vórðu vit ikki svikin.
Beinanvegin, sum lagt varð fyri við gitnu chaconnuni hjá Purcell, varnaðist tú ein ljómandi strúkaraklang, sum er besta eyðkennið fyri gott kamarmusikalskt spæl. Í forhondsumtaluni í bløðunum varð dentur lagdur á tað serliga við hesari konsert, at ungir spælarar her sluppu upp í part at royna seg saman við teimum meira garvaðu; men eg tori at halda uppá, at hesin bjarti strúkaraljómur ikki minst kom júst frá teimum ungu spælarunum. Okkara dúgligu stroklærarar hava tøkkina uppiborna fyri ta menning, sum seinnu árini er farin fram innan henda hjartatátt í øllum klassiskum samanspæli, og ikki minst mundi tað vera hugaligt hjá okkara einsliga cellolærara Jens Chr. Guttesen at sita har í framkomnum orkesturspæli saman við ikki færri enn 6 av sínum verandi og fyrrverandi næmingum.
Ikki skal her verða komið nærri inn á ta røð av klassiskum perlum, sum henda seinnapart frøddi oyru; men forkunnugt og gevandi var tað at lýða á okkara fremsta klassiska guitarspælara Ólav Jakobsen í guitarkonsertini eftir Vivaldi, og gleðiligt var tað at uppliva gávuríka unga urguleikaran Julian Rasmussen í samspæli við orkestrið.
Men maðurin, sum veruliga skapti løtuna, var dirigenturin Bernharður Wilkinson.
Berharður - hálvur føringur - hevur í mong ár verið taldur millum fremstu leikandi tónlistafólk í Íslandi og er seinnu tíðina eisini meira og meira komin fram sum orkesturleiðari eisini í øðrum londum. Nú hevur hann fast tilknýti til okkara tónleikalív, gongur her í túninum millum okkum og leggur alla ta orku, sum stundir gevast til, at fáa bygt upp ein samspælsanda og samspælsførleika úti á Frúutrøð. Løtan er tí nú meira enn nakrantíð til at geva symfoniorkestri okkara umstøður til at taka ímóti møguleikanum og avbjóðingini.
Omanfyri nevnda tíðindaskriv byrjar soleiðis:" Føroya Symfoniorkestur hevur havt eitt sera virkið ár". Nei, tað hevur tað tíverri als ikki havt. Tað hevði eina megnar Beethoven konsert í heyst; men familjukonsertin í desember og nýggjárskonsertin í januar vóru, um enn fólksligar og dygdargóðar til høvini, meira at meta sum vinstrahandatiltøk hjá einum einum fult útbygdum symfoniorkestri. At orkestrið síðan í fýra mánaðar onki hevur havt á skránni, og at blásararnir í trífjórðingsár als ikki skulu sleppa upp í part, er ikki nóg gott. Orsøkin er ikki, at musikarnir ikki fegin vilja spæla, og væl neyvan heldur so nógv atgerðaloysi hjá teimum, sum skipa fyri. Nei - orkestrið hevur ikki teir fíggjarkarmar, sum tað hevur uppiborið, og musikklærararnir, sum í høvuðsheitum mynda orkestrið, kunnu ikki hava orku til bæði at hava lærarastarv við fullum tímatali og at virka og varðveita sítt støði sum professionellir musikarar. At eitt nú Sámal Petersen á hesari konsertini prógvaði, at hann heldur standard, hoyrir til undantøkini.
Rætta loysnin: Samskipaði musikklærara- og musikarastørv.
Tá ið eg fyri 20 árum síðan tók við sum musikkskúlaleiðari, var tann týdningur mær greiður, at lærararnir, sum í 4-6 ár á konservatorium og øðrum hægri tónleikalæristovnum høvdu lagt alla orku í at menna sítt spæl, máttu fáa høvi til at varðveita sín dýravunna spæliførleika og samstundis lata hann koma okkara virkna tónleikalívi til gagns.
Upp á umsókn um eyka peningastyrk til endamálið svaraði Poul Michelsen, táverandi býráðsformaður, við spurninginum: "Kann hetta ikki takast av musikkskúlans konto?" Og hetta er júst tann einasta rætta loysnin at geva musikklærarunum høvi til kombinerað lærara- og musikarastarv, sum er vanligt í øðrum londum, og sum tað enn meira
her úti á okkara útskerum er tørvur á. Men tá eg so seinni bar fram hugskotið sum eina byrjan at minka skylduga undirvísingarskylduna úr 20 og niður í 18 vikutímar og lata lærarunum teir tveir tímarnar til egið spæl eitt nú innan symfoniorkestrið, steðgaðu góðir samstarvarar innan musikkskúlaskipanini tankanum við teirri grundgeving, at kommunurnar fóru at verða ímóti.
Til hetta er fyrst at siga, at skeikl kom í orðaljóðið í sambandi við lógarviðgerðina til fíggjarligt undirstøði til framhald av Royndarmusikkskúlanum, og at musikkskúlaskipanin, har landið ber um 60 % av útreiðslunum, tí framvegis í veruleikanum er ein landsskipan. Í øðrum lagi er tað neyvan hugsandi, at kommunur við mentanarligum víðsýni fara at sýta fyri at geva musikklærarunum betri trivnaðarkor og soleiðis samstundis økja um aktiva musikklívið í landinum, t.d. við at Føroya Symfoniorkestur verður munandi meira virkið og eisini verður at hoyra ikki bara upp í Sortudíki, men regluliga úti um alt landið.
Tí her loksins mín áheitan til tykkum avvarðandi: Loftið løtuni og takið nú stigið til eitt enn meira blómandi tónleikalív í Føroyum!