VIT hava í seinastuni verið eygleiðarar til eina frustratión millum starvsfólk á øllum trimum sjúkrahúsunum. Politikararnir og her landsstýrisflokkarnir hava gjørt av at skerja játtanirnar til sjúkrahúsini ella sýta fyri at hækka somu játtanir. Tað vísir seg síðani, at tann, ið rópar harðast afturímóti, hann fær síni krøv ígjøgnum. Tað er einki dulsmál, at norðingar, tað veri seg politikarar ella starvsfólk á sjúkrahúsinum, hava gjørt eitt ótrúligt arbeiði fyri at varðveita og útbyggja sjúkrahúsið alt tað vit minnast. Hetta er ein ærlig søk, tí tað snýr seg jú eisini um teirra arbeiðspláss. Hvør vil ikki verja sítt arbeiðspláss! Vanlagnan hjá Landssjúkrahúsinum, sum enn einaferð verður tveitt út í oyðileggjandi sparingar, er nettupp tann sannroynd, at tað liggur í høvuðsstaðnum. Ikki tí, her skuldu verið nokk av politikarum til at gjørt manngarð um sjúkrahúsið. Men tað er bara sum um, at Landssjúkrahúsið hevur ongan góðan, tá avtornar.
HVØRJA ferð lagt verður upp til at taka eitt breitt orðaskifti um sjúkrahúspolitikkin, so verður mint á samtykt, sum sigur, at vit skulu hava trý vælvirkandi og nútímans sjúkrahús. Og tað er henda samtykt, sum í veruleikin er orsøkin til, at vit ongantíð fáa eitt nóg væl virkandi høvuðssjúkrahús. Tí játtanir til heilsuverkið eru avmarkaðar, og hesar skulu m.a. býtast bróðurliga millum trý - 3 - sjúkrahús. Hetta er ikki eitt álop á smærri sjúkrahúsini, men er tað ein politiskur setningur hjá hesum landsstýrinum ikki at játta sjúkrahúsunum tað tey hava tørv á - og tað samtíðis er eitt krav, at vit skulu hava trý vælvirkandi sjúkrahús, ja hevur tað eitt forkláringsproblem. Avleiðingarnar vit eru vitni til eru í hvussu er nakað annað, nevniliga at vit hava eitt ambuterað Landssjúkrahús. Kanska er avgerðin hjá leiðsluni á LS ikki so óskiljandi kortini, hóast mannagongdin kundi verið ein onnur, tí hon er ein beinleiðis avleiðing av tí politikki, sum okkara politikarar hava sett út í kortið. Kanska adressan als ikki er sjúkrahúsleiðslan, tá vit skulu finnast at uppsøgnunum.Liggur høvuðsábyrgdin ikki hjá ráðharranum og politikarunum, nú tvíhildið verður um, at samlaða og avmarkaða játtanin til sjúkrahúsøkið skal býtast millum trý sjúkrahús! Úrslitið av hesi skeivu gongd verður í síðsta júst tað øvugta av tí politikararnir ynskja. Nevniliga, at einki av sjúkrahúsinum fungerar sum tað skal, og at fleiri og fleiri sjúklingar tí fara at verða sendir av landinum fyri stóran kostnað, peningaliga og menniskjansliga. Nær tora politikarar at tosa opið og ærligt um sjúkrahúspolitikkin uttan at lata seg stýra av atkvøðum í einum og øllum teir gera? Eru politikarar ikki eisini valdir til tess at sannføra sínar veljarar um, hvat er best fyri alt fólkið her býr og ikki bert fyri sítt valdømi?