leiðari. Og nú hugleiðir hann íðin um sítt lív. Frá barnaárunum uppi í Gerðum í Klaksvík til lestrarárini á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn til árini í Los Angeles, tá Christian var dagligur leiðari á eini [...] var eg eisini í starvsvenjing hjá Com Data í Klaksvík, og nú hevði eg so hug at royna meg á økinum, minnist Christian aftur. Dreymurin um lívið á sjónum var skift út við nýggj áhugamál innanfyri eina nýggja [...] lesa, áðrenn leiðin gekk í býin um kvøldið. Og tá hini fóru á McDonald´s at eta, fór Christian einsamallur á kongaliga fiskahandilin á Højbro Plads at eta sushi, sum tá var meiri ókent um okkara leiðir
ógildugir, so hvørt nýggir seðla verða gvinir út. Í dag eru gamlir seðlar aftur til 1944 enn gyldugir, skrivar Tjóðbankin. – Teir gomlu seðlarnir eru truplir at handfara fyri smáhandlar og fyri bankarnar [...] verða broytt, verður sagt á tíðindafundi í Tjóðbankanum, har tiltøkini verða løgd fram. Núverandi markið er 20.000 krónur og varð sett í gildi í 2021. Men danska stjórnin vil nú hava markið niður í 15.000 [...] í fíggjarmálum skal taka. Og broytingar í pengaseðlunum í Føroyum fyglja vanliga broytingunum, sum eru í Danmark. Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum sigur, at enn hava tey ikki viðgjørt spurningin
Strandferðslan er almennur stovnur, og tí eru tað á ein hátt borgararnir í landinum, sum eiga stovnin, men hvørja ávirkan skulu teir hava á virksemið. Og so eru tað løgtingsmenn, landstýrismaður og fakfeløg [...] hvørt verða eitt ótakknemligt starv at verða stjóri á Strandferðsluni. Serliga tá politikarar leypa á uttan at hava neyðugar upplýsingar um, hvat vit í veruleikanum gera í fyritøkuni. Talan er ofta um at [...] galið á øllum frontum. ? Hinvegin dámar mær væl at arbeiða undir trýsti, og eg hugsi kanska meiri klárt og konstruktivt, tá stórt trýst er á mær. Hetta haldi eg kemur mær til góðar, tá tað stendur á og brýtur
Í Saksun eru einans 25 veljarar, og har fara so at siga øll á val eftir loknan arbeiðsdag. Tey, sum eru í bygdini, bíða eisini til tá, - bíða eftir teimum sum hava bil, fyri at fáa flutning á valstaðið [...] borið til at farið á val hjá bygdaráðsformanninum longur, tí kommunan nú er samanløgd í ta stóru Sunda kommunu. Men hóast hetta so er valstaðið kortini í heiminum hjá Lars Gunnari, "Á Fløtu" tey kalla, [...] Svartá. Tríggir flokkar Vit vitjaðu valstaðið í Saksun um 10-tíðina fyrrapartin í gjár, men tá hevði eingin verið á vali. Við fólkatingsvalið í 2001 vóru 21 av teimum 25 fólkunum á vali. Henda atkvøðugreiðslan
vitjanirnar her heima helst meira sjáldsamar. Góð menning Á stóra pallinum á Fjarðafestivalinum endaði bólkurin sína summar konsertferð, og eins á øllum hinum konsertunum, ið eg havi sæð við bólkinum í ár [...] Onkuntíð eru tónleikaupplivingar so inniligar, at kenslurnar á pallinum nærum gerast fysiskar, hetta hendi, tá Petur Háberg oddamaður í Bet You Are William sang sangin “So Long”, ið Petur hevur skrivað [...] ár, var framførslan ordiliga góð. Onkur spurdi meg um munin á hesari framførsluni og framførsluni hjá bólkinum á Fjarðafestivalinum í fjør, og eg mátti viðganga, at munurin er ikki so stórur, men bólkurin
tað kemur at síggjast á flogferðaseðlunum, metir Kári Petersen. Vilja illa tosa Sosialurin hevur verið í samband við fleiri aðrar limir í flogskiparafelagnum, og teir eru ymiskir á máli. – Eg visti ikki [...] vinnumálum, Johan Dahl, vildi ikki hoyra um hetta bræv og vísti á, at hóast flogskiparafelagið sendi bræv út, so merkir tað ikki, at allir limirnir eru samdir í tí. Landsstýrismaðurin staðfesti somuleiðis, at [...] Dahl við Rás2. Og tað er greitt, at flogskiparar eru ósamdir, hvussu nógv skal gerast í verandi løtu í Vágum. Allir vilja hava eina útbygging, men teir eru ikki samdir, hvussu nógv skal gerast. Hetta er
førum tann torførasti á pappirinum, meðan hini tríggir á sama pappíri eiga at kasta níggju stig av sær. Tá er nevnliga talan um dystir móti teimum trimum liðunum, sum eru niðast á stigatalvuni, og hóast [...] leggja vertin á hetta. Týdningarmest var, at trý stig komu burtur úr dystinum. Dysturin í tølum HB-VB 3-0 (1-0) 1-0: Hans á Lag, 2 2-0: Andrew á Fløtum, 78 3-0: Rógvi Jacobsen, 90 Dómari: Niklas á Líðarenda [...] dygdirnar at vunnið hesar dystirnar. Ein av hesum dygdunum verður uttan iva stríðsandin, sum nú veruliga tykist vera komin á liðið aftur. Tað var eisini neyðugt við hesum sunnudagin, tí umstøðurnar gjørdu tað sera
fór ikki á flog fyrr enn klokkan 10.01. Fyrstu 20 minuttirnar hendir einki óvanligt, og á taluskrivaranum umborð á flogfarinum hoyrist samrøðan millum flogskipararnar báðar. Tá eini 20 minuttir eru farnir [...] latin aftur. Stýrimaðurin stýrir nú flogfarinum einsamallur, og tað er í hesi løtu, at hann byrjar at føra flogfarið niður í hædd. Flogarið fer 32000 fót niður í hædd upp á 8 minuttir, tað svarar til gott [...] tíðarsperra á hurðini. Hetta ger, at tey í stýrhúsinum kunnu læsa hurðina, hóast tann, ið stendur uttanfyri, nýtir røttu kotuna. Seinastu løtuna undan samanstoytinum, hoyrist skiparin buka á hurðina fyri
at tað verða so mangar almennar skyldur, sum eru sjálvsagdar, ið landskassin ikki fer at hava pening til í næstum. At sær komnir búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at flatskatturin hevur onki bøtt [...] seinastuni, hava vit øll verið vitni til. Økið er skorið inn á bein í rakstri, soleiðis at nóg illa tann allarmest neyðuga tænastan er tøk. Tað, sum í løtuni verður hildið at vera tann besta tænastan á eldraøkinum [...] Alt hetta rummalareiggið við eldraøkinum gongur bara út upp á eitt: at sleppa landskassanum undan at taka sær av teimum gomlu og ófullføru. Tað er ikki fyri bláu eygu teirra eldru, at landsstýrið ger sær
Tingkvinnan vísir á, at Jóhan Poulsen, urologur, hevur sagt, at skannarin í Klaksvík kann skanna fyri prostata beinanvegin – í dag um tað skal vera - og allar avtalur við Aalborg sjúkrahús eru komnar uppá [...] Sjúkrahúsið, Alexandra á Dul. Hon sigur, at tað er ikki klárt at skanna prostatasjúklingar í Klaksvík enn, emn at tað verður tað. Hon skrivar soleiðis: – Ein viðmerking frá mær, nú nógv verður skrivað um [...] MR-virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – At fáa nýggja MR-virksemið upp at standa,hevur verið ein sera stór uppgáva. – Nógv arbeiði er avgreitt, og okkurt er Sjúkrahúsverkið enn ikki komið á mál við. Ein