?millum brot og vandasker

Tað sæðst, at vit alt ov sjálvdan hava megnað ? ella heldur torað ? at tikið ábyrgdina sjálvi, og stungið kósina út í kortið. Vit hava í alt ov stóran mun verið eygleiðarar í egnum landi og tikið við tí, sum umstøðurnar hava dikterað!, segði Rani Nolsøe á fólkafundinum í Føgrulíð seinasta leygardag

Millum brot og vandasker navigeraðu Símun og Rasmus háskúlanum úr farnu øld í Klaksvík til nýggju ævintýrlig ár her í Føgrulíð, og síðani til høvuðsstaðin, gjøgnum fyrra veraldarbardaga og depressiónina í 1930?unum fram til 1942, tá báðir løgdu frá sær. Alla tíðina við einum sterkum stuðli frá fólkinum, men undir rættiliga ivasomun stuðli frá myndugleikunum.

Í stríðinum at ?vekja næmingarnar andaliga, so at teir verða førir fyri at seta lívsendamálið út um dagliga strevið fyri mati og drekka? ? sum tað stendur í fyrstu endamálsorðingini ? hava háskúlamenninir offrað eina slíka idealismu, sum vit illani kunnu ímynda okkum í dag.

Eisini fekk háskúlin í virki sínum eitt sera týdningarmikið politiskt stevnumið, nevnliga útbreiðsluna av røðuni ? av hinum livandi orðinum á móðurmálinum - sum tað eisini stóð í endamálsorðingini.

Sum kunnugt eru bæði lesnaður og tala sterkast á móðurmálinum, sjálvandi. Og tá eitt fólk fær atgongd til lestna á móðurmálinum, skapar hetta hugsan, og hugsan førir til frælsi. Um orðið gerst frælst, ger tað menniskjuna frælsa.

Háskúlin var jú í mong ár einasti skúli, sum konsekvent undirvísti á føroyskum!

Soleiðis komu háskúlamenninir í sínum stillføra virksemi at búgva fólkið út til at taka við sínum egna samfelagi. At hetta virksemi hevur verið í djúpari andsøgn til donsku yvirvøldina og stuðlar hennara her á landi, má vera sjálvsagt.

Teir tóku tjóðskaparstríðið niður av pedistalinum, og praktiseraðu tað í dagligum verki í eini søguligari tíð, sum vit eiga at halda eitt vakið eyga við. Tí talan er um eitt tíðarskeið, sum á sín hátt minnir um okkara tíð. Og nógv er at læra av.

Um vit krittiskt hyggja at føroya søgu, so sæðst eitt ávíst tema ganga aftur, tá nakað av veruligum týdningi er farið fram í okkara samfelag:

Avgerðirnar eru avreiddar til umstøðurnar!

Tað hava alt ov ofta verið umstøðurnar, sum hava stýrt útviklinginum. Ikki vit sjálvu á egnum beinum ella í samvinnu við umsøðurnar. Nei! Alt ov mangan, tí vit sjálvi ikki trinu fram og tóku sakina í egnar hendur.


?Soleiðis var við donsku grundlógini, tá hon var sett í gildi í Føroyum í 1851.

?Soleiðis var við Tilboðinum í 1906, sum ongantíð fekk gildið.

?Soeliðis var við Merkinum, sum bretar tryggjaðu okkum í 1940

?Soleiðis var við fólkaatkvøðuni í 1946, sum ikki bleiv fylgd

?Soeliðis var við amerikansku Marshall-hjálpini, sum lyfti okkum tøkniliga úr slupp- og kolatrolaratøknini.

?Soleiðis var við NATO-basunum um sama mundi. Um vit vóru fyri ella ímóti, so vóru vit als ikki eftirspurd.

?Soleiðis var við 200 fj. fiskimarkinum, sum vit vóru noydd til at seta í gildi í 1977, tá øll strandalondini í Norðuratlantshavinum høvdu flutt út. Hjá okkum var onki í at velja, vit vóru noydd at fylgja við.

?Soleiðis var 1980?unum, sum 90?ara kreppan av við.

?Soleiðis hevur verið seinastu árini, tá fylgisveinarnir og kunningartøknin gjørdu loftmiðlamonopolini meiningsleys, so tey seinni vóru avtikin.

?Soleiðis hevur eisini verið við búskaparligu framgongdini seinnu árini. Eru tað ikki positivu altjóða marknaðar- og rentuútviklingurin og lívfrøðiligu menningini í havinum fyri at takka?


Tað sæðst, at vit alt ov sjálvdan hava megnað ? ella heldur torað ? at tikið ábyrgdina sjálvi, og stungið kósina út í kortið. Vit hava í alt ov stóran mun verið eygleiðarar í egnum landi og tikið við tí, sum umstøðurnar hava dikterað!

Eitt lýsandi undantak vóru íkoman av tjóðskaparrørsluni og stovnanin av Føroya Fólkaháskúla. Og júst av hesi orsøk kann hetta tíðarskeið í dag gerast okkum ein so virðismikil lærdómur, tí eins og tá krevja umstøðurnar av okkum í dag tær týdningarmestu avgerðir í hesu øldini: skulu vit eftir 500 ár trína út úr okkara ójavnsetta sambandi við Danmark, ella skulu vit ikki! Og um so er, hvussu skal tað gerast til tess at tryggja tjóðini tilverurætt í tí modernaða heiminum.

Um vit hyggja nærri at tíðini um seinasta aldarskifti, minnir tað ikki sørt um tíðina í dag.


Rembingarnar

um aldarmótið

Tá ið Símun á Skarði og Rasmus Rasmussen stovnaðu háskúlan í 1899, hendi tað í eini broytingartíð, sum man ikki hevði sæð makan til áður í føroya søgu.

Tær stórstu broytingarnar stóðust ikki av málstríðinum ella tjóðskaparstríðinum, hóast hetta stríð sumbólskt spøkti allastaðni og fylt sera nógv.

Tær stóru broytingarnar vóru í veruleikanum búskaparligar!

Og tað var ikki av tilvild, at vit fingu tjóðskaparligu rembingina um sama mundi. Tí tað, sum fylgdi í kjalarvørrinum av búskaparligu broytingunum, var ein sosial kollvelting í føroyska samfelagnum, sum meir og minni hevði prutlað undir lokinum tað mesta av farna árhundraði, og sum seinast í øldini brast út í ljósan loga. Eins nógv sum tjóðskaparrørslan var ein reaktión uppá donsku mentannarávirkanina í Føroyum, var hon ein reaktión uppá ta sosialu kollvelting, ið stóðst av búskaparligu broytingunum.

Sluppirnar streymaðu til landið og tømdu gomlu garðarnar fyri arbeiðskonur og húskallar.

Tey gjørdust fiskagentur og fiskimenn og bóndurnir mistu bæði arbeiðsmegina og tignina, teir í øldir høvdu haft.

Árið 1910 vóru heili 1786 fyrrverandi húskallar og aðrir umborð á sluppunum.

Hartil koma allar arbeiðsgenturnar og tær, sum arbeiddu í fiskinum á landi.

Hetta skal setast í mun til samlaða talið av føroyingum, sum tá vóru knappir 18.000 í tali.

Her hevur verið talan um eina sanna kollvelting av liviumstøðunum. Eitt týðuligt dømi er brennivínslóggávan frá 1907. Drekkaríðið varð vorðið so ógvusligt, og fylgjurnar so umfatani, at øll brennivínssøla við eina fólkaatkvøðu varð bannað.

Ein freistast at halda, at fyrstu ættarliðini, sum mannaðu sluppflotan og sum arbeiddu tímalønt á landi, illa megnaðu hesar djúpu broytingar í liviumstøðunum.

Men slupptíðin jarðaði með alla gamla bóndasamfelagið og upplivdist fyrstu árini av flestu føroyingum sum eitt stórt framstig.


Politiska reaktiónin

Stovnanin av Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum við valið í 1906 vóru politiska reaktiónin uppá hesa byltingartíð. Men í mun til ta búskaparligu gongdina, gjørdist politiska reaktiónin eitt dygt afturstig fyri útviklingin.

Við góðum forstáðilsi fyri útviklinginum og skili fyri realiteti, samráddust Jóannis Paturson, fólkatingsumboð og Alberti danski lógmálaráðharrin, seg í 1906 fram til eina skipan fyri Føroyar í Danska ríkinum, kallað ?tilboðið?, sum minti sera nógv um heimastýrislógina, sum 42 ár seinni varð sett í gildi.

Alberti hevði tá hesa sera áhugaverdu viðmerking um støðuna í Føroyum:

?.. den nuværende regering er fuldkommen rede til en imødekommende forhandling med færingerne om en ordning og udvikling af øernes forhold i fremtiden, navnlig således, at de færøske myndigheder, deriblandt jo i særlig grad lagtinget, får en større indflydelse på de lokale forhold og bliver i stand til ad selvstændig vej at skaffe de pekuniære (økonomiske) midler frem, uden hvilke al fremgang er umulig eller i hvert fald illusorisk?.

Tað sentrala í tilboðinum var sostatt ein semja um, at løgtingið skuldi fáa møguleika at krevja inn skattir. Hetta var sjálvandi ein herskin biti hjá teimum múgvandi at slúka, tí næstan ongir skattir vórðu goldnir tá á døgum.

Men samfelagsliga avleiðingin hevði sjálvandi verðið tann, at løgtingið vildi ment seg frá einum viðmælandi og lítisigandi tjakforum til eitt búskaparligt og politiskt sentrum í samfelagnum.

Og tað vildi verði avgerandi treytin fyri, at Føroyar kundu investera seg burturúr slupptíðini, meðan tíð var, og veruligur politikkur kundi verði førdur í eini tíð, tá tað var so harðliga tiltrongt.

Tilboðið gjørdist høvuðstema í fólkatingsvalinum í 1906, og í einum primitivum valstríði vann Oliver Effersøe á Jóannesi Patursyni. Sum kunnugt var tað sami Effersøe, sum seinni á danatingi proklameraði: ?Vi færinger føler os fuldstændig som danske?. Og í 1909 fekk Effersøe fólkatingið at samtykkja, at hóast ein meiriluti í løgtinginum var fyri broytingum í ríkisfelagsskapinum, so skuldi tað ikki kunna setast í verk!

Jú føroyskur politikkur kom sanniliga inn í eitt nýtt spor og tað einasta sum ikki mátti henda hendi:

Tá møguleikin fyri eini nýskipan av viðurskiftunum við Danmark stóð okkum í boði, endaði tað konstruktiva politiska samstarvið við Danmark í eini lemjandi innanhýsis ósemju í Føroyum.

Og tað var hetta sum var beinleiðis orsøkin til, at útviklingurin steðgaði á einum móti, har vit við einum slitnum beini, umboðandi eina framleiðslutøkni, sum bretar høvdu vrakað, stóðu í teirri nýggju tíðini - og við hinum beininum stóðu í leivdunum av gamla bóndasamfelagnum. Og har blivu vit standandi!

Um hetta segði Jørgen Frantz Jacobsen í 1927: ?Systemet gør Færingerne i eet og alt afhængige af, hvad den danske Stat til enhver Tid er villig til at yde, og er saaledes kun anvendelig mellem særdeles gode Venner?.

1906 valið kostaði dýrt og avleiðingarnar gjørdust ein sonn menningarleys oyðimarkargongd fram til annan veraldarbardaga.

Hóast svárar tíðir vunnu vit tjóðskaparliga mentunnarstríðið, men búskaparliga goldu vit ein sera høgan prís, sum toppaði í djúpu depressiónini í 1930?unum.

Tað ið gav slupptíðini endaliga mønustingin var ein so tragisk hending sum seinni veraldarbardagi, men tá vóru lunnar lagdir undir nýggjar menningarmøguleikar.


Rembingarnar

í 1990?unum

Men nú skulu vit vara okkum. Lætt er afturlítandi at vera klókur og síggja klárt í søgunar uppklárandi ljósi.

Nú eru tað vit sum standa her, her á sama staði sum háskúlamenninir reistu sín varða. Nú er tað okkum umstøðurnar rópa eftir! Nú eru tað vit, sum skulu reisa varðar.

Hvussu hava okkara 1990 ár ikki verið? Um byltingarnar vóru stórar um aldarskiftið, so eru tær enn størri nú.

?Eftir einans 6 til 8 árum hava vit upplivað onki minni enn eina kollsigling av 80?ara samfelagnum.

?Eina útskúgving av so mongum av okkara landsmonnum, sum vit ongantíð fyrr hava sæð.

?Eina avdúking av heimastýrislógini sum inkompotenta.

?Vit hava uppliva eina avmonopolisering av føroyska samfelagnum, sum fyri fáaum árðum síðani var óhugsandi.

?Eina ósensureraða informatiónsflóðaldu yvir kunningartøknina og fylgisveinarnar, sum hevur umskapt tann fyrr so stóra og fjara heim, til eina globala bygd í høvdum okkara.

Tað er trupult at meta um, hvussu alt hetta er í ferð við at broyta okkum og okkara samfelag. Vit standa mitt í øllum og hava ikki søgunar uppklárandi ljós at síggja og sannkenna við.

Men júst sum tey gomlu stóðu við møguleikunum í 1906 og 1946, standa vit í dag í eini umfatandi broytingartíð, sum ber so nógvar møguleikar í sær.

Tann týdningarmesti møguleikin er enn einaferð og einaferð með alla at fáa loyst okkum úr núverandi sambandi við Danmark og harvið latið upp fyri heiminum uttan um okkum. Møguleikanum at staðfesta og menna okkara tilverurætt í tí nýggja globaliseraða heiminum, at navigera við dugnaskapi og ikki eftir bestu stuðulsmøguleikunum.

Men ivin millum føroyingar hevur altíð verið stórur. Hvussu skulu vit megna at standa á egnum beinum? Hvussu skulu vit megna at skapa eitt føroyskt fullveldi? Hvussu skulu vit klára okkum uttan danska vernd og stuðul?

Allur spurningurin um Føroyar sum sjálvstøðug tjóð er umgyrdur av einum umfatandi og djúpum iva. Men hvørjun botnar hesin ivi í veruleikanum í?

Man hann ikki í roynd og veru botna í okkara gamla niðurarvaða iva í okkum sjálvum?. Vit ivast í okkum sjálvum, vit ivast í okkara egna førleika at skapa ein burðardyggan og kappingarføran búskap, vit ivast í okkara egnu politisku skipan, vit ivast í okkara egnu førleikum, tá vit standa yvirfyri altjóðasamfelagnum. Tað er okkum sjálvum vit ivast í! Um tað er nakað er tað er okkum sjálvi vit ræðast, tá alt kemur til alt.

Tí royna vit, sum vit altíð hava gjørt, at elta sum fyri er slóðað. Men sum Sjúrður Skaale segði á Gøtusandi á longsta degi í ár, so kunnu vit ikki longur elta sum fyri er slóðað ? rætt og slætt tí tað ikki er slóðað fyri okkum.

90 árini hava týðuliga víst, at vit reka ein veg og Danmark ein annan veg!

Á sama hátt sum ?tilboðið? í 1906 gav føroyingum møguleika at velja heimastýrið í eini tíð, tá tað var so inniliga tiltrongt, fyrireikar núsitandi landsstýri ein møguleika hjá okkum at velja fullveldi.

Og á sama hátt sum í 1906 síggja vit í dag somu tendensir ? sum Gunnar Hoydal einaferð skrivaði í Brá um tjóðskaparstríðið: ?tað.. vóru ein framtaksrørsla, sum vildi vinna rættindi, og ein afturhaldsrørsla, sum vildi steðga verðini. Ein rørsla sum hugsaði um mentan, og ein sum hugsaði um útreiðslur?.

Nei, ?saman at halda var ei okkum givið?!

Vit kunnu tó í dag staðfesta ? við seinastu veljarakanningini í huga - at tað fantastiska við hesi tíð vit liva í, er at okkara royndir seinastu árini hava brett upp gomlu vanahugsanina og hevur sáðað dirvi í flestu okkara hjørtum at hugsa radikalar nýggjar tankar um okkara samfelag í samstarvi við altjóðasamfelagi.

Vit spyrja ikki longur, um vit eru føroyingar, um vit hava rætt at hava føroyskt sum okkara móðurmál, um vit eru sprottin úr eini føroyskri mentan.

Nú spyrja vit eftir okkara tilverurætti í tí modernaða heiminum. Vit spyrja eftir dugnaskapinum, sum skal tryggja okkum at vit yvirliva sum framkomin tjóð í framtíðini! Og júst tað at hetta sannkennilsi hevur vunnið so stórt virkisøki í okkara samfelag, ger okkara tíð so spennandi at liva í.

Hetta mugu vit fáa danir at skilja, soleiðis at okkara millumlanda viðurskifti verða har eftir. Og tað mest umráðandi er at vit ikki køva okkum sjálvi í innanhýsis ósemju, sum tað hendi í 1906.

Júst sum Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen megnaðu at geva so mongum føroyingum móðurmálið sum reiðskap og vápn, og harvið gjørdu sítt til, at vit eru ein sameind tjóð í dag, so ræður um hjá okkum sameint at fáa føroyska samfelagið í eitt nýtt millumtjóða samband, har vit á jøvnum fóti kunnu samstarva við allar tjóðir. Men vit mugu skilja, at hetta stríðið byrjar við okkum sjálvum.

Tað er einasti møguleikin, um vit megna at standa saman um at seta álitið á tað einasta vit veruliga kunnu líta á, nevnliga tað náttúruríkidømi vit hava ræði á, og so okkara evni og hegni at umsita tað í samvinnu við onnur lond! Bert soleiðis kunnu vit veruliga tryggja okkum, at Føroyar í framtíðini gerast eitt gott og mennandi samfelag at búgva í hjá okkum øllum ? og okkara eftirkomarum.


Takk fyri!

Rani Nolsøe