Eitt hugnaligt valstað í Saksun

Ein valdagur er nakað fyri seg í Saksun. Tú fert ikki bert á val og so avstað aftur. Nei, formaðurin í valstýrinum bjóðar kaffi og nýbakaðar føstulávintsbollar afturvið!

Tað er helst ikki vanligt á nøkrum staði, at fólk fara til eitt politiskt val inni í stovuni hjá fólki. Men í hesum føri er Saksun eitt undantak.
Valstaðið í Saksun hevur við fleiri av undanfarnum valum verið heima hjá sjálvum bygdarráðsformanninum, Lars Gunnar Dahl-Olsen. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at skúli ikki er í bygdini.
Í høvuðsheitum átti ikki at borið til at farið á val hjá bygdaráðsformanninum longur, tí kommunan nú er samanløgd í ta stóru Sunda kommunu.
Men hóast hetta so er valstaðið kortini í heiminum hjá Lars Gunnari, "Á Fløtu" tey kalla, har alt er gjørt til reiðar til at taka ímóti veljarunum.
Ikki tí, talið av veljarum er ikki tað stóra. Í Saksun eru einans 25 veljarar, og har fara so at siga øll á val eftir loknan arbeiðsdag. Tey, sum eru í bygdini, bíða eisini til tá, - bíða eftir teimum sum hava bil, fyri at fáa flutning á valstaðið.

Blómur og borð
Inni í hugnaligu stovuni hjá Lars Gunnari og konuni Målfryd er alt gjørt til reiðar til hetta valið.
Alt tað formella við vallistum, valevnum og tílíkum er í lagi, tá valhølið - ella valstovan! - lat upp kl. 9 á morgni.
Stovan líkist vanligum stovum í túsundtals øðrum føroyskum heimum. Har eru borð, møblar, myndir, sjónvarp, hyllar við bókum, blómur og annað, sum er við til at gera hesa stovuna so hugnaliga.
Tað einasta sum veruliga brýtur frá er eitt lítið borð, sum "i dagens anledning" er sett innar í stovuna. Tað er á hesum borðinum at krossarnir skulu setast fyri valevnini á tí langa listanum.
Hetta er sjálvt valbúrið. Og tá ein hevur gjørt sína borgarligu skyldu verður farið uttar í køkin, har tann svarti atkvøðukassin stendur á einum stóli. Atkvøðuseðilin verður lagdur í her, og so er tað gjørt.

Nýbakstur
Eftir at atkvøðan er koyrd í kassan skuldi ein trúð, at valið var liðugt hjá fólki. Men nei, - soleiðis gera tey ikki í Saksun. Tí ein valdagur er hóast alt ikki ein vanligur gerandisdagur, men er og verður ein serstakur dagur.
Målfryd, sum er forkvinna í valstýrinum, plagar at gera ein góðan drekkamunn við nýbakaðari kaku aftur við. Soleiðis kunnu fólk seta seg niður at hvíla seg eina løtu og fyri at fáa eitt lítið prát eftir atkvøðugreiðsluna.
Og fólkatingsvalið 2005 var einki undantak í so máta.
-Jú, eg fari eisini at bjóða fólki ein drekkamunn hesaferð. Og eg ætli mær at bjóða teimum heimabakaðar føstulávintsbollar afturvið, sigur Målfryd.
Hon er sum nevnd forkvinna í valstýrinum. Har sita eisini dóttir hennara, Anvør Dahl-Olsen og Gurli Svartá.

Tríggir flokkar
Vit vitjaðu valstaðið í Saksun um 10-tíðina fyrrapartin í gjár, men tá hevði eingin verið á vali.
Við fólkatingsvalið í 2001 vóru 21 av teimum 25 fólkunum á vali. Henda atkvøðugreiðslan vísti, at bygdin er í trimum, tá talan er um politiskar flokkar.
Við valið tá fingu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hvør sínar seks atkvøður, meðan Tjóðveldisflokkurin fekk níggju.
Hvussu verður hesaferð er ilt at meta um. Tað fæst at vita um kvøldið - kanska tíðliga á kvøldi, tí atkvøðutalið ikki er so stórt!