Fríggjadagin datt ein bumba. Felagið hjá føroyskum flogskiparum sendi bræv, har stórt spurnartekin varð sett við, um tað loysir seg at útbyggja flogvøllin í Vágum alt ov nógv, so ongin møguleiki er fyri nøkrum øðrum.
Fyrsta viðgerð av málinum at útbyggja flogvøllin í Vágum verður í tinginum í morgin.
Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, vildi ikki hoyra um hetta bræv og vísti á, at hóast flogskiparafelagið sendi bræv út, so merkir tað ikki, at allir limirnir eru samdir í tí.
Landsstýrismaðurin staðfesti somuleiðis, at tað kann vera líkamikið, hvat flogskiparafelagið sigur, tí tað eru ikki flogskiparanir, sum skulu úttala seg um flogvallir, hóast teir kunnu hava sína meining.
– Uppgávan hjá pilotunum er at flúgva ferðafólk aftur og fram trygt og gott, segði Johan Dahl við Rás2.
Og tað er greitt, at flogskiparar eru ósamdir, hvussu nógv skal gerast í verandi løtu í Vágum. Allir vilja hava eina útbygging, men teir eru ikki samdir, hvussu nógv skal gerast.
Hetta er sjálv ósemjan í felagnum. Formaðurin heldur uppá, at hann hevur tríggjar fjórðingar av flogskiparunum aftanfyri seg í brævinum, og greiðir frá, at hann var greiðir yvir, at ikki allir fóru at vera samdir. Hann viðgongur somuleiðis, at brævið ikki hevur verið viðgjørt á nøkrum fundi í felagnum.
– Formaðurin má kunna úttala seg vegna felagið, uttan at halda limafund áðrenn, sigur Rúni Højgaard.
Men hetta heldur Kári í Haraldsstovu Petersen, flogskipari, sum eisini er limur í felagnum, lítið um.
– Teir hava ikki spurt nakran eftir. Ongin fundur hevur í felagnum, og vit eru nakrir, sum halda tað vera øgiliga keðiligt, at felagið skal fara út soleiðis, tí tað kann hava við sær, at ongin útbygging veðrur gjørd, sigur flogskiparin.
Kanningar ímóti gerð
Formaðurin í flogskiparafelagnum, er sannførdur um, at fleiri kanningar mugu gerast, áðrenn flogvøllurin skal bindast í Vágum, sum hann eftir hansara tykki verður, um vøllurin verið útbygdur til 1799 metrar umframt, at stórur terminalur verður gjørdur.
Hetta varð tað, sum var lagt upp til í brævinum, sum Rúni Højgaard, sum býr í Hoyvík hevur skrivað undir vegna limirnir.
Fleiri flogskiparar eru tó ósamdir í hesum. Ein av teimum, Kári í Haraldsstovu Petersen, sum býr í Sørvági, er sannførdur um, at ein útbygging má gerast nú, og at ein ætlan við Glyvursnesi aldrin kann bera seg.
– Eg trúgvi ikki, at mann kann koma undir tríggjar milliardir krónur, um ein flogvøllur skal byggjast aðrastaðni, og tað kemur at síggjast á flogferðaseðlunum, metir Kári Petersen.
Vilja illa tosa
Sosialurin hevur verið í samband við fleiri aðrar limir í flogskiparafelagnum, og teir eru ymiskir á máli.
– Eg visti ikki um brævið, men eg standi aftanfyri felagið, sigur ein.
Ein annar greiðir frá, at hann er samdur við nógvum av argumentunum, men heldur tað vera óheppið, at málið ikki er viðgjørt á fundi í felagnum, meðan ein triði heldur, at Magni Arge skal úttala seg vegna flogfelagið í tílíkum málum.
Uppskotið frá Vinnumálaráðnum
§ 1: Í løgtingslóg nr. 40 frá 21. mai 2008 um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/f
Vága Floghavn verður § 1, stk. 2, 1. pkt. orðað soleiðis: “Heimilað verður landsstýrismanninum at hækka partapeningin í felagnum við tilsamans upp til 365 mió. kr. við tí endamáli at leingja flogvøllin til 1799 metrar, útbyggja terminalin og gera aðrar útbyggingar.”
§ 2: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Hetta uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg varð lagt fyri Føroya Løgting fríggjadagin og fer til fyrstu viðgerð í tinginum í morgin.
Í sjálvum uppskotinum verður lagt upp til, at flogvøllurin verður útbygdur til 1799 metrar, sum verður mett at kosta umleið 286 milliónir krónur, umframt at terminalur og annað skulu byggjast fyri 126 milliónir krónur. Hetta gevur tilsamans 412 milliónir krónur. 365 av hesum koma úr íleggingargrunninum fyri Føroyar, sum danir hava rindað markaðan pening til flogvøll í Vágum inn í.