Tingkvinna spyr um skannaran og prostatasjúklingar í einum 52a fyrispurningi til Margit Stórá, har hon spyr soleiðis:
1. Kundu teir 28 sjúklingarnir, sum Landssjúkjahúsið nýliga hevur ávíst til Aalborg at skannast, ístaðin verið sendir til Klaksvíkar?
2. Hvat er meirkostnaðurin av at senda hesar 28 sjúklingarnar til Danmarkar í mun til, at teir blivu sendir til Klaksvíkar sjúkrahús?
Tingkvinnan vísir á, at Jóhan Poulsen, urologur, hevur sagt, at skannarin í Klaksvík kann skanna fyri prostata beinanvegin – í dag um tað skal vera - og allar avtalur við Aalborg sjúkrahús eru komnar uppá pláss.
– Mótsatt hesum sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, at stórt fyrireikingararbeiði enn er eftir at gera, áðrenn sjúklingar kunnu sendast til Klaksvíkar. Møguliga einaferð eftir summarferiuna kunnu sjúklingar sendast til Klaksvíkar at skannast innan urologi, sigur hann. Serfrøðingur á økinum sigur eitt, meðan stjórin á LS sigur heilt nakað annað, vísir tingkvinnan á.
Hon heldur, at allir partar í málinum og serliga hesir 28 sjúklingarnir og teirra avvarðandi hava krav uppá at vita, hvør sannleikin er.
– Føroyski skattaborgarin hevur eisini krav uppá at vita, hvussu hansara peningur verður umsitin. Ein av okkara størstu uppgávum sum myndugleiki er at fáa skattaborgarans pening at strekkja sum longst. Serliga nú í hesum døgum, har arbeiðarin stríðist fyri at fáa nakrar krónur upp á tímalønina. Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst at velja dýrar loysnir, sum eins væl kundu verið gjørdar bíligari og betri, sum í hesum førinum, sigur Elsbet Mercedis Gunnleygsdóttir í fyrispurninginum.
Mikil orðadráttur hevur verið um hetta málið, sum Norðlýsið bar tíðindini um, at Landssjúkrahúsið valdið skannaran í Klaksvík frá og heldur sendir sjúklingar til Danmarkar.
Men søgan er tó ikki so einføld, ið summi vilja gera hana til.
Tað sigur í øllum førum stjórin í Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Alexandra á Dul.
Hon sigur, at tað er ikki klárt at skanna prostatasjúklingar í Klaksvík enn, emn at tað verður tað.
Hon skrivar soleiðis:
– Ein viðmerking frá mær, nú nógv verður skrivað um nýggja MR-virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– At fáa nýggja MR-virksemið upp at standa,hevur verið ein sera stór uppgáva.
– Nógv arbeiði er avgreitt, og okkurt er Sjúkrahúsverkið enn ikki komið á mál við. Ein av uppgávunum, sum vantar enn, eru prostata skanningar. Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða miðvíst við at koma á mál við hesum, og fær hetta arbeiðið dyggan stuðul frá okkum øllum í leiðslubólkinum fyri Sjúkrahúsverkið.
– Enn verður skannarin ikki nýttur til fulnar, men tað verður arbeitt miðvíst fram ímóti hesum, so borgarar kunnu fáa øll sløg av skanningum bjóðaðar í Føroyum. Vit síggja fram til, at allar viðkomandi skanningar kunnu leggjast í fasta legu í Føroyum, eisini prostata, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Klaksvíkar Sjúkrahúsi.











