Sorg í tónum

Onkuntíð eru tónleikaupplivingar so inniligar, at kenslurnar á pallinum nærum gerast fysiskar, hetta hendi, tá Petur Háberg oddamaður í Bet You Are William sang sangin “So Long”, ið Petur hevur skrivað til ommu og abba sín, ið doyðu í ferðsluvanlukku í fjør

Á Fjarðafestivalinum vóru fleiri góðar løtur, men ein tann inniligasta løtan var, tá Petur Háberg í Bet You Are William sang lagið “So Long”, ið best kann lýsast sum sorg í tónum. Lagið hevur Petur skrivað til ommu og abba sín, ið lótu lív í ferðsluvanlukku í fjør. Í hesum lagi er Petur naknari enn í øðrum løgum, og pínan í røddini var næstan fysisk. Tað var torført ikki at verða rørdur av ommusoninum, ið angrar allar tær vitjanirnar, ið hann ikki fór á hjá ommuni og abbanum og um saknin innaní. Petur er ein inniligur sangari, og í hesum álvarsliga og hjartaliga sangi er inniligheitin størri enn nakrantíð.


Ein serligur bólkur

Bet You Are William er ein heilt serligur bólkur, og onkursvegna kennist tað, sum um vit eiga at gleðast um, at hann er okkara, tí heimurin man skjótt fara at fáa eyguni upp fyri sjarmuni og oyruni upp fyri løgunum hjá teimum, og tá vera vitjanirnar her heima helst meira sjáldsamar.


Góð menning

Á stóra pallinum á Fjarðafestivalinum endaði bólkurin sína summar konsertferð, og eins á øllum hinum konsertunum, ið eg havi sæð við bólkinum í ár, var framførslan ordiliga góð. Onkur spurdi meg um munin á hesari framførsluni og framførsluni hjá bólkinum á Fjarðafestivalinum í fjør, og eg mátti viðganga, at munurin er ikki so stórur, men bólkurin er fyrst og fremst mentur innan lagaskriving. Í fjør vóru nøkur heilt góð løg, og fleiri fín ífyllu løg, men leygarkvøldi spældi Bet You Are William eina rúgvu av heilt góðum løgum og nøkur heilt fá ífyllu løg.


Sterkur samleiki

Eftir eina eitt lítið sindur leitandi byrjan, kom Bet You Are William ordiliga í gongd í øðrum lagi Electricity, og eftir hetta var ikki vent aftur. Ein røð av ordiliga góðum vælskrivaðum nútímans rokkløgum, við sterkum Bet You Are William samleika. Ein samleiki, ið letur hugin leita til bólkar sum donsku Carpark North, men eisini í ein ávísan mun til popp/rokk úr 80’árunum. Tónleikurin er eksplosivur og byggir støðugt upp til lítlar eksplosiónir, og eksplosiónirnar eru altíð væleydnaðar, ikki minst orsakað av gittarleikaranum Bartali, ið bæði í framburi og spæli er líka eksplosivur sum tónleikurin , ið eksplosiónunum er hann garr villur. Eitt nú megnaði hann at smildra ein gittar niður í pallin, og løtu seinni hoppa av pallinum og klatra uppaftur á pallin við brotna gittarinum. Tað er fasinerandi at eygleiða hann, meðan hann við sínum klønu grindalokka beinum hoppar runt á pallinum, í einum kovboybuksum, ið sita so stramt, at undranin um, at buksur finnast í hesi støddini blandast við undranini, um at beinini ikki brotna av villu framførsluni.


Ein góð kensla

Hæddarpunktini vóru fleiri á konsertini, eitt nú Electricity og risa hittið Here We Go Stereo, umframt sum longu sagt tann inniligi “So Long”, meðan lagið Dynasty, ið er at hoyra fyri tíðina, ikki veruliga livdi upp til vónirnar, tó so fólk hoppaði til hetta lagið.

Petur Háberg er ein dugnaligur ungur maður. Røddin er rættiliga sermerkt, eitt sindur for søt, hetta taldi niður tá hann royndi seg í fittu singer/songwriter stílinum. Men í Bet You Are William er ríkiligt av skitnum larmi at balla røddina inn í, og heildin gerst tí herlig. Tónleikararnir eru kendir úr øllum møguligum samanhangum, men tá tú lurtar eftir teimum, kennir tú veruliga, at heildin er størri og betur enn summurin av øllum staklutunum, og tað er ein góð kensla.


Ikki profetur í egnum landi

Bet You Are William hevur megnað at vinna sær pláss í hjartanum á einum breiðum áhoyraraskarða, ið eisini telur fólk uttan fyri kristnu samkomurnar, hetta er nakað, ið flest allir føroyskir bólkar á Fjarðafestivalinum, bert kunnu droyma um. Men eingin verður profetur í egnum landi, tað kundi man staðfesta enn einaferð, tí tað var synd at siga at tað var trongt frammanfyri pallin, tá Petur Háberg og hansara menn spældu á hesum festivali, ið má metast sum teirra upprunaligi heimavøllur.