barnagarðinum. Skúlin varð bygdur í 2000 til at vera ein tveyflokkaður skúli, og hann er nú tríflokkaður. Pláss varð gjørt fyri 25-30 næmingum, men komandi skúlaár vera tað 41 næmingar á Velbastaðar skúla. Krøv [...] koma aftur. Ein av orsøkunum til, at áhugin er stórur fyri at búgva á Velbastað metir borgarstjórin vera, at Velbastaður liggur so nær við miðstaðarøkið. Tað tekur ikki meira enn eini fimm minuttir at koyra [...] hava stórt djórahald. Neyt, seyð, hønur og annað, sum børnini luttaka í í tí dagliga, og tað kann vera ógvuliga læruríkt í mun til nógva aðrastaðni, heldur Annfinn Brekkstein. ? Læruríkt í hesum døgum
sjálvsálitið eisini at veri í topp, so eg haldi ikki, at vit kunnu vera nógv betri fyri enn tað sama. Hóast hann soleiðis tykist vera ógvuliga bjartskygdur, so dylir Kaj tó ikki fyri, at fuglfirðingar [...] Stongum er liðskipari hjá SÍ, og tá vit hittu hann á máli undan finaludystinum tóktist tað eisiniv vera so, at spenningurin til dystin var stórur. - Jú, tað er einki at ivast í, at lagið hevur verið gott [...] niður við høvdinum í eini slíkari finalu. Tá vit at enda spurdu Kaj, hví hann heldur finaludystin vera somikið serligan, er hann skjótur at svara, at tað eru karmarnir. - Tað er jú altíð stuttligt at spæla
krónur og lønarflokk 34.1, sum er 28.528,08 krónur, ella 1.471,92 krónur. Frá 01.03.2003 skal skiparin vera løntur í lønarflokki 35.1 sum er 31.712,68 krónur um mánaðin.. Í løtuni er byrjunarløn hjá skiparanum [...] endalønin, 25.766,66 krónur. Krøv til lønina hjá yvirstýrimonnum Tann 01.03.2002 skal yvirstýrimaður vera løntur í lønarflokkki 31.1, sum er 24.661,96 krónur. Haraftrat skal hann hava eina viðbót, ið er munurin [...] millum tær 24.661,96 krónurnar og lønarflokk 32.2, sum er 26.903,39 krónur. Frá 01.03.2003 skal hann vera løntur í lønarflokki 33.1, sum gevur 28.184,76 um mánaðin. Í løtuni er byrjunarlønin hjá yvirstýrimanninum
at enn er einki avgjørt, hvør skipan tað skal vera. Men væntandi verður tað ein, sum helst skal vera so sjálvvirkandi, at fólki als ikki nýtist at vera á staðnum. Okkurt sovorðið sum skrásetir bilin, [...] stjórin fyri Vágatunlinum. Hann roknar við, at avsláttarskipanir, sum kendar eru aðrastðani frá, fara at vera at fáa her eisini. ?Tað vildi nokk verið órealistiskt at hugsa annað, heldur Dávur Reinert Hansen [...] seg í eina fasta legu, væntar Dávur Reinert Hansen. Tíðarætlanin sigur, at undirsjóvartunnilin skal vera liðugur í seinasta lagi hálvan februar komandi, og tað verður hann eisini. Men miðað verður ímóti
juni og tá byrjar festivalurin. Vit fara so á vakt dagin eftir. Vaktirnar eru 8 tímar og tær kunnu vera allar tíðir á samdøgrinum, sigur Hans Kristian Joensen, sum saman við øðrum samurittum hvønn mikudag [...] leiklut. Teir hava einki við møguligar ósemjur ella annað at gera. - Vit bara hjálpa! Illa fyrikomin vera havd til eftirlit, onnur verða send víðari, til dømis til Main. Tað er stóra tjaldið, har tey, ið [...] hugurin at hjálpa, ið drívur verkið. Og vónleyst er at uppliva konsertirnar, tí tað er hart arbeiði at vera samurittur. Til dømis skulu børuliðini ofta renna langar teinar, sigur Hans Kristian Joensen. - Tá
vestan. Íslendsku flokkarnir vitja sjálvandi eisini í Føroyum. Skála og Ísafjørður eru vinarbýir, og tí vera tað flokkar úr hesum báðum plássum, sum fara at vitja hvønn annan. Hvør skal fáa stuðulin, verður [...] snýr seg um at gera bestu uppgávu/frágreiðing um Ísland á føroyskum. (Í Íslandi skulu uppgávurnar vera um Føroyar). Hans Jákup Andreasen, fyrstilærari, greiðir frá, at í ein mánaða í vár hava næmingarnir [...] til kappingina. Enn er ikki greitt, hvør vinnarin er, men orsakað av tiltakinum hjá foreldrabólkinum vera eingir taparar í hesi kapping, tí øll sleppa jú til Íslands. Harafturat verða næmingaavrikini løgd
(harundir fútarætturin) eisini vera ?arbeiðsrættur? í Føroyum. Sostatt avgera fakfeløgini í stóran mun sjálvi hvussu leingi Føroya Rættur (harundir fútarætturin) framhaldandi skal vera ?arbeiðsrættur? í Føroyum [...] arbeiðsmarknaðinum, so vóru tað fyrst fakfelagsleiðarir, sum tóku til orðanna. Teir hildu tað als ikki vera nakað gott hugskot at blanda fútarættin upp í tílík mál, tá ið hetta als ikki hevði verið siðvenja [...] fyribils skal leggjast til grund til rættaravgerð fyriliggur, skrivar Vinnuhúsið. Víðkaðan gerðarrætt Sum vera mann í tílíkum spurningum, so er mótparturin mestsum púrasta ósamdur. Hóast Gunnleivur Dalsgarð ikki
freist, samstundis, sum skúlarnir fáa boð um at gera ársætlanir, har alt virksemið á skúlunum skal vera lagt í fasta legu í góðari tíð. Hátíðarhaldið kemur serliga tvørt fyri hjá teimum skúlum, sum hava [...] Fyrisitingin langt frá næmingunum Forkvinnan í Føroya Lærarafelag skilir ikki, at hátíðarhaldið skal vera nú. - Hví fingu skúlarnir ikki boðini, tá teir byrjaðu eftir nýggjár. Fyrsta dagin eftir jólafrítíðina [...] gamlar uppgávur til sjúkraroyndir. Um so er, at gamlar sjúkrauppgávur verða brúktar, og tað kann væl vera, so fari eg at heita á allar lærarar, sum hava 9. og 10 flokk, at geva næmingunum hesar til heimauppgávur
fólkaatkvøðuni. Fólkaflokkurin heldur vandan við at tapa fólkaatkvøðuna vera størri enn vinningin við at vinna hana. Tí metir flokkurin tað vera best at finna aðra loysn á málinum. Helena ivast Sjálvstýrisflokkurin [...] fólkaatkvøðu 26. mei er eftir vanligari mannagongd í løtuni til ummælis hjá samgonguflokkunum. Teir skulu vera lidnir at viðgera uppskotið í seinasta lagi fríggjadagin. Fyrr enn tá, vil Anfinn Kallsberg, løgmaður [...] uppskot. Tað hevur ljóðað, at Anfinn Kallsberg hevur spurt seg fyri hjá Jóannesi Eidesgaard, um hann vil vera bjargingarflaki, um málið endar við, at samgongan slitnar. Hetta kundi bent á, at Fólkaflokkurin arbeiðir
fyrrakvøldið, at hann ikki metti ætlanina hjá landsstýrinum vera í stríð við stýrisskipanarlógina. Men samstundis gjørdi hann greitt, at talan ikki kann vera um eina bindandi fólkaatkvøðu. Hann segði, at fólkaatkvøðan [...] Jógvan við Keldu, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana. Skal vera bindandi Hóast løgfrøðingar vísa á, at fólkaatkvøðan 26. mai ikki kann vera bindandi, heldur Høgni Hoydal fast um, at talan verður um eina [...] So kunnu løgfrøðingar og politikarar kjakast um hetta langt fram í tíðina. Høgni Hoydal heldur tað vera púra náttúrligt fólkaræði, at fólkaatkvøðan bindur komandi løgting 12 ár fram í tíðina. Hann heldur