Hátíðarhalda við ringum tannabiti

- Flest allir lærarar fara treyðugt undir hetta hátíðarhald, og tað er av fleiri orsøkum. Hugsa vit um álitisbrotið, sum Mentamálastýrið hevur framt ímóti føroyska læraranum, áttu vit at sýtt fyri at hátíðarhalda yvirtøkuna av føroyska fólkaskúlanum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

FÓLKASKÚLIN

Fyrsta dagin í hesum árinum varð fólkaskúlin allur á føroyskum hondum, og nú skal tað hátíðarhaldast. Mentamálastýrið áleggur 20. mars, sum er mikudagin í komandi viku, fólkaskúlunum kring landið at hátíðarhalda, at skúlin er yvirtikin. Men Føroya Lærarafelag tekur ikki ímóti hesi áheitan við lógvabrestum.
- Sæð í ljósinum av tí sviki og álitisbroti, sum Mentamálastýrið hevur
framt ímóti føroyska læraranum, vildu vit ynskt, at vit kundu noktað limum felagsins at skipa fyri hátíðarhaldinum. Tíverri kunnu vit ikki tað, men mugu akta, tá ið landsstýrismaðurin gevur eini slík boð. Men tað verður við ringum tannabiti, og tað harmar okkum, at landsstýrismaðurin gevur slík boð við so stuttari freist, sigur nevndin í Føroya Lærarafelag.
Føroya Lærarafelag átalar Mentamálastýrið og landsstýrismannin, at skúlarnir fáa slík boð við so stuttari freist, samstundis, sum skúlarnir fáa boð um at gera ársætlanir, har alt virksemið á skúlunum skal vera lagt í fasta legu í góðari tíð. Hátíðarhaldið kemur serliga tvørt fyri hjá teimum skúlum, sum hava starvsvenjing og verkætlanararbeiði. Blokadan ávirkar eisini hátíðarhaldið, tí einki undantaksloyvi verður givið innkeypi til hátíðarhaldið, og hvat fyrireikingini viðvíkir, verður hon ikki víðkað til hetta serliga høvið.

Fyrisitingin langt frá næmingunum
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag skilir ikki, at hátíðarhaldið skal vera nú.
- Hví fingu skúlarnir ikki boðini, tá teir byrjaðu eftir nýggjár. Fyrsta dagin eftir jólafrítíðina hevði hátíðarhaldið ikki órógvað undirvísingina so nógv. Tað hevði verið meira hóskandi tá. Og so havi eg eisini sæð uppskotið frá Mentamálastýrinum, hvat bakgrundstilfar mælt verður til skal nýtast. Tað er ikki at flenna at, men eg geri tað hóast alt, tí tað vísir, hvussu langt hesi fólk eru frá næminginum.
- Flest allir lærarar fara treyðugt undir hetta hátíðarhald, og tað er av fleiri orsøkum. Í fyrsta lagi tí tað er boðað frá við so stuttum skotbráði, í øðrum lagi tí henda tíðin longu er fastløgd í skúlunum, og í triðja lagi tí lærararnir eru rasandi um, at Mentamálastýrið í loyndum hevur fingið nakrar próvtøkuuppgávur til vega so ella so. Væntandi nakrar discount-uppgávur, sum onkur blokadubrótari hevur klipt og klistrað saman, ella nakrar gamlar uppgávur til sjúkraroyndir. Um so er, at gamlar sjúkrauppgávur verða brúktar, og tað kann væl vera, so fari eg at heita á allar lærarar, sum hava 9. og 10 flokk, at geva næmingunum hesar til heimauppgávur longu nú, tí á øllum skúlum finnast hesar gomlu próvtøkuuppgávur og uppgávur til sjúkrapróvtøkur. Vanliga verða gamlar uppgávur nýttar til dagligu undirvísingina fyri at fyrireika næmingarnar til eina komandi próvtøku, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.

Hátíðarhald
Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur gjørt av, at yvirtøkan skal gerast tilvitandi í huga næminganna. 20 mars í ár er tí lýstur at vera evnisdagur við evninum: Hin føroyski skúlin/Okkara skúli.
Hendan dagin er ætlanin, at allir skúlar í landinum skulu arbeiða við hesum evninum. Skúlarnir gera sjálvir av, hvussu teir skipa evnisdagin, men innihaldið í degnum skal vera yvirtøkan av sjálvum skúlaverkinum.
- Vóni, at hesin dagurin fer at fáa undirtøku úti á skúlunum, og at hetta tiltakið kann styðja undir tilvitanina um okkara skúlaverk, og at tað nú eru vit einsamøll, ið hava ábyrgdina, bæði fyrisitingarliga, fíggjarliga og námsliga. Tað er okkara ábyrgd, at føroyski skúlin framvegis verður ein mentanarberi og ein kunnleikagevi saman við tí uppfostrandi leiklutinum, sum skúlin altíð hevur havt, at tilbúgva næmingin til tað komandi lívið og samfelagið, sigur Óli Holm, landsstýrismaður, í kunning til skúlarnar.