Samferðsla
Arbeitt verður við eini bummskipan til tess at fáa inn pening frá teimum, sum fara at brúka Vágatunnilin.
Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at enn er einki avgjørt, hvør skipan tað skal vera. Men væntandi verður tað ein, sum helst skal vera so sjálvvirkandi, at fólki als ikki nýtist at vera á staðnum. Okkurt sovorðið sum skrásetir bilin, so til ber at koyra fram móti eini automat at gjalda, sigur stjórin fyri Vágatunlinum.
Hann roknar við, at avsláttarskipanir, sum kendar eru aðrastðani frá, fara at vera at fáa her eisini.
?Tað vildi nokk verið órealistiskt at hugsa annað, heldur Dávur Reinert Hansen. Men hann vil ikki koma inn á, hvat tað kann fara at kosta at koyra ígjøgnum tunnilin.
Hinvegin eru varisligar metingar gjørdar av, hvussu nógv ferðslan gjøgnum tunnilin man fara at verða.
Roknað hevur verið við, út frá tølum frá ferjunum, at einir 350 bilar fara at koyra undir Vestmannsundi um samdøgurði.
Tað veðru heilt givið rættiliga nógv fyrstu tíðina, men tann ferðslan man skjótt fara at leggja seg í eina fasta legu, væntar Dávur Reinert Hansen.
Tíðarætlanin sigur, at undirsjóvartunnilin skal vera liðugur í seinasta lagi hálvan februar komandi, og tað verður hann eisini. Men miðað verður ímóti, at tað kann verða fyrr. Nær tað er, vil stjórin í partafelagnum Vágatunlinum ikki upplýsa.
Vegbreytin
Dávur Reinert Hansen sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera vegbreytina inni í tunlinum.
Einir hundrað metrar av vegbreytini verða grivnir upp í senn, og so verður nýtt, drenandi tilfar lagt aftur ístaðin. Samstundis verða rennur og brunnar gjørd, so tá tað er liðugt umleið hálvan mai mánaða, er bara eftir at asfaltera sjálva vegbreytina.
Vegarbeiðið uttan fyri tunnilin er eisini í gongd báðu megin. Í Leynym eru teir komnir væl áleiðis við at stoypa brúnna, og fylt verður eisini út við sjálva brúnna og til rundkoyringina, sum gerast skal við tunnilsmunnan. Síðan verður dekkið á brúnni stoypt.
Vágamegin eru teir so smátt farnir undir at gera tað stóra svingið oman fyri Fútaklett og tann vegin, sum gerast skal av nýggjum í tí sambandinum.
Roknað verður við, at nýggjur vegur skal gerast einar hálvannaðhundrað til tveyhundrað metrar frá svinginum niðan móti Hálsinum. Eisini skal Oyrargjáarvegurin bindast í tann nýggja vegin. Hetta arbeiðið fer rættiliga í gongd nú út á varið, og so verður arbeitt, til liðugt er.
Kaðalarbeiðið
Inni í sjálvum tunlinum verður farið undir kaðalarbeiðið nakað skjótt, upplýsir Dávur Reinert Hansen.
Arbeiðið er boðið út, og fýra tilboð eru innkomin. Roknað verður við, at byrjast kann upp á tað arbeiðið um hálvan juni mánaða.
Tey fýra tilboðini, sum komin eru inn, eru øll frá fyritøkum, sum hava føroyska løggilding.
El- telefon- og radiokaðalar skulu leggjast inni í tunlinum. Hetta arbeiðið kann gerast, samstundis, sum arbeitt verður við at tekja tunnilin, upplýsir stjórin.
Tá tað er liðugt, eru bara snøklarnir eftir, um sigast kann so. Slíkt sum kantsteinar og merking av vegbreyt.
Eisini vegurin til tunnilin skal gerast liðugur út á heystið. Sovorðið sum bilverja, vegristir og hegn fram við vegbreytini, sigur Dávur Reinert Hansen.
Parkeringsviðurskifti
Í samband við tosið um tunnilin undir Vestmannsundi verður ofta komið inn á parkeringsviðurskiftini í Vágum. Víst verður á, at serliga í samband við flogvøllin eru parkeringsviðurskiftini ov vánalig.
Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at arbeitt verður av allari kraft at fáa loyst hendan trupulleikan.
Tað verður ikki nøkur separat loysn við parkeringsplássum, sigur Finnbogi Niclasen, uttan ein samlað loysn við øllum flogvallarøkinum uppií.
?Men vit kunnu altíð hava ein fyribilsloysn klára, tá tunnilin letur upp, so fólk fáa sett bilarnar frá sær, sigur hann.