Arbeiðsmarknaður
Ósemjur millum partarnar á abeiðsmarknaðinum er ikki nakað óvanligt í Føroyum. Við jøvnum millumbili plaga verkfallini at vitja okkum sum ein onnur plága. Tað er ymiskt, hvussu leingi verkføllini vanliga eru, men tað plagar at merkjast. Verkføllini taka tað tíð, sum tað tekur pørtunum at semjast.
Í sambandi tær seinastu ósemjurnar er fútarætturin eisini komin upp í leikin. Eitt nú í trætuni um ambulansutænastuna kom fútarætturin upp í málið, og hetta fekk fakfelagsleiðararnar at geva ilt av sær. Í hesum førinum eins og í øðrum førum gjørdi fútarætturin arbeiðssteðgin ólógligan. Tískil noyddist arbeiðsfólki aftur til arbeiðis, uttan at tey ynsktu tað.
Arbeiðsrættur
Eftir seinastu træturnar á arbeiðsmarknaðinum, so vóru tað fyrst fakfelagsleiðarir, sum tóku til orðanna. Teir hildu tað als ikki vera nakað gott hugskot at blanda fútarættin upp í tílík mál, tá ið hetta als ikki hevði verið siðvenja áður. Eisini funnust teir at Fútarættinum fyri ikki at taka alt málið til viðgerðar, men bert at viðgera partar av málinum til fyrimuns fyri annan partin ? teirra mótpart.
Nú hevur eisini Føroya arbeiðsgevarafelag gjøgnum Vinnuhúsið komið við nøkrum úttalilsum í hesum sambandi.
Føroya arbeiðsgevarafelag vísir á, at tað í løtuni ikki er nakar arbeiðsrættur í Føroyum, og av teirra orsøk er Fútarætturin ella Føroya rættur noyddur at viðgera málið. Hetta er fyri so vítt ikki nakað nýtt sjónarmið, og hevur spurningurin viðvíkjandi arbeiðsrættinum
eisini verið frammi áður. Føroya arbeiðsgevarafelag er sjálvt heldur ikki nøgt við støðuna sum hon er.
? Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at sett verður gongd á orðaskiftið um og fyrireiking av stovnsetan av einum føroyskum arbeiðsrætti. Eitt er í hvussu so er vist, og tað er, at so leingi eingin føroyskur arbeiðsrættur er stovnsettur vil Føroya Rættur (harundir fútarætturin) eisini vera ?arbeiðsrættur? í Føroyum. Sostatt avgera fakfeløgini í stóran mun sjálvi hvussu leingi Føroya Rættur (harundir fútarætturin) framhaldandi skal vera ?arbeiðsrættur? í Føroyum, skrivar Vinnuhúsið.
Føroya arbeiðsgevarfelag sóknast eftir øllum at døma eftir einari skipan, sum er mestsum álík teirra skipan, ið danir nýta nú.
? Sambært dómspraksis er á føroyska arbeiðsmarknaðinum galdandi ein friðarskylda meðan ein kollektivur sáttmáli er galdandi.Við at gera kollektivan sáttmála tryggjar arbeiðsgevarin sær sostatt arbeiðsfrið í sáttmálaskeiðinum. Nevnast kann eisini, at galdandi er ein tulkingarfyrimunur fyri arbeiðsgevaran soleiðis at tulking arbeiðsgevarans fyribils skal leggjast til grund til rættaravgerð fyriliggur, skrivar Vinnuhúsið.
Víðkaðan gerðarrætt
Sum vera mann í tílíkum spurningum, so er mótparturin mestsum púrasta ósamdur. Hóast Gunnleivur Dalsgarð ikki plagar samráðast so øgiliga nógv við partarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, so heldur hann ikki nógv um uppskotið hjá Føroya arbeiðsgevarafelag, sum hann metur kann fáa kollveltandi týdning fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
? Føroya arbeiðsgevarafelag veit fult væl, at ein arbeiðsrættur ikki er nakað, sum fakfeløgini kunnu taka undir við, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Sum heild metir Gunnleivur ikki at tað er neyðugt við einum tílíkum arbeiðsrætti, sum vit eisini kenna úr Danmark. Hann heldur, at tað eru partarnir í einari arbeiðstrætu, sum sjálvir skulu loysa trupulleikan, soleiðis sum teir eisini hava gjørt áður. Harafturat skilur Gunnleivur Dalsgarð als ikki, hvat tað er fyri trupulleikar, sum Føroya arbeiðsgevarafelag eftir øllum at døma sær.
? Vit hava saman við øðrum nú í eina tíð arbeitt við einari ætlan um ein víðkaðan gerðarrætt, men hetta hevur seinastu tíðina ligið á láni. Hetta er ein loysn, har partarnir sjálvir kunnu skipa ein stovn, sum kann loysa tílík trætumál, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur seg vera til reiðar at tosa við Føroya arbeiðsgevarafelag og onnur, um hesar spurningarnar, men ein arbeiðsrættur er ikki nakað, ið hann teir kunnu taka undir við.










