Bindandi fólkaatkvøðan, sum landsstýrið ætlar at halda 26. mai, er púra óbindandi.
Hetta eru løgfrøðingar, Sosialurin hevur tosað við, púra samdir um.
? Uppskotið hjá landsstýrinum gevur sitandi løgtingi størri heimildir enn øðrum komandi. Hetta er beinleiðis í stríð við vanligar fólkarættarligar siðvenjur bæði í Føroyum og í okkara grannalondum, sigur Bjørn á Heygum, sum var ein av teimum fýra løgfrøðingunum, ið gjørdu føroysku stýrisskipanarlógina.
Royndi løgfrøðingurin, Halgir Winther Poulsen, hevur somu fatan, sum Bjørn á Heygum. Hann sigur, at tað ikki ber til at lóggeva fyri meira enn eitt komandi løgting. Tí ber heldur ikki til at lóggeva 12 ár fram í tíðina.
Hans Trúgvi Teirin, løgfrøðingur var eins og Bjørn á Heygum við til at orða galdandi stýrisskipanarlóg Føroya. Hann segði við Útvarpið fyrrakvøldið, at hann ikki metti ætlanina hjá landsstýrinum vera í stríð við stýrisskipanarlógina. Men samstundis gjørdi hann greitt, at talan ikki kann vera um eina bindandi fólkaatkvøðu. Hann segði, at fólkaatkvøðan má fatast sum ein vegleiðandi fólkaatkvøða, sum bara er moralskt bindandi fyri komandi landsstýri.
Hans Trúgvi Teirin vísti á, at sjálvt um føroyski veljarin tekur undir við lógini á eini fólkaatkvøðu, so er hendan lógin ikki ørðvísi enn aðrar lógir. Tí ein fólkaatkvøða er ikki oman fyri aðra lóggávu. Hetta sama sigur Bjørn á Heygum.
Sostatt kann eitt komandi løgting, ið ikki tekur undir við koyriætlanini fram móti fullveldinum, taka av lógina ella broyta hana við vanligari atkvøðgreiðslu.
Skulu hava úrslit
Sambandsflokkurin skjeyt í 1999 upp, at haldast skuldi ein vegleiðandi fólkaatkvøða í Føroyum um fullveldisspurningin. Á fólkaatkvøðuni skuldi spyrjast, um veljarin vildi, at landsstýrið tók upp samráðingar við danir um fullveldi, ella um hann vildi hava, at landsstýrið tók upp samráðingar um eina nýggja stjórnarskipan innan fyri ríkisfelagsskapin.
Í sambandi við viðgerina av hesum uppskoti gjørdi grundlógarnevnin eitt upprit til uttanlandsnevndina um fólkaatkvøður.
Niðurstøðan hjá Kára á Rógvi og Jóan Paula Joensen var millum annað, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða ? sum allar fólkaatkvøður í Føroyum eru ? bindur ikki løgfrøðiliga, men at tað neyvan er hugsandi, at tingið gongur ímóti eini fólkaatkvøðu.
Uttanlandsnevndin viðgjørdi uppritið hjá grundlógarnevndini. Niðurstøðan hjá uttanlandsnevndini var, at fólkaatkvøða ikki eigur at verða hildin fyrr enn ein sáttmáli fyriliggur millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina. Í meirilutanum í uttanlandsnevndini, sum kom til hesa niðurstøðu, vóru Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana.
Skal vera bindandi
Hóast løgfrøðingar vísa á, at fólkaatkvøðan 26. mai ikki kann vera bindandi, heldur Høgni Hoydal fast um, at talan verður um eina bindandi fólkaatkvøðu.
Høgni Hoydal sigur seg ikki vilja koma inn á løgfrøðisligar smálutir í uppskotinum, men leggur dent á, at talan verður um eina bindandi fólkaatkvøðu.
? Hetta er ikki ein spurningur um løgfrøði. Fyri meg er hetta ein spurningur, um føroyska politiska skipanin virðir eina fólkaatkvøðu. Vit hava ongar ásetingar í stýrisskipanarlógini um fólkaatkvøðu, men vit skjóta upp, at vit halda eina fólkaatkvøðu, so Føroya fólk kann hava seinasta orðið at siga, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal stendur fast við, at hóast veljarin møguliga um nøkur ár velur Sambandsflokkin sum størsta flokk, skal løgtingið framhaldandi halda seg til fullveldiskoyriætlanina hjá landsstýrinum.
? Politiskt snýr hetta seg um, at vit vilja hava eina fólkaatkvøðu fyri at spyra fólkið, um tey taka undir við, at vit nú ganga fullveldisleið. So kunnu løgfrøðingar og politikarar kjakast um hetta langt fram í tíðina.
Høgni Hoydal heldur tað vera púra náttúrligt fólkaræði, at fólkaatkvøðan bindur komandi løgting 12 ár fram í tíðina. Hann heldur, at um lógaruppskotið er góðtikið á fólkaatkvøðu, má eisini fólkaatkvøða til, fyri at taka tað av aftur.