og tað vóru nógv eldri fólk, sum komu at halda norðoyastevnu, og tað var ein norðoyastevnunevnd, sum legði stevnuna til rættis. Nú eru nógv fleiri ung fólk, og tað er ÍSF, sum stendur aftanfyri stevnuna [...] eg vænti ikki, at skráirnar fara at leingjast meira við tíðini. ? Stevnurnar eru eisini vorðnar til pengastevnur burturav, har tað snýr seg nógv meira um at forvinna pening enn mentan, sum tað var fyrr. [...] Hetta var kanska einasta ferðin á árinum, sum man sá familjuna, greiðir Jógvan frá, sum leggur afturat, at nú samferðslan er betri, so kemur tað meira enn so fyri, at fólk als ikki síggja familjuna á norðoyastevnu
pengunum, sum eru lagdir til síðis í teimum góðu tíðunum, tá verður ov lítið at taka av. Nýggjar inntøkur Arni sigur, at stuðul er ósunnur, og at vit skulu liva av tí sum vit sjálvi klára at framleiða [...] “tjóðarinnar bjarging”, men alt hetta sær út til at vera nógv lættari sagt enn gjørt. (Tað seinasta nýggja er, at serfrøðingar siga, at vit mugu gevast við at fiska tosk við Føroyar – tað kann gerast eitt [...] fegin hugsað mær at fingið at vita, hvat hetta er fyri ein “heild” sum ger 2 mia. krónur til smápengar. Kanska kann hann í eini seinni grein greiða nærri frá tí. Arni ávarar ímóti at fáa ov nógvar pengar
óttast, at hetta aftur fór at gerast gongdin í ár, tó at kollfirðingar um vikuskiftið sýndu, at teir als ikki eru samdir í hesum. Í leikskránni til dystin mikukvøldið varð eisini nevnt í faldaranum, at soleiðis [...] tóktist at rigga í álopspartinum hjá meistaraliðinum. Serliga tí at avslutningarnir frá veinginum vóru somikið tamir, at tað ongantíð eydnaðist at tagað vælvaksnu H71 verjuna sundur. Nakað sum eisini sást [...] flestu eru úr 25 árum og niðureftir, og megna teir at halda fast um hesar, er væl hugsandi, at H71 innan alt ov langa tíð aftur fer at hava eitt orð at siga í toppinum. Í ár verður tað neyvan, men grundarsteinurin
hann fer at taka til sín, er, at sum stjóri fer hann at vera lætt atkomuligur og at boðini frá stovninum skulu vera týðilig og greið fyri at sleppa undan misskiljingum, sum hesum. Sostatt er heldur onki [...] røktarbústað. Tað merkir, at tey verða noydd at liva í serligum bústøðum. Tað eru bara fólk, sum klára seg sera væl, sum fáa høvi at búgva í egnari íbúð. - Tey flestu hava sum er onga ávirkan á, hvar tey [...] Almannaverkinum sum stovni. - Hasum boðunum vísi eg staðiliga aftur. Hann dugir ikki at siga beint nú, hvat tey fara at gera við tað, at boðini úr Almannaverkinum eru so mótstríðandi. Men hann sigur, at eitt, hann
fleiri orsøkir til, at tað hevur gingið so væl seinastu árini í Føroyum. Alivinnan gongur serliga væl og tað hongur saman við teimum broytingum, sum vóru gjørdar, eftir at alivinnan so at siga fór fyri bakka [...] sigur, at hóast so at siga onki arbeiðsloysi er í Føroyum í dag og vit fáa arbeiðsmegi aðrastaðni frá, so mugu vit hyggja longur fram. – Tað er ikki vist, at tað altíð verður so. Tí er tað neyðugt, at vit [...] Steig Nielsen, løgmaður. Hann sigur eisini, at mangan er tað so, at tað eru tey royndastu fólkini úr tingbólkunum, sum fáa landsstýrissessirnar. Tað ger, at tingbólkarnir vikna. Hesaferð gongur tað so
miðbýarætlanini, sum býráðið hevur samtykt, so hetta er veruliga eitt frambrot, tí nú kunnu vit endiliga siga, at vit eru byrjað at byggja sjálvan miðbýin í Klaksvík. - Alt ov ofta hava vit uppliva, at miðbýarætlanir [...] ætlanir hava verið lagdar, men uttan at gongd er komin á tað, sum hevur størstan týdning, og tað er hetta, sum vit í dag kunnu hátíðarhalda - nevniliga at tað, sum er planlagt av dugnaligum arkitektum [...] hevði tann framíhjárætt at seta fyrsta spakan í hetta arbeiðið, sum vit nú hava reisigildi fyri, loyvdi eg mær at hugleiða eitt sindur um tað spennandi umhvørvi og lív, sum skjótt fer at vera her í miðbýnum
í 1921, sama ár sum Coco Chanel kom á marknaðin við Chanel nummar 5. Hetta er vert at hava í huga, tí mamma elskaði at pynta seg – ikki til gerandis sjálvandi, tá gekk hon í kitli, sum allar aðrar konur [...] men til høgtíðir og annað høvi. Satt at siga minnist eg hana serliga í kitli og so altíð í sving og syngjandi samstundis. Tá hon fór undir okkurt arbeiði, var tað sum at tendra eina kontakt: hon stemmaði [...] hvat tað nú var, hon hevði játtað at bundið. Og bíligt var tað eisini – Hon hevði ikki nógv til yvirs fyri okkara stóra lívsvísdómi, tá vit sum hálvvaksin søgdu henni, at hon tók alt ov lítið fyri, kundi
kom tað sum eitt stórt sjokk hjá fyrrverandi stjóranum hjá henni, sum ikki kann sigast at hava tikið hesi tíðindi serliga væl. - Hon byrjaði at biða meg koma seint til arbeiðis og helt ikki, at eg egnaði [...] segði ongantíð, at tað var tí, eg var samkynd, greiður Joan frá. Stjórin hjá Joan byrjar síðani at umrøða støðuna við starvsfólk á barnagarðinum, og at enda kendi Joan seg noydda at siga seg úr starvi. [...] - Starvsfelagarnar hjá mær søgdu, at stjórin dámdi einki, at eg var samkynd, og eg kendi meg at enda noydda at siga upp, sigur hon. Samkynd oyðileggja børnini Joan og dama hennara høvdu fingið eina avtalu
barnatiltak um dagin og pensjónistatiltak um kvøldi: Sum nakað heilt náttúrligt, hava vit avgjørt at víðka um festivaltiltakið við at taka hósdagin við eisini sum part av festivalinum. Skipa verður fyri stórum [...] Petur Rouch av og á hevur spælt hann. Billy Yates skrivar so at siga allan tónleikin sjálvur, bæði orð og lag. Hann verður eisini mettur, sum ein góður og solidur tónleikaframleiðari. Tey seinastu tíggju [...] ferðast langt, eisini uttanlanda, fyri at sígga bólkin framføra live. Bólkurin hevur givið eini 12 fløgur út og onkur DVD útgáva er eisini komin frá teimum. Savannah hevur sum bólkur móttikið ikki færri enn 10
hann samstundis at geva bátinum nýtt navn. Onkur spyr, hvaðani navnið, Meranti, stavar, men tann søgan er bæði stutt og einføld. Margit veit at siga, at tilfarið, sum Kristian brúkti til at innrætta bátin [...] fyri at sleppa í og úr bátinum. Margit sigur, at knøini vóru vorðin so vánalig, at hon at enda ikki fekk gingið. - Tað er langt síðan, at eg fekk staðfest slitgikt. Tá ið tíðin kemur, ætli eg mær at skifta [...] inni sum frítíðarbát. Motorurin er ein Leyland, sum hann hevur sett saman av tveimum motorum. Margit veit at siga, at Kristian hevur teknað alla umbyggingina sjálvur, men hevur fingið eina smiðju at boyggja