Tá ið Løgtingið verður sett beint eftir døgverða Ólavsøkudag í dag, byrjar seinasta tingsetan hjá hesari samgonguni.
Tá endar hetta valskeiðið, og val verður útskrivað.
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava sitið í samgongu alt hetta valskeiðið, men tá ið fyrra helvtin av valskeiðnum var farin afturum bak, valdi løgmaður at skifta ein landsstýrismann út.
Magnus Rasmussen kom inn og Helgi Abrahamsen fór aftur í tingið, báðir umboða Sambandsflokkin.
Og fyri einum góðum hálvum ári síðani vóru allir tríggir landsstýrismennirnir hjá Fólkaflokkinum skiftir út. Jørgen Niclasen, Jacob Vetsergaard og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir fóru út, og inn komu Uni Rasmussen, Árni Skaale og Sólvit Nolsø.
-Sjálvandi broytast arbeiðsgongdirnar nakað, tá ið minni roynd fólk koma inn, men tað skapar eisini ein nýggjan dynamikk, tá ið nýggj fólk koma inn í staðin fyri fólk við drúgvum royndum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Hann sigur eisini, at mangan er tað so, at tað eru tey royndastu fólkini úr tingbólkunum, sum fáa landsstýrissessirnar.
Tað ger, at tingbólkarnir vikna. Hesaferð gongur tað so umvendan veg.
– Nýggju fólkini í landsstýrinum gera, at tað gongur eitt sindur seinni, men við teimum royndu aftur í tingbólkunum, so styrkir tað um politisku støðuna og tað gerst lættari at gjøgnumføra politikkin hjá samgonguni, sigur hann.
Smærri broytingar
Samgonguskjalið er grundarlagið undir tí politikki, sum samgongan rekur.
Hinvegin er tað soleiðis, at tá ið nýggj fólk koma í landsstýrið, so hava tey kanska raðfestingar, sum víkja frá tí raðfesting, sum undanfarnu landsstýrisfólkini hava havt.
– Kortini er tað soleiðis, at tá ið tú situr í landsstýrinum, so skal tú altíð hava fyri eyga, at skalt tú hava nakað ígjøgnum, so mást tú tryggja tær uppbakning í Løgtinginum, men tað er onki nýtt í tí, sigur løgmaður.
##med2##
Gongur væl
Seinastu 10 árini hevur tað gingið ófatuliga væl í Føroyum. Løgmaður sigur, at samgongan kundi latið staaði til, men hevur heldur valt at arbeiða víðari.
Vakstrarforum er júst komið við einari frágreiðing um, hvat eigur at verða gjørt, skulu vit tryggja vælferðina komandi árini.
– Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir til, at tað hevur gingið so væl seinastu árini í Føroyum. Alivinnan gongur serliga væl og tað hongur saman við teimum broytingum, sum vóru gjørdar, eftir at alivinnan so at siga fór fyri bakka fyrst í 00-unum.
– Lógir og kunngerðir vóru gjørdar av nýggjum og síðani hevur vinnan vaksið seg stóra og framleiðir í dag heimsins besta laks. Tað sæst aftur í prísinum, har tann føroyski laksurin er førandi á marknaðinum, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at alivinnan er íløgutung, men at hon eisini skapar nógv arbeiði kring alt landið.
Ein onnur avgerandi orsøk til at tað gongur so væl í Føroyum er pelagiska ævintýrið.
Politiska avgerðin um, at vit áttu at krevja okkara rætt og fáa okkara part av kvotunum – serliga makrelkvotunum, sum eru serliga virðismiklar – hevur eisini havt avgerandi týdning fyri føroyska búskapin.
– At vit í byrjanini máttu stríðast fyri hesum rættindum gjørdi eisini, at pelagisk virkir vóru bygd í Føroyum, sum hava havt virðisøkingar og arbeiði til nógvar hendur við sær, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at í 2012 – áðrenn vit høvdu sæð ágóðarnar av alivinnuni og pelagisku vinnuni av álvara – var ein politisk avgerð tikin um, at vit skuldu menna ferðavinnuna.
– Tað gekk ómetaliga væl – onkur helt at tað gekk ov skjótt – heilt fram til 2019, tá ið korona rakti heimin – men nú tykist ferð vera komin á aftur.
– Øll hesi trý tingini hava gingið við og hava skapt ein søguliga stóran framburð í Føroyum. Eg tori enntá at siga, at slíkan framburð hava vit ongantíð fyrr sæð í Føroyum, sigur løgmaður.
Hann sigur, at hetta hevur lyft føroyska búskapin uppá eitt annað støði, men framburðurin hevur eisini lyft inntøkurnar hjá hvørjum einstøkum borgara í landinum.
– Borgarin hevur fingið eina munandi størri inntøku, men eisini munandi størri tøkupening, tí inflatiónin hevur mest sum staðið í stað hesi árini.
-Nú er aftur inflatión og rentan hækkar, men vit eru munandi betur fyri at taka ímóti einum slíkum mótburði, enn vit vóru fyrr, sigur hann.
Hvat nú?
Sjálvt um tað gongur væl í løtuni, so er altíð neyðugt at hyggja frameftir og vita, hvussu til ber at tryggja vælferðina og framburðin.
Vakstrarforum hevur verið á skránni frá fyrsta degi hjá hesi samgonguni, men tað tók nakað av tíð, áðrenn farið var til verka.
Ein orsøk var korona.
Seks bólkar, mannaðir við fólki frá vinnu, embætisfólki, granskarum og øðrum, hava arbeitt við, hvussu til ber at økja um útflutningsvirðið hjá Føroyum og skapa ein burðardyggan vøkstur.
Størsti og breiðasti bólkurin kallast Havið. Tann bólkurin hevur sett sum mál, at okkara útflutningur av tí, sum vit vinna úr havinum, skal økjast við 50 prosentum.
Hetta skal gerast við at virðisøkja tað, sum kemur úr havinum. Bólkurin hevur eisini nakrar ætlanir um, hvussu hetta kann gerast.
– Millum annað vísir bólkurin á, at vit kunnu fara eftir nýggjum pelagiskum fiskasløgum, sum kunnu brúkast til fóðurframleiðslu – fyrst og fremst til alivinnuna.
– Hetta var skrivað áðrenn kríggið í Ukraina og hækkandi rentuna og størri inflatión, men hetta ger okkum væl fyri, tí okkara útflutningur er fyrst og fremst matvøra, sum allur heimurin spyr eftir, sigur løgmaður.
##med3##
Nýggjar marknaðir
Eitt annað, sum verður mælt til, er at vit finna nýggjar marknaðir og eisini fáa latið marknaðir upp, sum vit í dag ikki hava fulla atgongd til – millum annað ES.
Løgmaður vísir á, at ES marknaðurin altíð hevur havt stóran týdning fyri føroyskan útflutning. Hann letur góðan prís, og tann marknaðurin vil eisini hava hágóðskuvørur, sum eisini kosta mest.
Hann sigur, at arbeiðið at fáa eina sokallaða fríhandilsavtalu í lag gongur rættan veg. Føroysk embætisfólk hava beinleiðis samskifti við kabinettið hjá Ursulu von der Leyen í ES.
Ein føroyskur embætismaður verður settur í hesum árinum í ES, har viðkomandi skal arbeiða í kabinettinum hjá ES forkvinnuni.
– Hetta verður eitt stórt framstig, tí vit fáa harvið atgongd til ovastu leiðsluna í ES. Harafturat kann eg siga, at tað samband vit higartil hava havt um handilsavtalu hevur verið sera konstruktivt, sigur Bárður á Steig Nielsen.
– Ein betri handilsavtala er ein fortreyt fyri, at vit kunnu framleiða hágóðskuvørur úr okkara tilfeingi. Virðisøkingin skapar arbeiði í Føroyum.
Løgmaður sigur, at hóast so at siga onki arbeiðsloysi er í Føroyum í dag og vit fáa arbeiðsmegi aðrastaðni frá, so mugu vit hyggja longur fram.
– Tað er ikki vist, at tað altíð verður so. Tí er tað neyðugt, at vit alla tíðina arbeiða við virðisøking. Tað gevur spenandi og avbjóðandi arbeiðspláss og ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað, sum dregur ung fólk við útbúgving heimaftur, sigur hann.
Politikkur seinasta árið
Løgmaður hevur víst eitt sindur á, hvørjar ætlanir eru frameftir og hvat helst eigur at verða gjørt.
Spurningurin í dag er tó kanska líka nógv, hvat samgongan fer at gera hetta seinasta árið, sum eftir er av samgonguskeiðinum.
Hann sigur, at tað eru fleiri átøk á veg. Millum annað skal okkurt gerast við rúsevnismisnýtsluna millum ung, men fleiri átøk eru á veg, bæði í heilsu- og almannaverkinum og í skúlaverkinum.
– Hetta skal alt arbeiðast inn í lógarverkið, og tað skal gerast hetta seinasta árið.
Innan vinnu og fiskivinnu skulu gerast tillaðingar, men eisini nátturuverndarlógin er á skrá.
– Suðuroyartunnilin er ein stór verkætlan. Har verður forarbeiðið gjørt, og linjuføringin verður diskuterað, men spurningurin um trygd verður eisini kannaður, sigur løgmaður.
Eisini spurningurin um kostnað er avgerandi, so spurningurin er um til ber at gera eina verkætlan so nágreiniliga, at ein kostnaðarmeting kann gerast og ein fíggingarleistur eisini kann gerast.
– So kann ein siga, at verður byrjað um tvey ár, so kann kanska koyrast til Suðuroyar stutt eftirr 2030, sigur løgmaður.
Einar grønari Føroyar er eisini ein partur av framtíðini. Vindmyllurnar eru í ferð við at gera mun, og nú verður hugt eftir, um tað ber til at gera kapping á sølusíðuni.
Ein veðurlagspolitikkur er samtyktur og partur av hesum skal gjøgnumførast í hesi tingsetuni.
Løgmaður endar við at siga, at í Føroyum gongur sera væl á øllum økjum.
– Eg veit væl, at vit hava avbjóðingar, kanska serliga á almanna- og heilsuøkjunum, men generelt gongur stak væl, sigur Bárður á Steig Nielsen, áðrenn han fer undir at skriva ólavsøkurøðuna og hyggja langa lóglistan ígjøgnum.













