Samkynd kvinna kroyst úr starvi

19 ára gamla Joan Holm Olsen hevur starvaðist á einum barnagarði, til stjórin nærmast kroysti hana úr starvi. Í dag starvast hon á einum øðrum barnagarði, men hvønn dag livir hon í ótta fyri at missa starvið. Ella at avleiðingarnar av hennara kynsligu sannføring kunnu gerast, at foreldur taka børn teirra úr barnagarðinum.

Í eini seks ár hevur 19 ára Joan Holm Olsen vitað, at hon ikki var áhugað í dreingjum, sum hinar genturnar í flokkinum høvdu. Síðan henda dag hevur hon nærmast livað sítt lív í loyndum og roynt at fjalt sína kynsligu sannføring.

- Eg og daman hjá mær kalla okkum bara fyri vinkonur, sigur Joan. Av hesari orsøk kom tað sum eitt stórt sjokk hjá fyrrverandi stjóranum hjá henni, sum ikki kann sigast at hava tikið hesi tíðindi serliga væl. 

- Hon byrjaði at biða meg koma seint til arbeiðis og helt ikki, at eg egnaði meg so væl til starvið hóast alt. Men hon segði ongantíð, at tað var tí, eg var samkynd, greiður Joan frá.

Stjórin hjá Joan byrjar síðani at umrøða støðuna við starvsfólk á barnagarðinum, og at enda kendi Joan seg noydda at siga seg úr starvi.

- Starvsfelagarnar hjá mær søgdu, at stjórin dámdi einki, at eg var samkynd, og eg kendi meg at enda noydda at siga upp, sigur hon.


Samkynd oyðileggja børnini

Joan og dama hennara høvdu fingið eina avtalu í lag við eina familju um at leiga kjallaran hjá teimum. Tær manglaðu bert at fáa lykilin.

Familjan, sum tær skuldu leiga frá, høvdu fingið illgruna um, at hesar gentur vóru meira enn vinir og byrjaðu at ringja runt til fyrrverandi stjórar og starvsfelagar hjá gentunum.

- Tey søgdu við ein av mínum fyrrverandi starvsfeløgum, at tey ikki vildu hava okkum inn, tí vit kundu oyðileggja børnini hjá teimum, men tey søgdu tað ongantíð við okkum, greiður Joan frá.

Tær hoyrdu hvørki orð ella boð frá familjuni aftur, men fingu ongantíð lykilin.


Óliviligt í Føroyum

Eftir hesa truplu tíð fluttu Joan og dama hennara til Íslands, og har gjørdist tilveran heilt øðrvísi.

- Tað var heilt ótrúligt at koma til Íslands og kunna halda í hondini á damuni, uttan at nakar helt tað vera løgið, greiður Joan frá.

Joan og dama hennara skrásettu seg í parlag í Íslandi, soleiðis at tær kundu ættleiða børn sambært tí Íslendsku lóggávuni á økinum, ið staðfestir at samkynd kunnu ættleiða, tá tey hava livað saman í skrásettum parlagi í meira enn tvey ár. Spurd um tær høvdu verið verandi í Føroyum, um tað bar til at adoptera og at skráseta seg í parlag, svarar Joan soleiðis:

- Tað er ikki tað, sum ger av, um vit trívast ella ikki. Tað snýr seg ikki um lógir, men um at verða góðtikin í samfelagnum. Um tað var lógligt í Føroyum, høvdu føroyingar allarhelst ikki góðtikið tað, og tá kann lógarverkið ikki hjálpa okkum longur, sigur Joan.

Orsakað av kreppuni í Íslandi flutti Joan og dama hennara aftur til Føroya, men hava onga ætlanir um at búsetast í Føroyum longri enn neyðugt.

- So skjótt sum vit kunnu, fara vit til Danmarkar ella aftur til Íslands. Tað einasta, sum heldur mær í Føroyum, eru familja og vinir. Vit liva tó konstant í ótta fyri okkara størvum, og at onkur skal halda okkurt ringt um okkum, tí vit eru samkyndar, og tað ger tað ótrúliga óliviligt her, greiður Joan frá.




Fokus frá teimum samkyndu

Spurd um hennara hugburð til kjakið um tey samkyndu, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini, sigur Joan soleiðis:

- Eg haldi, at málið um 266b og kjakið, sum hevur verið um tað, hevur tvingað fólk at hava eina meining um samkynd, og alt er so uppblást allastaðni, at tað gerst ótrúliga strævið at búgva í Føroyum, sigur Joan Holm í samrøðu við Rás2

Eftir hennara tykki er tað ein hugburðsbroyting, sum skal til og ikki ein lóg sum 266b

- Eg haldi sjálvandi, at tað er gott, at lógin er komin í gildi, men vænti ikki, at tað broytir tað heilt stóra hjá tí vanliga føroyinginum, heldur hon.

Í kjakinum um samkynd hevur eisini verið frammi, um tað at verða samkyndur er ein sjúka, og um tað er møguligt hjá teimum at lekjast.

- Eg skilji ikki, hví fólk tosa um, um tað ber til at lekjast ella ikki. Eg hevði bara ynskt, at fólk lótu verða við at seta so nógv fokus á samkynd, og at tað gjørdist heilt natúrligt millum føroyingar, at samkynd eisini vóru í Føroyum eins og alla aðrastaðni, sigur Joan Holm Olsen.


Kommuna fornoktar mismun

Trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu, Ingibjørg Berg, sigur at kommunan finnur seg ikki í, at mismunur verður gjørdur millum starvsfólk orsakað av kynsligari sannføring.

- Um vit kunnu prógva, at ein leiðari á einum barnagarði hevur gjørt mismun millum starvsfólkini, hevði hetta heilt víst fingið avleiðingar fyri leiðaran, sigur Ingibjørg Berg.

Kommunan hevur samtykt eina javnstøðu lóg k (javnstøðulóg í einum) ið staðfestir k at munur skal ikki verða gjørdur orsakað av etniskum uppruna, tjóðskapi, trúgv ella kynsligari sannføring. Hetta er javnstøðulógin, sum vit kenna frá §266b í straffilógini.

- Eg kenni ikki málið um Joan Holm Olsen, men tað er greitt, at hetta hevði verið tikið upp í kommununi, um vit fingu meira vitan um hetta. Kann tað prógvast, at Joan er illa viðfarin orsakað av kynsligari sannføring, hevði hetta uttan iva fingið avleiðingar fyri nevnda leiðara, sigur trivnaðarleiðarin hjá Tórshavnar kommunu.