So bragdaði hjá H71

Endiliga vann eitt av sokallaðu veikaru liðunum á einum av teimum stóru, og við hesum kemur meira spenningur í landskappingina. Sigurin hjá H71 móti Neistanum var eisini fult uppiborin

Hondbóltur


Tað vóru ikki nógvir áskoðarar, sum mikukvøldið høvdu leitað sær niðan í Ítróttahøllina á Hálsi, har grannauppgerð var millum H71 og Neistan.

Á dómaraseðlinum verður talið uppgivið til 80, men tey, sum heldur vildu nýta kvøldið til okkurt annað, máttu so vera ársins fyrstu sensatión í hondbóltshøpi fyriuttan.


Løgdu einki í leiklutin

Í fjør háttaði kappinginarárið seg soleiðis, st trý lið vóru í botninum, og hesi fingu so einki gjørt við tey fýra ovastu.

Fleiri munnu hava óttast, at hetta aftur fór at gerast gongdin í ár, tó at kollfirðingar um vikuskiftið sýndu, at teir als ikki eru samdir í hesum.

Í leikskránni til dystin mikukvøldið varð eisini nevnt í faldaranum, at soleiðis fór kappingin helst eisini at gerast í ár, og at H71 í hvussu so er ikki skuldi rokna við nøkrum stigum móti Neistanum.

Kanska høvdu spælararnir ikki lisið hetta, ella var tað kanska júst tað, sum teir høvdu gjørt, tí í øllum førum megnaðu teir at gera svartskygda skrivaranum til skammar.


Olaf koppaði dystinum

Tað var annars Neistin, sum byrjaði dystin betri, og tá komið var til miðjan fyrra hálvleik, høvdu teir vunnið sær eina at síggja til trygga fimm-mála leiðslu.

Dysturin tók tá eina avgerandi vend, og ein tann størsta orsøkin til hetta mundi vera tann sálarligi parturin av spælinum.

Olaf Vestergaard, man kanska ikki teljast millum evnaríkastu leikararnar í landinum, men viljan at stríðast hevur hann sum fáur.

Fram til um hetta mundi hevði hann sitið á beinkinum, men tá Sverrri Jacobsen so gjørdi av at nýta hann í verjupartinum, tók dysturin at venda.

Við kontantum, kanska á markinum til ófantaligum, verjuspælið tók hann fullkomuliga pippið frá teimum neistamonnum, sum komu honum nær, og serliga mundi hetta kennast tungt hjá Kára Mortensen.

Sálarliga ávirkaði hetta neistaliðið, ferðin á álopsspælið teirra fór niður, og satt at siga, so komu teir ongantíð fyri seg eftir hetta.

Hoyvíkingar ótu spakuliga burturav neistaleiðsluni, og við hesum gjørdust teir alsamt grammari. Teir fóru at virka meira sum eitt lið, heldur enn at stríðast í sjálvdrátti, og hetta gav eisini bonus.


Halgir í essinum

Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar greitt við yvirlutan, og tað var sjónligt, at teir komu styrktir í trúnni út til seinna hálvleik.

Nú valdu teir eisini at taka spælskiparan hjá Neistanum, Jacob Jónsson, úr spælinum við mans- onkur rópar tað skuggaverju, og steðgaði Neistin fullkomliga upp.

Einki tóktist at rigga í álopspartinum hjá meistaraliðinum. Serliga tí at avslutningarnir frá veinginum vóru somikið tamir, at tað ongantíð eydnaðist at tagað vælvaksnu H71 verjuna sundur. Nakað sum eisini sást aftur í skotroyndunum, sum ofta vóra at kalla í panikki, og sjáldan tóktust verða framdar við umhugsni.

Í hinum endanum lá nú heilt væl fyri hjá hoyvíkingum, har serliga Halgir Dahl-Olesen var flúgvandi. Av fyrstu seks hoyvíksmálunum eftir steðgin átti hann tey fimm, og umframt at vísa skotstyrki sína, sýndi hann eisini frálíkt hegni at spæla viðleikarar fríar.

Hóast H71 yvirvág, so leikaði tó javnt á eina løtu, tí Ragnar sum einasti neistamaður megnaði at hótta H71 málið, men fram móti endanum skrædnaði. Frá javnstøðu 18-18 lupu hoyvíkingar upp á 24-19, og so var at kalla leyst og liðugt.

Neistamenn royndu at koma aftur í aftur, og teir fingu eisini pyntað um úrslitið, men í vanda kom sigurin hjá hoyvíkingum ongantíð.


Framtíðin tykist ljósari

At sigurin smakkaði væl hjá hoyvíkingum, er sjálvandi einki at ivast í, men har umframt mundi hann eisini kennast góður hjá teimum, sum fylgja við í hondbóltinum.

Sigurin vísti, at munurin millum liðini ikki tykist so stórur í ár, sum hann var í fjør, og hetta fer ivaleyst at økja um spenningin í kappingini.

Kollfirðingar hava longu órógva favorittarnar, tá teir vóru sera nær við at vinna á Kyndli, og nú prógvaðu hoyvíkingar so eisini, at knotur so sanniliga eru í teimum.

Hvussu langt hetta fer at røkka, er framvegis ein opin spurningur, men tað boðar í øllum førum frá góðum fyri H71. Eisini tí liðið í stóran mun er sett saman av ungum leikarum, har teir flestu eru úr 25 árum og niðureftir, og megna teir at halda fast um hesar, er væl hugsandi, at H71 innan alt ov langa tíð aftur fer at hava eitt orð at siga í toppinum.

Í ár verður tað neyvan, men grundarsteinurin undir hesum tykist í øllum førum at vera lagdur.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

H71: Halgir Dahl Olesen 9, Stefan Dorofte 7(1), Johnny Djurhuus 5, Rolf Mouritsen 2, Annfinnur N. Debes 2, Jákup á Borg 1, Hallur Danielsen 1

Neistin: Kári Mortensen 8(1), Jacob Jónsson 5, Ragnar Joensen 4, Jákup Sverri Kass 2, Áki Mørk 2, Ári Rouch 1, Ræni Slættanes 1, Helgi Justinussen 1

Brotskøst: H71 1, Neistin 1

Útvísingar: H71 1

Dómarar úr Tjaldrinum: Kári Hansen og Dánjal Hansen. Høvdu eina yvirkomuliga uppgávu, sum teir ikki gjørdu truplari enn hon var.