Ingrid Bjarnastein
Síðani Norðoyastevnan var á fyrsta sinni í 1936 , hevur Jógvan Ravnsfjall, leiðari á Norðoya Fornminnasavni verið til minst tær seinastu 25.
? Norðoyastevnan er nógv broytt síðani tað fyrstu. Samfelagið er eisini broytt, og stevnan er broytt við samfelagnum. Samferðslukervið var ikki so væl útbygt, sum tað er í dag. Fyrr komu fólk á norðoyastevnu, og gistu, men nú samferðslan er so góð, so nú ber til at koma til eitt tiltak, og so fara heimaftur, sigur Jógvan Ravnsfjall.
Fyrr var norðoyastevnan ein ítróttar- og mentanarstevna, og tað vóru nógv eldri fólk, sum komu at halda norðoyastevnu, og tað var ein norðoyastevnunevnd, sum legði stevnuna til rættis. Nú eru nógv fleiri ung fólk, og tað er ÍSF, sum stendur aftanfyri stevnuna, men tað á norðoyastevnu er tað NFÍ, Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð, sum samskipar hana, og ger endaligu stevnuskránna.
Pengastevna
Tá norðoyastevnan fyrstu ferð varð hildin, var hon triðja stevnan í røðini. Áðrenn vóru bara ólavsøka og jóansøka hildnar í Føroyum.
? Ólavsøka hevur verið síðani einaferð í miðøldini, og jóansøkan kom so í 1924. Aftaná norðoyastevnan kom í 1936, komu hinar størru stevnurnar aftaná. Vágastevnan, hon æt tá, skálafjarðastevnan, Varmakelda og so víðari. Í dag er tað næstan hvør stór bygd, sum hevur sína stevnu, og tí er norðoyastevnan bara ein av øllum hinum stevnunum, greiðir Jógvan frá.
Tá stevnurnar vóru hildnar fyrr, so vóru ikki nógv onnur tiltøk kring landið. Nú er okkurt tiltak í teimum stóru bygdunum og býunum so at siga hvørt vikuskiftið.
? Á norðoyastevnu vóru so nógv tiltøk, sum vóru ígjøgnum alt árið savnað á sjálvari stevnuni. Norðoyastevnan er vorðin til ein sið, og um ongin norðoyastevna hevði verið í ár, so hevði tað verið heilt undarligt, heldur fornminnisleiðarin.
Norðoyastevna var fyrr bara sunnudag. Nú er skráin vaksin nógv, og tað sæst til dømis eisini aftur í ólavsøkuskránni. Skráin byrjar ofta mikudag, og er ikki liðug fyrr enn týsdag ella mikudag aftaná sjálva stevnuna.
? Um skráin verður ov lang, so missir stevnan sín týdning, so eg vænti ikki, at skráirnar fara at leingjast meira við tíðini.
? Stevnurnar eru eisini vorðnar til pengastevnur burturav, har tað snýr seg nógv meira um at forvinna pening enn mentan, sum tað var fyrr. Tá tú uppdagar hetta, so sær tú beinanvegin, at tú fært ikki tað burturúr, sum tú ætlaði. Tað kann blíva til ov nógv av eini pengastevnu, og foreldur uppdaga tað beinanvegin, tá tey skulu brúka fleiri 100 krónur til børnini. Tað bilar onki, um tey sum skipa fyri ansa eftir hesi felluni við pengunum, sigur Jógvan Ravnsfjall.
Sosialan týdning
Stevnuarnar hava, sum vera man, eisini ógvuliga stóran sosialan týdning. Ítróttin hevur nógv tiltøk, og á skránni er altíð kappróður, fótbóltur, renning og súkkling.
? Fyri nøkrum ártíggjum síðani var tað soleiðis, at tá ungdómurin kom á stevnu, so gistu tey hjá vinum, kenningum ella familju. Gingið varð til tiltøk, og síðani endaði man kanska í einum dansi ella okkurt líknandi, og fór síðani heim dagin eftir. Hetta var kanska einasta ferðin á árinum, sum man sá familjuna, greiðir Jógvan frá, sum leggur afturat, at nú samferðslan er betri, so kemur tað meira enn so fyri, at fólk als ikki síggja familjuna á norðoyastevnu.
Norðoyastevnan hevur nógv at siga fyri norðoyingar.
? Tað er nakað man roknar við. Tú sært nógvar norðoyingar á norðoyastevnu, eisini teir á útoyggj. Á ein hátt er hetta ein stoltleiki. Hetta er okkara stevna.
Norðoyingar fyrireika seg eisini til stevnuna. Ikki bara ítróttarfeløg, og tey, sum skulu skipa fyri tiltøkum, men eisini øll onnur. Kommunan ruddar í býnum, og pyntar, og eisini heima verður ruddað og vaskað og gjørt klárt at taka ímóti gestum.
? Vanlig fólk fyrireika seg eisini til norðoyastevnuna. Syrgt verður fyri at eiga mat inni, um onkur kemur á gátt, tí gestum kann ein altíð rokna við.
? Stevnurnar hava stóran týdning fyri tað sosiala í samfelagnum. Tær skapa nakað, og fólk rokna við teimum. Ólavsøkan fer altíð at vera tann størsta, og hon er eisini meira enn bara ein stevna. Tað hevði ongantíð borið til at flutt ólavsøkuna til Klaksvík, og tað er heldur ongin grund til tess. Tá jóansøkan varð hildin fyri fyrstu ferð í 1924, var tað tá ólavsøkan var, og tað gekk als ikki, tí fólk fóru heldur á ólavsøku í Havn.
Tá vit spyrja um norðoyastevnan framvegis verður á skránni um 10-20 ár, sigur ein avgjørdur fornminnisleiðari ja.
? Eg haldi bara, at tær størru stevnurnar fara at missa sín týdning við tíðini. Við bygdastevnunum verða tað alt ov nógvar stevnur, og tey somu fólkini kunnu ikki ganga til allar. Tað ber als ikki til.
? Tað sum hevur størstan týdning er at vera saman við øðrum til stevnurnar, og tað er tað sum dregur. Alt hitt er bonus. Sjálvandi fer man eisini til tiltøk, men lyklaorðið er at vera saman við øðrum, sigur Jógvan Ravnsfjall, leiðari á Norðoya Fornminnasavni at enda.