Milliardir eru ikki smápengar

Helgi Abrahamsen

 

Arni Abrahamsen, fyrrverandi formaður í “Ungum fyri Miðflokkin”, hevði eina grein í bløðunum í farnu viku, sum var eitt aftursvar til tað, sum eg havi sagt um blokkstuðulin.

Arni endurtekur í greinini tað sum Miðflokkurin segði í eini blaðlýsing tann 11. mai um týdningin av blokkstuðlinum. Hann sigur, at niðurskurðurin í blokkstuðlinum hevur kostað 2 milliardir krónur higartil, og at hetta at síggja til eru nógvir pengar, men sæð í “eini størri heild” er hetta kortini ikki so. Tíverri greiðir hann ikki nærri frá, hvat hann meinar við hesum, og tað er spell, tí eg kundi ógvuliga fegin hugsað mær at fingið at vita, hvat hetta er fyri ein “heild” sum ger 2 mia. krónur til smápengar. Kanska kann hann í eini seinni grein greiða nærri frá tí.

Arni ávarar ímóti at fáa ov nógvar pengar inn í samfelagið, tí tað hevði sett enn meira ferð á búskapin, og kostnaðarstøðið hevði hækkað. Tí vil hann hava blokkstuðulin burtur. “Hvussu hevði støðan verið, um ein peningastreymur á tils. 2 mia. kr. eyka, hevði runnið inn í samfelagið seinastu árini? Og hvat skuldu pengarnir verið nýttir til”? spyr hann.

Eg trúði ikki, at tað kundi vera nakar trupulleiki at finna útav, hvat pengarnir skuldu verið brúktir til, men er onkur kortini í iva, so kann eg, sum dømi, nevna hesar møguleikarnar:

 

Landskassin skyldar framvegis yvir 2 mia. krónur. Um pengarnir vórðu brúktir til at niðurgjalda skuld við, so hevði tað ikki hitað búskapin.

Pengarnir kundu verið spardir upp til at brúka í verri tíðum. Hetta hevði heldur ikki hitað búskapin fyrr enn seinni, tá búskapurin aftur treingir til “ein fløva”.

 

Konjunkturjavning

Føroyski búskapurin er sera skiftandi. Onkuntíð streyma pengarnir inn í samfelagið, og næstu løtuna er kreppa (ella okkurt sum líkist tí). Tí er tað umráðandi, at tað almenna leggur pengar til síðis í góðum tíðum, soleiðis at vit ikki standa við ongum, tá tíðirnar aftur gerast verri.

Men hvussu gongur við uppsparingini, nú loysingarflokkarnir hava tveitt meira enn 2 mia. burtur?

Taka vit til dømis árið 2001 (sum var seinasta árið áðrenn blokkstuðulin lækkaði), so var eisini nógv fer á búskapinum tá. Landskassin hevði næstan 700 mió. krónur í avlopi, og blokkstuðulin hetta árið var 995 mió. krónur. (Legg til merkis, at avlopið eisini tá var nógv minni enn blokkstuðulin). Tá bar til at leggja pengar til síðis.

Nú er aftur nógv ferð á búskapinum. Men landskassaavlopið síðani blokkstuðulin varð skorðin niður hevur einki ár verið í námd av teimum 700 mió. krónunum. Tað sum vit spara upp nú, er fyri stóran part inntøkur, sum koma frá sølu av almennum ognum, - men sum øll helst duga at skilja, so kunnu vit ikki selja Føroya Banka fleiri ferðir.

Vit merkja kanska ikki so nógv til hetta nú, men tá kókið aftur er farið av búskapinum, og vit skulu í bankan eftir pengunum, sum eru lagdir til síðis í teimum góðu tíðunum, tá verður ov lítið at taka av.

 

Nýggjar inntøkur

Arni sigur, at stuðul er ósunnur, og at vit skulu liva av tí sum vit sjálvi klára at framleiða. Tað er ein útsøgn, sum eisini var nógv at hoyra undir fullveldislandsstýrinum, men hvørjar nýggjar inntøkur blivu skaptar tá? Nógv hevur verið tosað, men lítið sæst aftur.

Hugskot hava verið frammi um at gera lidnar fiskavørur, um surimiframleiðslu, gransking, ferðavinnu, oljuvinnu o.s.fr. Einaferð skuldi dregging eftir igulkerum eisini vera eitt slag av “tjóðarinnar bjarging”, men alt hetta sær út til at vera nógv lættari sagt enn gjørt. (Tað seinasta nýggja er, at serfrøðingar siga, at vit mugu gevast við at fiska tosk við Føroyar – tað kann gerast eitt stórt stig tann skeiva vegin).

Sjálvsagt skulu vit royna at ganga nýggjar leiðir, men vit mugu ikki halda, at um vit kuta blokkstuðulin burtur, so kemur alt hitt uppá pláss av sær sjálvum. Tað ger tað ikki!

 

Vandi fyri øktari nýtslu

Arni Abrahamsen vísir á, at tá vit hava nógva inntøku, so økist eisini vandin fyri øktari nýtslu. Tað er ikki óhugsandi. Men politiska loysnin á hesum kann ikki vera, at vit skulu satsa uppá at hava undirskot, fyri at sleppa undan freistingini eftir at brúka av yvirskotinum.

Annars hava føroyingar fyrr víst í verki, at vit saktans klára at brúka meira pengar, eisini tá inntøkan minkar. Frá 2001 til 2002, tá blokkstuðulin minkaði við 366 mió. krónum, øktust rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum við 300 mió. krónum og íløgurnar við 60 mió., so teori og praksis ganga ikki altíð hond í hond.

 

Spurningur til Arna

Eg fari til seinast at seta Arna Abrahamsen ein einfaldan spurning: Um allur stuðul er ósunnur fyri búskapin, og ein milliarda innspræning í samfelagið er oyðileggjandi, vil tú so harvið siga, at vit eiga at steðga allari oljuleiting við Føroyar? – Eg meini so við – um føroyski búskapurin ikki tolir at fáa 2 mia. úr Keypmannahavn, so tolir hann væl heldur ikki at fáa uppaftur fleiri milliardir úr London, ella onkra aðrastaðni frá???