burtur, at tíðin farin frá teimum, tí farma- og flutningsbilar eru nú so stórir, at teir ganga ikki ígjøgnum tunlarnar og tað er ein stórur bágir fyri vinnu- og arbeiðslív í teimum báðum norðastu bygdunum [...] gekk við trimum bussum suður eftir oyggj, heilt til Sumbiar. Á vegnum suður skuldu lærarar fortelja teimum søgur og sagnir um tey ymsu plássini, tey koyrdu framvið. Tað sá onki serligt út við veðrinum um [...] buss. Tunlarnir eru ikki bara ein bági, tá ið skúlar skulu útferð. Teir eru eisini ein stór forðing fyri farmaflutningi av alskyns slagi, tí tað eru bara smáir og lágir lastbilar, sum sleppa ígjøgnum teir
Ziskason hevði staðið fyri. Nógv nýttu høvi til at fara út á altanina at standa, tí tað var sera lýtt í veðrinum og stilt. Eisini bar til at fara niðan um sambýlið at hyggja eftir teimum 24 eldraíbúðunum, [...] nakrir sangir, og tað ljóðaði sum altíð frálíka gott. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður fyri nevndini í sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, beyð vælkomin og helt eina røðu har hann millum [...] Húsalánsgrunninum, Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum og Gerda Arge, vegna áhugabólkin teimum eldru í Norðoyggjum at frama. Hon handaði eisini heiminum eina minnistalvu, sum borgarstjórin tók
Føroya størsta fakfelag í einum brævi til Vinnumálastýrið mikudagin. Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri tingið um at skerja barnsburðarskipanina, tí hon er ov dýr, sum er. Í viðmerkingunum til uppskotið [...] skiftandi inntøkur, og tí er eyðsæð, at verður skipanin broytt, fer tað fyrst og fremst at fáa avleiðingar fyri tey, sum frammanundan hava lægstu inntøkurnar, tí so fara tey eisini at fáa minni frá barnsburðarskipanini [...] Felagið sigur eisini, at hetta fellur veruliga í eyguni, Vinnumálastýrið miðvíst vil skarva av hjá teimum sum frammanundan hava hægstu inntøkurnar. ? Ætlanin tykist framvegis at vera, at kvinna sum er í
fingu spenning fyri allar pengarnar. FM vinnararar vórðu Sílið við dreingjum og gentum, Jarnbardur við kvinnum, Smyril við monnum, Kvívíkingurin og Eysturoyingurin. Í trimum av teimum seks kappingunum [...] Kappróðrarárið 2002 er liðugt. Tað fer í søguna sum eitt av teimum best eydnaðu nakrantíð. Neyvan nakrantíð áður hevur tað gingið so væl, sum tað hevur gjørt í ár. Kærurnar hava verið heilt fáar, gulu [...] ganga meiri enn illa hjá bátunum, sum lógu á odda í FM kappingini, um teir ikki skuldu vinna FM. Hjá teimum gekk, sum tað skuldi. Í fyrsta FM róðrinum ? tí millum 5?mannaførini við dreingjum ? og í tí síðsta
komu á vøllin síðstu løtuna, tá ið tíðin skuldi dragast út fyri at varðveita javnleikin. ? Popczynski hevur 24 spælarar at taka av. Tíggju av teimum eru unglingaspælarar, og venjarin vísir ungu monnunum álit [...] hevur góða ávirkan við sær, tí harvið síggja ungu menninir, at tað verður roknað við teimum, heldur GÍ formaðurin. Av teimum tíggju unglingaspælarunum eru tað tveir, sum higartil í ár ikki hava verið á vøllinum [...] hann ikki, at tað kann roknast við, at GÍ fer at vinna FM í ár. ? Liðið er evnaríkt, men talan er fyri tað mesta um blaðungar spælarar. Við at spæla við í týdningarmiklum dystum fáa teir royndirnar, sum
Ingeborg Vinther, Føroya Arbeiðarafelag. Ongin uratkvøða Nógvir av teimum 700-800 limunum tóku orðið og sum heild var dygg undirtøka við teimum tiltøkum, sum arbeiðarafeløgini hava sett í verk undir verkfallinum [...] limir í arbeiðarafeløgunum í verkfalli møttu upp, var avgjørt, at uratkvøða er ikki nøkur gongd leið fyri at fáa enda á verkfallinum. Fundurin samtykti einmælt eina yvirlýsing (sí aðrastaðni í blaðnum) og [...] spurningurin um uratkvøðu kom upp á tal, var semja í høllini um, at slík atkvøða er eingin gongd leið fyri at fáa enda á verkfallinum. Fundurin havnaði einmælt uppskotinum um uratkvøðu, sum semingsmenninir
hugsandi, at Kyndil kann gera nakað sum helst fyri at steðga sigursgongdini hjá VB. Sæð burtur frá dystinum í Havn í grundspælinum, so hevur VB vunnið trygt á teimum grønu í hinum uppgerðunum, og ikki minst [...] heimasigur vera ein sensatión av teimum stóru. Næstu plássini Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir um vikuskiftið. Í Havn skal Neistin gera eina roynd at toga seg upp móti teimum liðunum, sum stríðast um bronsuna [...] eitt fet í so máta sunnudagin, og so er tað upp til Neistan at gera av, um hetta eisini skal henda fyri Stjørnuna. Hendir tað, so er Neistin eftir eitt mest sum miseydnað kappingarár aftur við í spælinum
Føroyar. ? Hetta er fyrst og fremst fyri at betra um trygdina hjá teimum kavarum, ið arbeiða her dagliga. Teir kenna seg ikki væl, tá teir vita, at stórur møguleiki er fyri at rena seg í eina granat, sigur [...] pening, tí tað kostar teimum nógvar pengar, hvørja ferð arbeiðið liggur stilt vegna granatir. Kavararnir skulu kanna eitt øki, sum er einar 1000 fermetrar til støddar, og tað tekur teimum ein dag at gera arbeiðið
stongdar fleiri mánaðir hvørt ár? Hvat við teimum 150 akuttu røktarheimsplássunum, sum tørvur er á? Hví siga leiðslurnar í fólkaskúlunum, at játtanin forðar teimum at halda fólkaskúlalógina? Hví verður bert [...] Tað mundi taka mongum fyri hjartað at hoyra formann Tjóðveldisfloksins í valstríðnum ferð eftir ferð siga, at føroyska samfelagið hevði ongantíð verið so gott at liva í, sum nú, ið samgongan hevði tikið [...] bert játtaður ein triðjingur av teimum tímunum, sum søkt verður um til næmingar við serligum tørvi? Hví er eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum tikin burtur ár 2001? og soleiðis kundi verði hildið fram
Fittar eru tær, og synd er í teimum, heldur hann, men harmast kortini um, at tað, sum sett er niður, ikki fær vaksið í frið. Men har gerst einki annað enn at rópa eftir teimum og royna at forskrekkja tær [...] bítandi fæst. Úti á Sýn hava tær funnið út av, at tað standa nakrir smáir runnar upp úr kavanum. Og teimum hava tær so etið av, greiðir Kristian á Reynatrøð frá. Hann hevur seinastu seks árini búð í býlinginum [...] hann á. Hann sigur, at hann hvønn dag nú seinnu tíðina, bæði morgun og kvøld, hevur sæð haru uttan fyri. Ongantíð fleiri í senn, so ilt er at siga, um tað eru fleiri, ella tað bara er tann eina, sum er