Á fundinum á Nabb leygardagin, har eini 700 ? 800 limir í arbeiðarafeløgunum í verkfalli møttu upp, var avgjørt, at uratkvøða er ikki nøkur gongd leið fyri at fáa enda á verkfallinum.
Fundurin samtykti einmælt eina yvirlýsing (sí aðrastaðni í blaðnum) og var annars ein dygg álitisváttan til nevndirnar í feløgunum um at halda fram við góðum treysti og ikki steðga á nú.
- Fundurin var sera positivur og gav nevndunum fulla undirtøku og heimild at halda fram og herða verkfallið, um neyðugt og eisini geva ella taka aftur undantøk, sigur Ingeborg Vinther, Føroya Arbeiðarafelag.
Ongin uratkvøða
Nógvir av teimum 700-800 limunum tóku orðið og sum heild var dygg undirtøka við teimum tiltøkum, sum arbeiðarafeløgini hava sett í verk undir verkfallinum.
Tá spurningurin um uratkvøðu kom upp á tal, var semja í høllini um, at slík atkvøða er eingin gongd leið fyri at fáa enda á verkfallinum. Fundurin havnaði einmælt uppskotinum um uratkvøðu, sum semingsmenninir eru komnir við.
Eisini millum nevndarlimir í feløgunum eru fólk ímóti ur-atkvøðuni, sum verður hildin at vera sera ódemokratisk:
- Fakfeløgini hava áður víst á, at føroysku reglurnar um uratkvøðu er ódemokratiskar og ótíðarhóskandi.
Í Føroyum er eitt semingsuppskot, sum sent verður út til ur-atkvøðugreiðslu samtykt, um t.d. 25 % av løntakarunum luttaka í atkvøðugreiðsluni og 100 % atkvøða ímóti.
Um t.d. 45 % av løntakarunum luttaka í uratkvøðugreiðsluni, so er uppskotið samtykt sjálvt um 66% atkvøða ímóti.
Hetta er tí ein skipan, sum er bæði ódemokratisk og ótíðar-hóskandi.
Í grannalondum okkara, t.d. í Danmark er skipanin øðrvísi, tí har valdar vanligur atkvøðumeiriluti, tó soleiðis at um minni enn 40 % av løntakarunum luttaka í uratkvøðugreiðsluni, so er er uppskotið samtykt um ikki minst 25 % av teimum sum hava atkvøðurætt hava atkvøtt ímóti.
Tað er vælskiljandi, at arbeiðsgevarasíðan er so altrá eftir at fáa semingsstovnin at senda semingsuppskotið til uratkvøðu, men tað er óskiljandi, at semingsmenninir so mikið sum hugsa um at brúka eina so avoldaða og ódemokratiska skipan, og tí er tað ikki at undrast á, at fakfeløgini vísa sína missnøgd, siga fakfeløgini í verkfalli.