Onnur plágan
Leirvík:
Hara er løgst í urtagarðarnar Úti á Sýn í Leirvík. Alt, sum stingur upp úr kavanum, veður gnagað. Urtagarðseigararnir ugga seg við, at tær munnu fara at rýma aftur, tá tað fer at toya.
Tíggju vóru Egyptalands plágur. Í Leirvík eru tey nú farin undir nummar tvey. Eftir at seyðurin er útvístur úr bygdini, hava urtagarðarnir Úti á Sýn fingið aðra pláguna at dragast við. Harur, sum av svongd eru lagstar á tað, sum upp úr kavanum veksur.
Haran er mest at síggja, tá myrkt er. Seint á kvøldi hætta tær sær at húsum at vita, um eitthvørt bítandi fæst.
Úti á Sýn hava tær funnið út av, at tað standa nakrir smáir runnar upp úr kavanum. Og teimum hava tær so etið av, greiðir Kristian á Reynatrøð frá.
Hann hevur seinastu seks árini búð í býlinginum ytst í Leirvík, men sigur seg ikki fyrr hava sæð haru soleiðis millum húsini.
Ikki ivast hann í, at tað er kavin, sum noyðir tær at koma so nær at húsum.
?Fittar eru tær, og synd er í teimum, heldur hann, men harmast kortini um, at tað, sum sett er niður, ikki fær vaksið í frið. Men har gerst einki annað enn at rópa eftir teimum og royna at forskrekkja tær, tí ikki er loyvt at skjóta, vísir hann á.
Hann sigur, at hann hvønn dag nú seinnu tíðina, bæði morgun og kvøld, hevur sæð haru uttan fyri. Ongantíð fleiri í senn, so ilt er at siga, um tað eru fleiri, ella tað bara er tann eina, sum er so nøsk, at hon etur alt, sum kemur undan kavanum í grannalagnum.
?Hon fer allastaðni, eisini har, stroyptur garður er fyri, sigur Kristian á Reynatrøð. Leggur á smáu runnarnar og gnagar teir niður at vøllinum. Eru so einstakar páskaliljur ella annar vøkstur, sum stingur høvdið undan, fær tað sama umgang.
Tey, sum hava urtagarðar í Leirvík, fegnaðust annars um, bygdin nú var vetrarfriðað, so seyðurin ikki slapp at vøkstrinum, tey høvdu sett niður.
Men at tey skuldu fáa trupulleikar av haru millum húsini, hevði helst eingin væntað, sigur Kristian á Reynatrøð, sum nú, eins og grannarnir, hevur enn eina orsøk til at gleða seg til lýggjara várið.









