Kvinnuhondbóltur
Eftir javnleikin í Vestmanna seinasta vikuskifti, munnu sjálvt mest svarskygdu vágbingarnir hava tveitt allan iva til viks. Tó at tað enn resta fýra dystir at spæla, og tó at VB skal hava fimm stig í hesum, so man tað nú standa øllum greitt, at her er talan um komandi meistaraliðið.
Níggjundi dysturin í endaspælinum verður á heimavølli móti Kyndli sunnudagin, og einki er at ivast í, at tað verður stúgvandi fult av fólki, sum fer at stuðla heimaliðnum.
Og tað er illa hugsandi, at Kyndil kann gera nakað sum helst fyri at steðga sigursgongdini hjá VB. Sæð burtur frá dystinum í Havn í grundspælinum, so hevur VB vunnið trygt á teimum grønu í hinum uppgerðunum, og ikki minst soleiðis sum spælið hjá VB hevur verið í endaspælinum, vil alt annað enn ein tryggur heimasigur vera ein sensatión av teimum stóru.
Næstu plássini
Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir um vikuskiftið. Í Havn skal Neistin gera eina roynd at toga seg upp móti teimum liðunum, sum stríðast um bronsuna. Her hevur StÍF ? sum annars hevur frí hesaferð - tikið eina kanska avgerandi leiðslu, men enn kunnu tær snáva, og so ræður um hjá næstu liðunum at vera til reiðar.
Hesi eru í løtuni Stjørnan og Kyndil. Kyndil fer ivaleyst at missa eitt fet í so máta sunnudagin, og so er tað upp til Neistan at gera av, um hetta eisini skal henda fyri Stjørnuna. Hendir tað, so er Neistin eftir eitt mest sum miseydnað kappingarár aftur við í spælinum um heiðursmerki. Ikki minst tí tær eisini hava dystir móti bæði StÍF og Kyndli eftir.
Seinasti dysturin verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Tjaldri. Tað er lítið at ivast í, at vónbrotið í Vestmanna er stórt, nú tað er greitt, at tað ikki verður nøkur endurtøka av meistaraheitinum, men hinvegin eiga tær at kunna sveiggja seg somikið upp, at tað verður til sigur á Tjaldrinum, sum í løtuni bert bíðar eftir, hvussu næst besta deildini háttar sær. Eitt spæl, sum fer at gera av, hvørt liðið við møguligum upp- og niðurflytingardysti kortini kann varðveita sessin í deildini.









