GÍ ætlar sær at vinna FM

Formaðurin heldur, at venjarin vísir gott hegni at leggja lunnar undir nýtt lið, sum eigur at hava góðar møguleikar at standa seg næstu árini

ÆTTARLIÐSSKIFTI

Vit arbeiða við at mynda nýtt FM lið. Tað er GÍ formaðurin, Jógvan Gregersen, sum vit hava á tráðnum. Hóast liðið hjá honum sunnudagin telvaði seg í góða støðu at røkka steypafinaluni, so heldur hann ikki, at tað kann roknast við, at GÍ fer at vinna FM í ár.
? Liðið er evnaríkt, men talan er fyri tað mesta um blaðungar spælarar. Við at spæla við í týdningarmiklum dystum fáa teir royndirnar, sum eru partur í menningini, og tað rokna vit við fer at síggjast aftur komandi árini, er vónin hjá Jógvani Gregersen.
Fleiri av royndu spælarunum hjá GÍ vóru ikki við í Runavík. Gidek hevur trupulleikar við lærinum, og Súni Olsen hevur trupulleikar við knænum. Men GÍ formaðurin roknar við, at teir báðir vera tøkir, tá ið KÍ hóskvøldið kemur til Gøtu at spæla fyrsta landskappingardystin á árinum. Tá verður Hans Pauli Petersen, sum var leikbannaður hesa ferð, eisini tøkur, og so vóna teir í GÍ, at Poul Ennigarð, sum hevur verið skaddur í meiri enn ein mánað, verður tøkur hósdagin.

Unga liðið
Sunnudagin vóru fýra unglingaspælarar ímillum teir fyrstu ellivu hjá GÍ: Magnus Skoralíð, Høgni Madsen, Símun Louis Jacobsen og Símun Samuelsen, og tveir afturat ? Kaj Ennigarð og Hanus Jacobsen ?komu á vøllin síðstu løtuna, tá ið tíðin skuldi dragast út fyri at varðveita javnleikin.
? Popczynski hevur 24 spælarar at taka av. Tíggju av teimum eru unglingaspælarar, og venjarin vísir ungu monnunum álit. Um tað er ein spælari, sum ikki venur trý tey fyrstu kvøldini í vikuni, tí hann er skaddur, so smæðist venjarin ikki at taka ein ungan mann framum. Tað hevur góða ávirkan við sær, tí harvið síggja ungu menninir, at tað verður roknað við teimum, heldur GÍ formaðurin.
Av teimum tíggju unglingaspælarunum eru tað tveir, sum higartil í ár ikki hava verið á vøllinum. Teir eru Bjarni Justinussen, sum er sonur gamla stórspælaran hjá GÍ, Símun Petur Justinussen, og Páll Rói Poulsen.
At GÍ eigur nógvar ungar og evnaríkar fótbóltsspælarar, sæst aftur á avrikunum í unglingadeildini. Har hevur liðið spælt seg í finaluna ímóti EB/Streymi. Finalan verður spæld mikudagin 18. juni. Í hálvfinaluni vann GÍ samanlagt 8?4 á NSÍ. Hvussu tað verður í bestu deildini millum hesi bæði feløgini fæst at síggja sunnudagin.